Tíðindi

Hvørja hugsan hava politisku flokkarnir um betri umstøður til næmingar?

Flokslærarin hevur alt ov stutta tíð til sítt arbeiði og til at røkka øllum næmingum. Tí eigur at verða hugt nærri at arbeiðstíðini, heldur Føroya Lærarafelag. Men hvat halda politisku flokkarnir?

01.12.2022

Tað eru fleiri og fleiri næmingar í skúlanum, ið hava tørv á, at lærarin hevur tíð at vera um teir í smærri bólkum ella ein til ein. Men arbeiðstíðin hjá læraranum og serliga flokslæraranum røkkur ikki til at møta hesum tørvinum hjá næmingunum. Hendan støðan er blivin truplari við, at fleiri næmingar hava serligan tørv.

Tá lærarin skal undirvísa einsamallur, og tað eru upp til 26 næmingar í flokkinum, so er ikki tíð at seta seg við hvørjum einstøkum næmingi. Nógvir næmingarnir trívast illa í stóra flokkinum, og hetta sæst aftur í, at nøkur órógva, gerast frá sær sjálvum ella fara inn í seg sjálvar.

Flokslærarin hevur alt ov stutta tíð til sítt arbeiði og til at røkka øllum næmingum. Serliga næmingarnir við serligum tørvi krevja nógva tíð, har lærarin skal á fund við fleiri stovnar og skriva frágreiðingar og fylla nógv skjøl út til útgreiningar um næmingin. At arbeiðstíðin hjá flokslæraranum ikki røkkur til tørvin hjá næminginum, førir við sær, at tað eru fleiri næmingar, sum trívast illa og hava trupult við at fylgja við í skúlanum, sum flokslærarin kundi nátt, um hann hevði tíð til tað.

Á hvønn hátt vilja tit í eini komandi stjórn vera vit til at geva næmingunum betri umstøður at verða undirvístir í smærri bólkum og geva flokslæraranum meira tíð at vera um næmingarnar?

FÓLKAFLOKKURIN (A):

At undirvísa í smærri bólkum krevur fleiri hølir, og veruleikin er, at fleiri skúlar ikki hava hesar karmarnar at virka undir. Tískil er hetta ein stór avbjóðing og forðing hjá nógvum.  

Eitt alternativ er, at sett verður eitt nýtt og væl lægri næmingahámark í flokkarnar, soleiðis at tað vera væl færri næmingar í hvørjum flokki. Eru flokkarnir størri, verður sett í verk tvílæraraskipan. Við tvílæraraskipan skulu í mesta lagi vera t.d. 25 næmingar í einum flokki. Eru fleiri næmingar enn hetta, útloysir næmingatalið ein flokk afturat.   

Ein tvílæraraskipan og minni flokkar fara at geva lærarunum betri tíð til at náa einstaka næminginum fakliga og sosialt.   

Flokslærarin eigur at fáa fleiri tímar til at røkja flokslæraraleikutin og færri tímar til at undirvísa í. Á henda hátt, kann flokslærarin fáa størri rásarúm til at røkka tí einstaka næminginum og gera tað arbeiðið, sum liggur á flokslæraranum.

Hesi átøk krevja sjálvsagt nógv, og torført verður at fáa alt gjørt skjótt, men Fólkaflokkurin fer at gera sítt til, at hesi mál kunnu røkkast. Flokkurin hevur eisini eitt stórt ynski um, at kreativu og handaligu lærugreinarnar skulu fáa nógv størri rúmd í skúlanum. Hetta hevði gagnað øllum. Eisini heldur flokkurin, at skúladagurin átti at verið styttur nakað. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at skúlin framhaldandi skal geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

SAMBANDSFLOKKURIN (B):

Minni flokkar, helst ikki meira 20 næmingar í hvørjum flokki, og færri tímar á tímatalvuni.

Tá fyrsta PISA-kanningin var gjørd, var úrslitið á henni ikki nøktandi. Tí valdu myndugleikarnir at koyra fleiri tímar á tímatalvuna, men ongin hevur sett spurnartekin ella endurskoðað tímatalið síðani. Tíðin er komin nú til at endurskoða hetta.

Best hevði verið, um vit høvdu eina tvílæraraskipan frá 1.-3. flokki í teimum allarflestu fakum. Hetta hevði verið ein stór hjálp, bæði fyri næmingin og læraran.

JAVNAÐARFLOKKURIN (C):

Flokslærarauppgávan skal uppraðfestast. Niðurskurðurin skal vera hægri. T.d. eftir floksstødd og uppgávum. Skúlatíðin skal vera ein góð tíð fyri allar næmingar, og tí er tað av týdningi, at lærararnir fáa tíð til trivnaðararbeiði og undirvísing.

Fólkaskúlin er ikki eitt universitet, har næmingar søkja um at sleppa at ganga í skúla. Næmingarnir skulu samb. lóg ganga í 9 ár í skúla. Tí skylda vit teimum, at tey hava tað gott og eru trygg, meðan tey læra og ganga í skúla.

Vit mugu ikki trýsta okkara og foreldranna ambitiónir niður í børnini í fólkaskúlanum. Breiddin er avgerandi í fólkaskúlanum. Stóru krøvini skulu nokk koma, tá børnini eru búgvin til tess. Restina av lívinum verður jagstran eftir prógvum, tign og pengum, partur av vaksna lívinum.

