Tíðindi

Ikki vist, at tey, sum happa, vita at tey happa

Tað er ørkymlandi, at happing og mistrivnaður trívast so væl í dagsins samfelag. Tað heldur Poul Fossdal Guttesen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur undirvíst í lívsáskoðan og siðalæru og heldur, at ein máti at gera enda á óndu ringrásini er at menna dygdir sum virðing, tolsemi og empati

31.01.2024

– Mín fyrsti tanki er, at hetta byggir á vantandi virðing og tolsemi og er illa umhugsað. 

Tað sigur Poul Fossdal Guttesen, lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, í viðmerking, tá ið vit fregnast í sambandi við evnið, vit hesa ferð hava sett á breddan um happing og mistrivnað, og hvat tað kann vera tekin um í okkara mentan.   

Hann er í løtuni í farloyvi, men undirvísir annars í eitt nú í lívsáskoðan og siðalæru, etikki.

- Eg eri ikki vísur í, at tey, sum happa ella skapa mistrivnað rundan um seg, eru tilvitað um tað og halda tað vera happing. Men tað er skeivt kortini, sigur hann.

Fleiri kanningar hava víst, at happing framvegis fer fram í føroyskum skúlum og arbeiðsplássum.

Eitt dømi um happing er hin sokallaði “straffbarlistin”, sum fyrr í ár var í umfari á størsta miðnámsskúlanum í landinum, á Glasi í Havn. Listin talar niðrandi um navngivnar persónar í skúlanum, og tað er ódámligt, heldur Poul Fossdal Guttesen.

- Tað er ørkymlandi, at happing og mistrivnaður trívast so væl í dagsins samfelag, sigur hann.

Kortini manar hann til eitt ávíst varsemi, tí tað er ikki nakað nýtt rák ella rák í tíðini, heldur hann, at listar av slíkum slagi eru í umfari, eitt nú í miðnámsskúlum.

Men tað nýggja er tann hvassi og eirindaleysi tónin, ið fær hann at øtast, tí tað ber boð um eina mentan, sum er skeiklað og farin av leið. Og tað er ein trupulleiki, sum má takast í størsta álvara, heldur hann.

– Talan er um eina ógvusliga snaring og objektivisering, og møguliga endurspeglar straffbarlistin eitt grelt dømi um niðurgerandi og óvirðiligt skemt, sum er í umfari millum tey ungu, sigur hann.

Hann heldur, at tónin rætt og slætt fer um øll sømilig mørk, og talan er um happing av grovum slag.

- Hetta minnir um ringasta lugarsprát umborð á skipi, og sum á ongan hátt er borðbart, sigur hann og minnir á, at happing kann hava stórar avleiðingar við sær, tí happing kann elva til útihýsan og fær persónar at kenna seg serliga útsettar.

Spurningurin er so, um slík dømi eru tekin um ein størri samfelagsligan trupulleika.

- Ja, tað er tað heilt avgjørt, heldur Poul Fossdal Guttesen og vísir á, at trupulleikin er ógvuliga samansettur og stundum ringur at gera enda á.

Serliga eru tað teir sosialu miðlarnir, ið hava broytt mynstrini, heldur hann.

- Onkur hevur í skemti sagt, at facebook hevur bara tvinnar trupulleikar. Annar er, at miðilin hevur einki andlit, og hin er, at hann er ikki ein bók. Í hesum føri er tað serliga tað fyrra, sum kemur til sjóndar og ger seg galdandi. Vandin við sosialum miðlum er, at í frástøðuni er tað so lætt at særa hvønn annan. Tað er verri at tosa niðrandi andlit til andlits. Og tað eru neyvt tey somu brigdini, ið gera seg galdandi, tá ið talan er um ein lista, sum er í umfari í einum miðnámsskúla, sigur hann. 

Brot úr grein eftir Jákup Boga Joensen í Skúlablað nr 6, 2023, sum kom í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.