Tíðindi

Kaosið í 1. flokki

Ein flokkur við stórum trupulleikum eigur í minsta lagi at hava tveir lærarar inni alla vikuna, helst tríggjar. Og tað skal ikki ganga ár, áðrenn slík skipan verður sett í verk. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

01.08.2022

At yvirgongdin frá barnagarði til fyrsta flokk altíð hevur verið avgerandi broyting fyri eitthvørt barn, vita vit øll. Bæði lærarar, foreldur og ikki minst børnini sjálv eru spent, vónrík og ofta altrá at koma í gongd. Og tað er einki at siga til.  

Lærarar fyrireika seg væl, soleiðis at innskúlingin skal eydnast sum best. Tað er eisini neyðugt, tí uppgávan er stór, bæði sosialt og fakliga. At fáa øll børnini at fata, góðtaka og duga at liva í einum nýggjum skúlaveruleika, og ikki einum barnagarðsveruleika, er ikki altíð so lætt. Men sum oftast eydnast tað, hóast tað onkuntíð kann tykjast møtimikið. Allarflestu børn eru fyrr sum nú klár at fara í 1. flokk ella forskúla við 6-7 ára aldur. Og tá er tað sum heild ein spennandi, gevandi og meiningsfull uppgáva at fara undir. Hetta er stundum bæði stuttligt og jaligt. Ja, ein frægd fyri einhvønn lærara.  

Men hetta er ikki minst tí, at lærarar, eisini í innskúlingini, gera sítt arbeiði til lítar og ofta væl tað. Faklig dygd og stoltleiki eru eisini í hásæti her.

Men tað er bara ikki altíð, at tað gongst, sum prestur prædikar. At flokkar kunnu vera meira ella minni truplir vita vit av og kunnu liva við. Men so eru tað teir, ið eru óvanliga truplir, og tá kann reka hart á kíkin. Ja, sera hart enntá. Hvat er so trupulleikin, hví er hann so trupul at loysa?

Fyrst er at siga, at normeringin er heilt øðrvísi í fyrsta flokki samanborin við barnagarðin. Í barnagarðinum eru vanliga eitt starvsfólk um hvørji 6 børn. Í skúlanum, nakrar mánaðir seinni, er lærarin fyri tað mesta einsamallur við á leið 24 børnum. Bara 8 tímar um vikuna eru tveir lærarar um flokkin í senn. Í góðum flokkum er hetta at liva við, um enn talið av næmingum átti at verið lægri. Men eru stórir trupulleikar, stendur skjótt á.

Og trupulleikarnir kunnu vera ræðandi stórir. Stundum er hvør dagur nærmast eitt baks fyri lívinum hjá læraranum, sum sjálvsagt krevur heilt nógva orku bara fyri at fáa líkinda arbeiðsumstøður og frið nakrar løtur í skúladegnum. Orsøkin er, at alt ov nógvir næmingar antin: duga ikki, vilja ikki ella orka ikki. Stutt sagt klára als ikki ein vanligan skúladag. Teir renna í kring, gera ónáðir, rópa, spæla hund, akta illa, sýta fyri øllum, vilja ikki arbeiða, hóast lærarin roynir bæði við góðum og illum. Hví teir hava slíkan atburð, kunnu tað vera nógvar orsøkir til. Men at støðan er ótolandi, og als ikki haldbar í longdini, er eyðsæð. Næmingarnir hava ikki góða skúlagongd og fáa als ikki tað burturúr, teir eiga, og lærararnir hinvegin fáa ikki gjørt nakað munagott við støðuna, tí teir standa næstan púra einsamallir við hesi risastóru avbjóðingini.

Er hetta nakað, eg bert havi lisið mær til, ella sæð við egnum eygum, kundi ein spurt. Tað seinna, tíverri. Í Skúlanum á Fløtum hava vit í ár havt útivið 100 næmingar í 1. flokki. 24 næmingar í hvørjum flokki. Skuldi eitt nú avloysa í einum av hesum flokkum nú ein dagin, tí lærarin var burturstaddur, og har var sjón fyri søgn. Var inni har í 6 tímar og hugsaði bara, neyðars børn og ikki minst lærarar, sum skulu vera her dag út og dag inn. Støðan var stórt sæð ótolandi vegna larm, rok og rennarí.

Stóri yvirskipaði spurningurin, ið eftir stendur, er so: Hví fær slíkur lærari/flokkur ikki hjálp? Tí trupulleikin hvørvur ikki. Tey skulu helst ganga í skúla í 9 ár: Lærararnir í áðurnevnda flokki siga, at minst trý fólk mugu vera um flokkin alla vikuna um bara nøkulunda skil skal koma á. Og tað vísir seg at vera ógjørligt at fáa nakran myndugleika at skilja og gera nakað við.

Her má og skal vend koma í. Myndugleikar, leiðslur og onnur viðkomandi mugu skilja og bera so í bandi, at slíkur flokkur/næmingar mugu fáa hjálp. Ein flokkur við so stórum trupulleikum eigur í minsta lagi at hava tveir lærarar inni alla vikuna, helst tríggjar. Og tað skal ikki ganga ár, áðrenn slík skipan verður sett í verk. Tí annars rýma lærararnir, og nýggir mugu taka við, og hvussu leingi orka teir so at vera? Tað er sjálvsagt altíð eitt mark fyri, hvat lærarar finna seg í. So høg er lønin heldur ikki.

Tað skal tó sigast, viðvíkjandi okkara skúla, at roynt verður í løtuni, har harðast leikar á, at bøta um støðuna sum heild við eini skipan, sum kallast Rásin. Men hetta er í byrjunarfasuni enn, so eitt sindur ilt er at siga, hvat tað inniber. Men sum skilst skulu trý starvsfólk, lærarar og námsfrøðingar starvast á Rásini.

Men at støðan annars ikki er haldbar í fleiri flokkum kring landið, vita helst tey flestu. So, hví verður einki ella lítið og einki gjørt við tað?               


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.