Tíðindi

Jólahaldini í skúlunum: Versnar støðan kunnu tilmælini broytast

- Skúlarnir hava fingið boð um, tað ikki koma ávísar leiðreglur í samband við jólahaldið í skúlunum, soleiðis sum støðan er í løtuni, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

03.12.2020

Jól eru í hondum, nú vit eru komin inn í desember mánað. Fólk flest fyrireika seg til jólini, ella hava tey í huga.

Soleiðis er eisini innan skúlagátt.

Men tó er mangt øðrvísi í 2020, nú korona í størri ella minni mun setir dagsskránna. Mong eru ivandi um, hvussu jólini skulu ella kunnu haldast, og í skúlunum kring landið verður eisini tosað og ætlað, hvussu kirkjugongd og jólahald, sum er árligur partur av jólunum í skúlunum, kunnu skipast.

Óivað er ymiskt, hvussu ymsu skúlaleiðslurnar ætla at gera við jólahaldini í skúlunum, men sum so er ongin beinleiðis vegleiðing komin til skúlarnar frá myndugleikum um, hvussu hetta skal skipast.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur soleiðis, tá hann verður spurdur um hetta.

- Skúlarnir hava fingið boð um, tað ikki koma ávísar leiðreglur í samband við jólahaldið í skúlunum, soleiðis sum støðan er í løtuni. Samstundis, sum mint hevur verið á tær almennu leiðreglurnar, sum eru galdandi. Mælt verður til hóskandi frástøðu, 1 til 2 metrar, tá næmingar eru saman við næmingum, sum tey dagliga ikki eru í samband við. Tað kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast, og tað skal vera við frástøðu. Mælt verður til hondreinføri, og at øll skulu hava atgongd til at spritta hendur.

- Siðvenja er í nógvum skúlum at skipað verður fyri jólagudstænastum. Kirkjan hevur leiðreglur fyri, hvussu kirkjugongd verður skipað í samband við korona, so skúlarnir avtala við prestin, um og hvussu jólagudstænastan verður skipað í ár. Jólahaldini í skúlunum verða eisini fyriskipað við almennu tilmælunum í huga, sigur Jenis av Rana.

Men tíðin við koronu hevur áður víst okkum, at  umstøðurnar skjótt kunnu broytast, og hetta hevur landsstýrismaðurin eisini í huga.

Undirvísingarstýrið hevur ikki fingið nøkur boð frá heilsumyndugleikanum, ella politiska myndugleikanum um, at serlig tilmæli skulu gerast fyri jólahaldini, sum skúlarnir skipa fyri. Soleiðis er støðan í dag. Versnar støðan, so kann tað verða, at tilmælini broytast, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.