Tíðindi

Kalpana Vijayavarathan verjir ph.d.-ritgerð sína

Fríggjadagin 17. november fer Kalpana Vijayavarathan at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini.

13.11.2017

Evnið fyri ritgerðini er:
Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.

Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kalpana, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við ritgerðini í august mánað í 2014.

Í seinasta Skúlablað er samrøða við Kalpanu um evnið í ritgerðini. Har sigur hon eitt nú:

- Mínar royndir vísa, at tað, sum lærararnir gera í flokshølinum, samsvarar ikki við teirra sannføring um læring. Sum lærari í enskum sum fremmandamáli havi eg bara eitt skúlaár saman við teimum læraralesandi, og eg undirvísi ikki bara í talaða málinum, tí málfrálæran fevnir eisini um aðrar námsgreinar. Tí hugsaði eg, at um lærarakognitión kann verða lykilin til, at eg kann gera mína undirvísing meira viðkomandi, so er tað avgjørt eitt áhugavert evni at granska í, sigur Kalpana.

Lærarakognitión hevur sín uppruna í gransking innan støddfrøði og náttúruvísindi, men er í løtuni nógv frammi innan málfrøði og serliga í enskum, tí enskt er eitt sokallað "lingua franca" (t.e. felagsmál fyri samskifti á fremmandamáli).

- Jú meira eg las um evnið, jú meira sannførd gjørdist eg um, at granskingin hjá mær skuldi savna seg um læraran, tí í einari frálærustøðu er lærarin tann týdningarmiklasti variabulin. Tilval og frával eru støðugir partar av einari granskingartilgongd og krevja neyvar grundgevingar. At tær sjey stakkanningarnar eru gjørdar í enskum sum fremmandamáli í 8. flokki, og ikki 4., 5., 6., 7. ella 9. flokki, kemst av, at hetta er eitt ár, har lærarin hevur eitt sindur størri frælsi til at leggja dent á talaða málið og ikki er so bundin av grundleggjandi mállærufrálæru ella fráfaringaroyndum. 

Verjan, sum er almenn, verður í Auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin 17. november 2017 og byrjar stundisliga kl. 13.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.