Leys størv
Okkum tørvar 5 lærarar til skúlaárið 2023-24
Trý av størvunum eru føst størv, meðan eitt er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2023-24. Eitt av hesum størvunum er partvís í forskúla og skúla. Lønarbrotið er 1,0
Fimta starvið er eitt barsilsstarv í tíðarskeiðnum 01.08.23 - 07.11.23 við lønarbrotið 1,0
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í:
Føroyskum, donskum, støddfrøði, náttúra og tøkni, alis- og evnafrøði, lívfrøði, handaverk og list og ítrótt/svimjing.
Okkum tørvar lærarar í øllum deildum. Harumframt tørvar skúlanum flokslærarar í grunddeild.
Søkt verður eftir lærarum sum
• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing eldhuga
• vilja fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai kl. 12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510 ella 224240
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.