Tíðindi/Greinar

14.01.2019

Innlit í okkara yrki og søgu

Eitt spennandi- og møguliga kollveltandi ár er fyri framman á læraraøkinum. Broytingar í fólkaskúlalógini; KT-økið á einum vegamóti; Undirvísingarstýrið er farið til verka; og sáttmálasamráðingar byrja stutt eftir summarferiuna. Tó eiga vit eisini at kaga aftur í søguna, fyri at greina samtíðina betur og leggja ætlanir fyri framtíðina. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, skrivar

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum í novembur hevur av álvara sett ferð á kjakið um, hvussu vit fáa ein so góðan fólkaskúla sum gjørligt – bæði fyri næmingar og lærarar.

Tey flestu hava eina hugsan um okkara starvsøki, og tað krevur mangan ein breiðan rygg at verja sítt egna øki fyri fólki, ið kanska ikki altíð vita, hvat tað merkir at vera lærari.  

Lærarar hava altíð merkt alskyns broytingar í teirra lærarayrki, og hetta kann bæði elva til betri arbeiðsumstøður, men sanniliga eisini til ørkymlan og eina kenslu av, at tú altíð ert noyddur at broyta tínar dagligu arbeiðsvanar. Lærarar mugu at kalla alla tíðina finnu røttu javnvágina millum at taka jaligt ímóti nýggjum arbeiðsumstøðum og somuleiðis halda fast í gomlum dygdum.

Vit hava helst lyndi til bert at minnast seinastu broytingingar. So sum fleiri tímar í innskúlingini eftir PISA-kanningina fyri umleið 13 árum síðan; stovnanina av førleikastovum kring landið; serflokkar; námsætlanir; undirvísingargongdir; talgildar próvtøkur; samfelagsfrøði í hádeildini; First Class og nú Office 365. Men fara vit nøkur fá ár longur aftur, hendi tann kollveltandi broytingin, at arbeiðstíð okkara skuldi skjalsetast í eina virksemisætlan.

Eiga at kenna okkara søgu betur

Hóast ítøkilig viðurskifti og álvarsmál eru á skránni í komandi tíðum hjá Føroya Lærarafelagi og starvsfólki og politikarum, ið varða av fólkaskúlanum, so eiga vit ikki at gloyma glæsiligu søguna hjá lærarafólki og okkara undanfólkum, síðan Føroya Læraraskúli varð settur á stovn í 1870.

Tey fyrstu árini tók tað tvey ár at lesa til lærara, og ikki fyrr enn í 1938 skuldi tú lesa 4 ár. Kvinnur sluppu á Læraraskúla í 1884, og føroyskt varð ein lærugrein í 1907. Umframt hetta upplivdu útbúnir lærarar fleiri aðrar broytingum í fólkaskúlalógini bæði viðvíkjandi skipan, innihaldi og lærugreinabýti.

Vit áttu at hátíðarhildið 150 ára dagin hjá Føroya Læraraskúla í 2020 við at lýst okkara virksemi við einum dygdargóðum filmi um lærarayrkið gjøgnum søguna. Góð góðska kostar, men vit eiga at vera so mikið errin av okkara yrki, at vit eru sinnað at nýta pening til slíkt endamál. 

Ein filmur, ið veruliga lýsir okkara arbeiðsviðurskifti og stríðsmál síðan seinast í 19. øld, eigur eisini at fáa landsins myndugleikar at sæð okkara viðurskifti við nýggjum eygum.

Mangan verður tosað um, at fólk ikki hámetir lærarar og okkara arbeiði í dag sum fyrr. Men vit fáa bert ta virðing, sum vit sjálv útstrála. Vit arbeiða á einum tí týdningarmiklasta fólkastovni, vit hava í samfelagnum, og tískil er okkara uppgáva sanniliga virðismikil.

Møguliga ein góð hjáveiða við einum filmi verður, at føroya fólk – eins og landsins myndugleikar – fær eitt betri innlit í okkara arbeiðslív og støðu í samfelagnum.

Í skrivandi løtu er hugskotið um ein film bert ein tanki, men hetta er nakað, sum nevndin eigur at viðgera og taka endaliga støðu til í vár.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan