Tíðindi

Koronatilmælini áttu at verið greiðari

- Tá ið vit hugsa um, at vit í gerandisdegnum gera alt fyri at sleppa undan smittu við eyka vasking og broyttum mannagongdum í øllum viðurskiftum, og at vit avlýsa sosial tiltøk, so er tað óheppið, at tilmælini ikki eru nóg greið, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt

27.08.2020

Koronatilmælini eru sum orðið sigur tilmæli og ikki lógarfastar fyriskipanir, og tí kunnu skúlaleiðslur koma í tvístøður, har tær verða bidnar um at siga, hvat næmingar kunnu og ikki. Slíkar tvístøður kunnu vera, tá ið næmingar koma aftur av uttanlandsferð. Einki krav er um, at børn undir 12 ár verða potað, og tí kann barnið bera smittu inn í skúlan, uttan at vita av tí.

- Fyri skúlan kann vera tað óheppið, um eitt barn kemur í skúla dagin eftir, at tað hevur verið uttanlands til dømis til ítróttatiltøk. Skúlin hevur ikki heimild at nokta barninum at koma í skúla, og tilmælini frá myndugleikunum siga tað heldur einki um, at tað eigur at bíða. Í ljósinum av, at vit í gerandisdegnum gera alt fyri at sleppa undan smittu við nógvari fyribyrging, eyka vasking og at vit avlýsa sosial tiltøk, so er tað óheppið, at børn fara av landinum og koma aftur í skúla, áðrenn vissa er fyri, at tey ikki eru smittað. Tað eru næmingar og lærarar í skúlanum, sum eru í vandabólki, og tað eru eisini næmingar, sum hava verið heima, síðan korona brast á í vár. Tilmælini áttu at verið so mikið greið, at tey eisini løgdu upp fyri tvístøðum.

At næmingar fara uttanlands í skúlaárinum, er ikki nakað skúlin kann blanda seg uppí, ei heldur um børn halda føðingardag heima og bjóða børnunum í flokkinum.

- Vit hava sagt, at eingir føðingardagar verða hildnir í skúlanum. Vit hava steðgað vinabólkunum, sum eru tiltøk fyriskipað av skúlunum í heimunum. Í grundini er alt avlýst ella útsett. Vit hava ikki morgunsang ella tiltøk yvirhøvur; ongar konsertir, ongi hald, ítróttartiltøk, setursskúlar, útferðir, hugna millum starvsfelagar, og vit vita ikki, nær hetta kann takast uppaftur. Fyri at sleppa undan smittuspjaðing eru lærararnir bara í sínum egna toymi, teir flyta ikki millum flokkarnar. Tað, vit hava mist við koronu, er tann stóra sosiala felagsskapin. At vera í skúla nú samanborið við áðrenn koronu er heilt øðrvísi, tí mestsum alt sum eitur stuttlig sosial samvera er sett til viks.

Skúlarnir kring landið vístu í vár, at teir megnaðu nærum frá degi til dags at laga seg til nýggju støðuna, sum var, at teir máttu lata aftur, og næmingarnir fingu heimaskúling. Tá ið latið var upp aftur eftir páskir, vístu teir eisini, at tað við ymsum fyriskipanum bar til at fara undir undirvísing aftur, tó í stigum og við nógvum fyrilitum. Sama ger seg galdandi nú skúlagongdin byrjar aftur eftir summarsteðgin og eitt nýtt útbrot av stórari smittuspjaðing hevur verið. Stjórin í Skúlanum við Løgmannabreyt heldur, at hóast tað sjálvandi er avbjóðandi at reka ein skúla við 410 næmingum og nógvum starvsfólki, tí tað eru so nógv fyrilit og fyrivarni, so duga næmingarnir væl at halda tilmælini og laga seg til broyttu umstøðurnar.

- Lærarar, næmingar og foreldur kenna tilmælini og vita, hvat er ráðiligt og ikki, soleiðis at vit sleppa undan koronasmittu. At hava frástøðu í tí dagliga er ikki ein trupulleiki. Skúlin er stórur og hevur einar 10-12 fermetrar fyri hvørt barn. Í øllum skúlastovunum eru vask, og har eru somuleiðis dyr hjá næmingunum at sleppa út og inn. Næmingarnir ganga ikki gjøgnum vanligu úthurðina, men ígjøgnum branddyrnar, sum eru í hvørjum høli. Tey hava lært ikki at troka. Børnini kenna mannagongdirnar, tey vita, at tað fyrsta, tey skulu gera, er at vaska sær um hendurnar. Koronalinjan er góð og verður brúkt, og vit hava havt gott samskifti við skúlamyndugleikarnar, men avbjóðingin at sleppa undan smittuspjaðing er, tá ið vit óbeinleiðis koma í tvístøður, har vit ikki kunnu melda greitt út, hvat næmingarnir kunnu, sigur Høgni Joensen.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.