Tíðindi

Hvussu verða fleirmæltir næmingar loftaðir í fólkaskúlanum?

Hetta er høvuðsspurningurin í eini masterlæruverkætlan, sum Erla Ree Winthereig og Birita Jaspursdóttir Joensen skrivaðu í sambandi við lestur á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyrst í hesum árinum. Heitið á ritgerðini er: Javnbjóðis møguleikar. Rúmar føroyski fólkaskúlin fremmandamæltum næmingum?

13. august 2020

Í ritgerðini verður ljós varpað á, hvørjar avbjóðingar eru á fólkaskúlaøkinum, tá ið talan er um fremmandamæltar næmingar, og hvørjar politiskar ætlanir eru á økinum. Fremmandamæltir næmingar er savnandi hugtak fyri næmingar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, og sum í størri ella minni mun ikki skilja føroyskt. Kanningin, ið Erla Ree Winthereig og Birita Jaspursdóttir Joensen hava gjørt, byggir á gransking, empiri, kanningar og skjøl umframt tvær samrøður; onnur við Siri Tórgarð, nú fyrrverandi integratiónssamskipara í Tórshavnar kommunu, og hin við Helenu Dam á Neystabø, verkætlanarleiðara í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Tíðliga í hesum árinum vóru umleið 300 børn og ung á ávikavist dagstovni og í fólkaskúla, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, og sum ikki hava rætt til undirvísing, ið er tillagað málsligu og mentanarligu avbjóðingarnar, tey hava. Hetta talið er vaksið við 30% seinastu trý árini. Hvussu verða hesir næmingarnir loftaðir í fólkaskúlanum? Tað er einki eintýtt svar upp á tann spurningin. Í øðrum londum verða næmingar, sum hava annað móðurmál enn tað, sum verður tosað í landinum, haðani teir koma, savnaðir í móttøkuflokkar, men sambært kanningini hjá Erlu Ree Winthereig og Biritu Jaspursdóttir Joensen er ein móttøkuflokkur ov einfalt, tí uppgávan er nógv størri enn so; fólkaskúlanum tørvar størri játtan, undirvísingartilfar og førleikar, skal hetta bera til. Bólkurin av børnum og ungum, sum ikki fær nøktandi undirvísing, er fjølbroyttur; í fleiri førum er málførleikin hjá børnum og ungum við útlendskari mammu ikki nøktandi. Orsøkina halda tær vera, at pápin í nógvum førum er ov lítið hjástaddur. Ein onnur avbjóðing er, at næmingar ikki duga annað norðurlendskt mál og tískil hava stórar avbjóðingar at læra danskt frá 3. flokki.

Fremmandamæltir næmingar í Føroyum kunnu sambært løgtingslóg nr. 125 fáa eykaundirvísing í føroyskum. Í ritgerðini siga Erla Ree Winthereig og Birita Jaspursdóttir Joensen, at hóast hesa áseting fáa allir fremmandamæltir næmingar ikki frálæru í føroyskum, og dygdin í undirvísingini, sum er, er mangan ov tilvildarlig. Av somu orsøk hava fremmandamæltu næmingarnir mangan ilt við at læra onnur fak, so sum støddfrøði, søgu og heimstaðarlæru, vísa tær á.

- Hetta kann sigast at vera í stríð við fólkaskúlalógina, ið ásetir uppgávuábyrgdina í fólkaskúlanum. Fólkaskúlalógin áleggur fólkaskúlanum at tryggja, at einstaki næmingurin nemur sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Spurningur kann setast við, í hvønn mun fremmandamæltir næmingar veruliga kunnu taka lut í undirvísingini, um teir ikki skilja málið, sum teir verða undirvístir í, siga Erla Ree Winthereig og Birita Jaspursdóttir Joensen.

Fólkaskúlalógin heimildar einstøku skúlunum at skipa og leggja undirvísingina til rættis; hetta kann hava við sær, at fremmandamæltir næmingar fáa ymisk tilboð kring landið. Integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu sigur í ritgerðini, at kommunan leingi hevur havt í umbúna at skipa fólkaskúlaøkið øðrvísi, tá ið talan er um í fremmandamæltar næmingar. Ætlanin hevur verið at skipað ein serflokk, har fremmandamæltir næmingar úr ymsum árgangum kunnu koma saman til frálæru í føroyskum, men kortini hava sín egna heimaflokk. Í løtuni er støðan tann, at tað sita 1-2 næmingar í hvørjum skúla og fáa frálæru í føroyskum. Integratiónssamskiparin vísir á, at tey vilja savna serkunnleikan innan økið til frama fyri einstaka næmingin.

Hóast fólkaskúlalógin heimilar eykatímar í føroyskum máli, vísir empirska kanningin hjá Erlu Ree Winthereig og Biritu Jaspursdóttur Joensen á stukturellar og siðbundnar avbjóðingar, tá ið talan er um at veita neyðuga undirvísing í føroyskum sum fremmandamál. Fleiri lærarar vísa á, at teimum vantar førleikar at undirvísa í føroyskum sum fremmandamál. Ein annar trupulleiki er, at lítið og einki undirvísingartilfar er gjørt til endamálið. Sostatt er talan um strukturellar avbjóðingar í núverandi fólkaskúlaskipan og í undirvísingini av fremmandamæltum næmingum í føroyskum máli.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.