Tíðindi

Hóttanir og harðskapur á arbeiðsplássinum

Í eina tíð hava hóttanir og harðskapur á arbeiðsplássinum verið undir sjóneykuni. Hetta er sera týdningarmikið, tí tað vísir seg, at hetta tíverri gerst alsamt vanligari. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

05.11.2019

Lærarar hava eitt starv, har tað ikki er vanligt við fysiskum skaðum: tað kemur sjálvandi fyri, at ein lærari dettur og brýtur beinið. Harðskapur, ið rakar lærarar, er sum oftast sálarligur. Tí mugu vit tosa um sálarligt arbeiðsumhvørvi, tá vit tosa um harðskap á arbeiðsplássinum hjá lærarum. Hetta er munandi verri at seta orð á. Tað er torført at síggja sálarligan skaða, og kanska enn verri at knýta sálarligan harðskap at arbeiðsplássinum. Vit kenna øll útsøgnina: tú hevur eisini havt tað trupult heima, sjúka í familjuni hevur verið tyngjandi, ella er tað kanska hjúnaskilnaður. Á henda hátt verður skaðaorsøkin send til avsendaran, altso læraran, ið sjálvur hevur skyld í støðuni, ið hann er endaður í. Dettur tú á arbeiðsplássinum, so er ongin ivi um, at tú sjálvandi kundi verið meiri varin, men ongin setur spurning við, um tað er ein arbeiðsskaði. Hví seta vit so spurning við, tá skaðin er sálarligur?

Vit hava øll arbeitt saman við lærarum, ið hava havt tað torført, tað vit vanliga kalla strongd. Talið av lærarum, ið koma í hesa støðu, gerst alsamt størri. Í tí sambandi er Lærarafelagið farið í holt við at endurskoða “Hóttanir og harðskapur móti lærarum – vegleiðandi mannagongdir”. Hetta hevur Undirvísingarstýrið hoyrt um, og tey vilja vera ein partur av hesum arbeiði. Arbeiðseftirlitið hevur eisini verið inni í myndini. Tey vóru og vitjaðu nevndina og kunnaðu um, hvønn leiklut tey hava í hesum sambandi. Vit hildu hetta vera sera áhugavert og bjóðaðu teimum at vera við til álitisfólkadagin, ið júst hevur verið. Tey komu millum annað inná, hvussu týdningarmikið tað er, at man boðar frá skaðum, ið henda. Sambært teirra tølum, so er lærarayrkið eitt sera trygt arbeiðspláss, tí tey fáa fáar til ongar fráboðanir um skaðar, men vit vita, at so er ikki. Okkara vón er, at endurskoðaða mannagongdin um hóttanir og harðskap kemur at verða til stóra nyttu. At hon kemur út í hvønn krók, og at lærarar kenna hana.

Vit ynskja øll eitt trygt arbeiðspláss.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.