Tíðindi

Hvørjar eru ætlanirnar á kt-økinum?

Visiónsorðingarnar á kt-økinum eru orðaðar í eini frágreiðing.

13.04.2021

Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar hildið á Hotel Føroyum fyri 100 lærarum.

Endamálið var at geva undirvísarar úr øllum skúlaverkinum høvi at seta orð á royndir, avbjóðingar og møguleikar við kt í egnari undirvísing. Aftrat hesum máli var eisini umráðandi, at visiónir innan hetta økið vórðu orðaðar og tiknar við í eina frágreiðing.

Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram.

Nøkur høvuðsevni eru vald burturúr, og innan hesar karmar eru tilmæli gjørd.

Í frágreiðingini verða visiónsorðingarnar frá arbeiðsbólkunum og tilmælini frá ritstjórnarbólkinum, innan tey úrvaldu evnini, løgd fram.

Hóast tilmælini eru nógv í tali, og tað ikki ber til at seta øll í verk, so bendir frágreiðingin greitt á, at evnini hanga saman, tí tey ávirka hvørt annað. Tí er umráðandi at varpa ljós á átøk, sum hava størstu ávirkanina.

Við frágreiðingini hava vit fingið betri innlit í, hvussu vit kunnu fremja munagóð átøk á kt-didaktiska økinum. Frágreiðingin kann av hesi orsøk metast sum ein stevnuskrá, ið kann verða leiðbeinandi í sambandi við tey átøk, ið skulu gerast.

Tað ber til at lesa frágreiðingina her:

https://snar.fo/fileadmin/00_filagoymsla/01_filar/04_Tema_og_tvoergreinalig_evni/Kt-didaktiska_oekid/Fragreiding_um_kt-didaktiska_visionseminarid.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.