Tíðindi/Greinar

27. juni 2018

Lærarar eru settir í tíðaravmarkað starv ár eftir ár

Hóast lærari hevur verið í starvi á sama skúla í nógv ár, so noyðist hann at søkja sítt starv av nýggjum í mai-juni hvørt ár. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á heimasíðuni skulabladid.fo 20. juni vísir Sonne Smith í grein á vaksandi áhugan at arbeiða á skúlunum. Hann vísir á nógvu lýsingarnar, ið hava verið eftir lærarum til landsins skúlar, og í ein vissan mun á økta talið av umsókunum til hesi størv.

Sjálvandi kunnu vit hugsa, at økta talið av umsøkjarum vísir ein vaksandi áhuga fyri at starvast á skúlunum, men kanska hyggja vit ikki í nóg stóran mun eftir talinum av útbúnum lærarum og talinum av størvum. Tað er sjálvsagt gagnligt fyri skúlan, at sjúkravikarar og onnur, ið arbeiða í ”leysum” størvum í skúlanum, eru útbúgvin, og tí geva eina betri undirvísing. Sonne Smith vísir eisini til Vagn Foldbo, sum sigur, at tað er gott fyri skúlan at hava fleiri útbúgvin starvsfólk at velja ímillum.

Tá tað er sagt, so standa vit eisini í tí støðu, at alt fleiri lærarar fáa ikki starv, ella hava bert starv í stutta tíð í senn. Samstundis sum lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru alt ov ótryggir í starvinum. Tað er stórt spell at hava tikið sær eina útbúgving, sum ein ikki sleppur at brúka. Nógv tey flestu, sum taka útbúgving sum fólkaskúlalærarar, ynskja at arbeiða í fólkaskúlanum. Men tað er ivasamt, hvussu leingi vit hava orku og hug til at hava eitt starv, sum er so leyst sum lærarastarvið er, tá vit ár eftir ár noyðast at søkja okkara starv av nýggjum, og á ongan hátt eru tryggjað at halda fram í tí starvinum, vit hava.

Støðan er tann, at lærarar eru settir í tíðaravmarkað starv ár eftir ár. Hóast lærari hevur verið í starvi á sama skúla í nógv ár, so noyðist hann at søkja sítt starv av nýggjum í mai-juni hvørt ár. Hann er á ongan hátt tryggur í sínum starvi, og kann brádliga eftir 4-5 ár verða valdur frá. Hetta haldi eg vera alt annað enn tíðarhóskandi. Sjálvandi mugu vit fáa eina betri skipan á hesum økinum. Á flest øllum arbeiðsplássum hevur arbeiðstakarin eina ávísa royndartíð, um hetta gongur væl, so verður tú settur í starv. Hetta er ikki støðan hjá tí læraranum, ið er settur í tíðaravmarkað starv. Hann kann arbeiða í ”royndartíð” í fleiri ár.

Tí mugu lærarar, ið starvast á einum skúla, verða settir aftur í starv, um so er, at leiðslan ikki hevur onkra góða grundgeving fyri, hví tað hevur týdning fyri skúlan, at annar umsøkjari verður settur.

Eg vil staðiliga heita á leiðslur og MMR um at finna eina loysn á hesum økinum, soleiðis at útbúgvin dugnalig fólk verða verandi á skúlunum, og ikki av ónøktandi umstøðum velja at finna sær annað starv.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan