Tíðindi

Kann eg lána tínar brillur?

Hóast vit ikki eru samd um allar staklutir og hava lítla ávirkan á lógirnar, so hava vit øll viljan at fremja góðan skúla. Vit gera tað, sum krevst fyri at virða og virka undir lógum og reglum, tí hetta er alt sett í verk fyri at stuðla næmingum og lærarum at virka á bestan hátt. Men gera vit tað? Birna Gaard, lærari, skrivar

06.12.2022

“Tað er ymiskt, sum eygað sær” kemur mær til hugs, nú eg skrivi til kvørnina hesa ferð. Vit hava flest øll upplivað at møtt fólki, sum hava heilt ymiska hugsan og áskoðan enn vit. Tað kann vera eitt sindur ørkymlandi at vera sannførd um eitthvørt, meðan tann, tú samskiftir við, hevur eina heilt aðra áskoðan enn tú. Í ringasta føri kann tað koma til eina ósemju, men tað ber eisini til at semjast um at vera ósamd, og í besta føri er møguleiki fyri menning og læring í slíkum tvístøðum.

Eg minnist, hvussu bilsin eg varð, tá ið eg sum nýútlærdur lærari gjørdist varug við, hvussu ymiskir lærarar í veruleikanum eru. Sum nógv onnur í samfelagnum hevði eg eina ímynd av, at flestallir lærarar vóru eins á flestum økjum. Gaman í, onkur lærari var kanska eitt sindur fittari, onkur strangari, klókari, skjótari ella stuttligari enn onkur annar, men grundleggjandi vóru øll líka. Men eru vit tað?

Hesi árini, eg havi starvast sum lærari, gerist eg framhaldandi av og á bilsin av, at lærarar kunnu hava ymiska áskoðan innan ávís øki í skúlanum. Nøkur dømi eru:

Stødd á flokkum – er hóskandi við 12, 24, 48 næmingum?
Stødd á skúlum – eigur tað at setast eitt minsta og eitt evsta mark á næmingatali í einum skúla?
Tímatalvan – hvussu langur skal skúladagurin vera, og nær skal hann byrja?
Tvílæraraskipan – í hvørjum flokkum og lærugreinum?
Lærugreinabýti hjá flokkum – hvussu nógvar ymiskar lærugreinar og hvussu nógvar tímar til hvørja lærugrein?
Lands- og PISA-royndir – skulu tær gerast, hví og hvussu brúka vit úrslitið?  
Og mangt annað.

Vit hava lógir, kunngerðir og rundskriv, ið geva okkum karmar at virka undir, og skúlarnir gera sínar reglur innan hesar karmar. Harafturat gera flokkar á ymsu skúlunum sínar egnu reglur. Hóast vit ikki eru samd um allar staklutir og hava lítla ávirkan á lógirnar, so hava vit øll viljan at fremja góðan skúla. Vit gera tað, sum krevst fyri at virða og virka undir lógum og reglum, tí hetta er alt sett í verk fyri at stuðla næmingum og lærarum at virka á bestan hátt. Men gera vit tað?

Hetta er ein spennandi heysthálva í árinum, bæði samfelagsliga og fyri skúlan sum heild. Fólkatingsval hevur verið, og meðan áhugaverdir læraradagar vóru í Norðurlandahúsinum, varð landsstýrismaðurin í skúlamálum loystur úr starvi, og løgmaður skrivaði út løgtingsval í ótíð. Nevndin í Føroya Lærarafelag er farin undir samráðingar við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, og vónandi kemur munagott burturúr.

Hugsið tykkum, um øll krøvini blivu gingin á møti. Hugsið tykkum, um landsins politikarar og myndugleikar søgdu:

Tykkara arbeiði er so týdningarmikið, og tit skulu fáa alt tað, sum tit meta tykkum hava tørv á fyri at útinna arbeiðið væl. Gerið so væl!

Tað hevði verið áhugavert at sæð, hvussu gerandisdagurin hjá næmingunum hevði sæð út, um hvør einstakur lærari ella toymi av lærarum høvdu skipað seg sjálv.

Um tú lænir mínar brillur eina løtu, sært tú ein skúla, har øll trívast, virka, liva og læra í felag og í samljóði. Her er pláss fyri okkum øllum, og tey, sum snáva, fáa hjálp og verða stuðlað, til tey aftur klára seg, ella til tey eru liðug við skúlan og klár at fara út í lívið og har læra meira í lívsins skúla.

Takk fyri lán.

Klumman, sum stendur í Skúlablað nr 6, 2022

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.