Leys størv

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2020-2021

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá  1. august 2020 at rokna:

Fýra føst fulltíðarstørv sum lærari.
Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv sum lærari skúlaárið 2020-2021.
Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,65) skúlaárið 2020-2021.

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2020.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

Hava læraraútbúgving.
Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Duga at samstarva og eru fyrikomandi.
Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
Eru við til áhaldandi at menna skúlan.
Eru stundisligir og nærlagdir.
Tola broytingar.
Hava góðar KT-førleikar.

Okkum tørvar lærarar:

Sum kunnu undirvísa í: føroyskum, støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, ítrótti, svimjing og tónleiki.
Orðblindalærara og serlærara.
Átaka sær flokslæraraleiklut.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. mai kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.