Leys størv

Lærarastørv á Skúlatrøð 2017/2018

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2017:

3 føst lærarastørv

7 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2017/2018, vegna farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar

Søkt verður eftir lærarum, sum:

duga at samstarva

eru fyrikomandi

sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 19. mai 2017 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 733 næmingar í 1.–10. flokki á Skúlatrøð. 68 lærarar og 7 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.