Tíðindi

Kveikja áræði heldur enn PISA!

Nakað soleiðis tók Ósbjørn Jacobsen til í takkarrøðu síni, tá ið Mentanarvirðislønir landsins vórðu latnar í Løkshøll í Runavík herfyri. Ósbjørn vann Heiðursgávu landsins, sum er 75.000 kr. Tórhallu við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

19.01.2021

Eg haldi, tað er vert at steðga á eina løtu við hesi orð hjá Ósbjørn. Ósbjørn takkaði samfelagnum Føroyum og kom inn á allar teir ótaldu møguleikar, sum eru her, men ikki altíð verða brúktir. Hann fór aftur til røturnar í Gøtu skúla, har alt byrjaði við einari fantastiskari skúlagongd, sum hann málbar seg. Har varð eitt áræði kveikt í honum og øðrum, og næmingar vórðu eggjaðir at fylgja sínum dreymum og at brúka tey talent, teir høvdu fingið.

Hann var ikki varur við tað tá, men sum vaksin ivast hann ikki, at í barnaskúlanum bleiv okkurt kveikt í honum. Og so segði hann orðini, sum eru verd at dvølja við, at skúlin hevði kveikt eitt áræði í næmingunum heldur enn PISA, og skúlin hevði givið eitt breiðari dannilsi heldur enn at seta førleikar á formil.

Ógvuliga áhugavert og viðkomandi at hoyra slíka røðu. Ósbjørn Jacobsen telist millum allarfremstu arkitektar bæði í Føroyum og ikki minst uttanlands og hevur sjálvandi holla útbúgving og drúgvar royndir. Burtur úr øllum tí á lívsleið síni, sum hann kundi tikið fram í takkarrøðuni, valdi hann at nevna, at í barnaskúlanum var okkurt kveikt í honum, sum ikki ber til at máta. Áhugavert.

Síðani Ósbjørn sleit barnaskógvarnar í Gøtu skúla, er sjálvandi nógv broytt, og tíðin í dag er ein onnur. Í fólkaskúlahøpi er ein stór broyting, at í dag fylla kanningar, royndir, PISA og próvtøkur nógv meira enn fyri 30-40 árum síðani. Næmingarnir skulu javnan vigast og metast, hvussu fakliga úrtøkan hevur verið. Lærarar skulu brúka nógva orku upp á hetta, og eisini hjá næmingunum er tað nakað, sum fyllir nógv, ov nógv viðhvørt.

Krøvini omanífrá eru bara økt seinastu árini, men av og á er ivasamt, hvussu skilagott og nyttugt tað er. Tað fer við nógvari tíð og orku. Tíð og orka, sum kundu verið brúkt øðrvísi og skilabetur. Sum til dømis at skapa líkindi fyri, at næmingar verða kveiktir og at birta upp undir forvitnið hjá teimum. Ikki tað, at tað ikki verður gjørt, tí tað gera lærarar dag og dagliga sum ein natúrligan part av arbeiðnum, men tað hevði verið skilagott at funnið eina javnvág, soleiðis at parturin við at máta hevði fylt minni.

Tað kemur ikki burtur úr ongum, at ein maður sum Ósbjørn Jacobsen velur at tosa um at kveikja, dannilsi og Pisa í takkarrøðu síni við eitt so serligt høvi. Ivist onga løtu í, at hansara søga er bara ein av mongum. Øgiliga ofta er tað í fólkaskúlanum, at ein neisti til okkurt stórt verður kveiktur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.