Leys størv

Lærarastørv í Fuglafjarðar skúla

Til skúlaárið 2023/2024 verður søkt eftir:

- 2 lærarum í fast starv frá 1. august 2023

- 1 lærara í tíðaravmarkað starv at byrja 24. august 2023 vegna barnsburðarfarloyvi

- 2-3 lærarum í tíðaravmarkað størv frá 1. august 2023 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn 1. septembur 2023.

Søkt verður eftir lærarum, sum

- eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum

- duga at samstarva og vilja vera við til at menna skúlan

- tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

- eru fevnandi og vilja styrkja felagsskapin

- ynskja at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans

- hava góðar kt-førleikar

Førleikakrøv:

Tey, sum verða sett, skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og linjulestur ella samsvarandi førleikar í hesum lærugreinaøkjum: enskum, lívfrøði, alis- og evnafrøði, tónleiki, leiklist, søgu, samfelagsfrøði, landafrøði, heimkunnleika, ítrótti/svimjing, og føroyskum sum 2. mál.

Harumframt tørvar skúlin lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraleiklut, og sum hava førleikar til at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin, 29. mai 2023, kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran, á tlf. nr. 238061. Tey, ið sett verða, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 30 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.