Leys størv

Lærarastørv á Skúlatrøð 2018/2019

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2018:

5 føst lærarastørv
5 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/2019, vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar

Søkt verður eftir lærarum, sum:

duga at samstarva
eru fyrikomandi
sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2018  kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700  Klaksvík

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 719 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.