Hetta merkir ikki, at vit ongi krøv skulu hava. Men tey skulu tillagast.

Eisini fara vit at stytta skúladagin. Helst soleiðis, at ongin næmingur gongur í skúla longur enn til kl. 13.30 í føroyska fólkaskúlanum. Eisini má størri Javnvág vera millum kreativu, bókligu og náttúruvísindaligu lærugreinarnar.

Talgilta ættarliðið má aftur til røturnar, har persónligt samskifti og fría spælið fær meiri rúmd í føroyska fólkaskúlanum.

SJÁLVSTÝRI (D):

Har eru ymiskar loysnir at heinta: Normeringar, áseta hámark á tal av næmingum í flokkunum og so framvegis. Har halda vit í Sjálvstýrinum, at ein komandi stjórn skal seta seg niður, saman við Lærarafelagnum og øðum, og finna útav, hvat er tann besta loysnin fyri tey.

Leggjast afturat kann, at vit ynskja eina endurskoðan av fólkaskúlanum í síni heild, har vit vera noydd at umskipa okkara viðurskifti, so at tey koma næmingunum til góðar. Tað vit hava gjørt í Føroyum er at byggja á eina gamla skúlaskipan sum eina roynd at dagføra fólkaskúlan. Í staðin fyri at hyggja at skipanini frá botni til topp.

TJÓÐVELDI (E):

Ynskiligt var, at skúlabygging tók hædd fyri smáum bólkarúmum. Hetta er ofta ein mangulvøra; eisini í teimum nýggju stóru skúlunum. Avleiðingin er, at lærarar hjá næmingum, sum verða tiknir út úr vanligu undirvísingini, ofta mugu finna sær okkurt stað úti í gongini at sita og arbeiða í. Hetta eigur størri fokus at verða á í komandi skúlabygging.

Flokslærarauppgávan er spennandi, men seinastu árini eru uppgávurnar, sum flokslærarin skal taka sær av vorðnar alsamt fleiri og fleiri. Hesar eru í dag so nógvar, at fleiri vilja sleppa undan uppgávuni. Tjóðveldi heldur, at flokslærarauppgávan er nakað, sum fokus frá politiskari síðu saman við Føroya Lærarafelag eigur at verða sett á, tí tað er hjá flokslærarunum, at trýstið er í so stórt. 

FRAMSÓKN (F):

Vit halda, at talið av næmingum í hvørjum flokki eigur at verða lækkað, so at lærarin sum heild hevur betri tíð til hvønn næming. Eisini tá ið serøkið verður havt í huga. Vit hava ikki eina fastlæsta meining um, hvussu nógvir næmingar skulu kunna vera í hvørjum flokki, men meta, at hetta skal viðgerast nærri saman við skúlafólki og ein leistur gerast uttan drál.

Ein góð og fjølbroytt tvílæraraskipan eigur eisini at verða ment, júst við hesum fyri eyga at hava meira tíð til hvønn einstakan næming.

Flokslærarin hevur altíð havt stóran týdning fyri flokkarnar í fólkaskúlanum, og tann leikuturin fær bert størri og størri týdning, so hvørt sum skúlar og lærarar skulu samskifta við so nógvar partar uttan fyri skúlan, afturat tí vanliga arbeiðinum við undirvísing, rætting, eftirmeting og foreldrasamstarvi. Og vit halda, at tíðin er komin at seta fleiri tímar av til arbeiðið sum flokslærari, so at bæði næmingar, foreldur og avvarðandi eins og lærarar kenna, at tað ber til at røkka málinum fyri læring og trivnaði.

Vit leggja afturat, at tað er sera týdningarmikið at halda fram at førleikamenna lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum regluliga, eitt nú sum skúlabókavørðir, KT-vøriar, lesivegleiðarar o.a., tí nú er rúm tíð gingin, síðani hesar útbúgvingar vórðu bodnar fólkaskúlalærarum, og tørvurin á teimum er ovurhonds stórur. Vit skjóta upp, at greiður leistur við fígging til eftirútbúgving á hvørjum ári verður lagdur. Hesum vilja vit virka fyri, um vit fáa ávirkan í okkara komandi stjórn.

Somuleiðis vilja vit virka fyri einum hóskandi fak- og tímabýti fyri framtíðina.

MIÐFLOKKURIN (H):

Arbeiðssetningurin hjá nevndini, ið dagførir fólkaskúlalógina var m.a. orðaður við hjálp frá serkønu limunum í fólkaskúlaráðnum.

Miðflokkurin er við í tí politiska fylgibólkinum, sum fylgir arbeiðinum í tí nevndini, sum landsstýrismaðurin, sum sat á økinum til 14. novembur, setti í verk. Hetta er eitt arbeiði, sum, um neyðugt, setur nýggja kós fyri fólkaskúlan ella øki í skúlanum, og sum grundleggjandi dagførir fólkaskúlalógina. 

Arbeiðið er á fleiri økjum komið so langt, at vit hvørja løtu kunnu vænta at síggja uppskot til lógarbroytingar. Hesi uppskot síggja vit í Miðflokkinum fram til, og fara ikki, sum støðan er, óneyðugt at blanda okkum í arbeiði nevndarinnar, fyrrenn úrslit hennara kemur á borðið. 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.