Tíðindi

Hvussu sær heimsins besti fólkaskúli í roynd og veru út?

Sjálvsagt skulu politikarar vera visionerir – men setur ein sær alt ov høg mál, verða tey ikki tikin í álvara og minnið spyrst kanska burturúr, enn um man hevði sett sær nøkur minni ambitiøs, tó meira realistisk mál, ið ein veruliga arbeiddi fram ímóti og hevði møguleika at røkka. Røða eftir Sigri Gaini, lærara og cand. ped. í heimspeki.

27.03.2017

Gott fundarfólk! Góðu lærarar!

Eg vil fyrst nýta høvið at takka fyri, at eg var boðin at vera gestarøðari á aðalfundi Lærarafelagsins í ár. Tað er mær ein stórur heiður.
Fyri nøkrum árum síðan settu føroysku politikararnir sær sum mál, at føroyski fólkaskúlin skuldi vera heimsins besti fólkaskúli í ár 2015. Vit skriva nú ár 2017 og ikki kann sigast, at hetta mál varð rokkið. Vit kunnu seta okkum spurningin hví? Og skilabesta svarið man óivað vera, at málið var í so ambitiøst.

Tað varð ikki tikið í álvara, og tað varð flent at tí av fyrstan tíð ... tí hvaðani skuldi allur peningurin og allar ressursirnar til at røkka málinum koma? Og hvussu sá heimsins besti fólkaskúli í roynd og veru út?

Lærdómurin úr hesum man vera, at ein eigur at seta sær realistisk mál. Sjálvsagt skulu politikarar vera visionerir – men setur ein sær alt ov høg mál, verða tey ikki tikin í álvara og minnið spyrst kanska burturúr, enn um man hevði sett sær nøkur minni ambitiøs, tó meira realistisk mál, ið ein veruliga arbeiddi fram ímóti og hevði møguleika at røkka.

Um ein partur av motivatiónini var at skara framúr, so kundi ein heldur sett sær eitt ella tvey mál, ið vóru original og fyrimyndarlig – og ikki minst uppnáilig. Tað kundi eitt nú verið at innført eitt fak sum heimspeki ella “medborgaraskap” á tímatalvuna. Her høvdu næmingarnir m.a. lært um etikk, argumentatión og menniskjaáskoðan.

Vit kundu við hesum faki verið fyrimynd fyri restina av Norðurlondunum. Í øðrum Evropeiskum londum, eitt nú Fraklandi, er heimspeki longu á tímatalvuni.

Um fakið so skuldi verið í einar 2 tímar um vikuna, kundi man evt. valt at havt tað saman við kristni. Hetta kundi t.d. verið rópt “heimspeki, átrúnaður og lívsáskoðan” (– ella tað kundi verið sett inn fyri 2 føroyskt tímar, teir eru jú so nógvir í tali).

Okkara heimur er í støðugari broyting; politiskt, samfelagsligt og sosialt ... Og hóast vit ikki eru eins merkt av hesum broytingum og flest onnur lond í Evropa, so merkir hetta ikki, at globaliseringin og tøknifrøðin ikki eisini ávirka okkum.

Einhvør lærari, ið arbeiðir í einum miðalstórum skúla í Føroyum, hevur óivað upplivað at tikið ímóti børnum úr Tailandi, Filippinunum ella onkrum afrikanskum landi. Børn, ið eru flutt til Føroya við mammum sínum, ið eru vorðnar giftar føroyingum. Hetta gevur okkum nýggjar avbjóðingar í mun til frálæru, fyrst og fremst í føroyskum máli – men sjálvsagt eisini í øðrum fakum.

Afturat hesum – og kanska av enn størri týdningi – kemur uppgávan at hjálpa hesum børnum og familjum teirra við integratiónsmannagongdini. Skúlin er óivað tann stovnur (saman við barnagørðum og vøggustovum), ið ber størstu ábyrgdina, tá ið ræður um integratión av tilflytarabørnum. Eg veit, at stórt arbeiði verður lagt í henda partin av ábyrgdarøki skúlans, og at arbeitt verður við at menna eina enn meira skipaða móttøku og undirvísing til hesi børn.

Í Íslandi hava tey valt at lata øll tilflytarabørn, ið koma til Reykjavíkar (og har um leiðir) at ganga í sama skúla, nevniliga Austerbæjarskúlanum. Allir lærarar á hesum skúla verða upplærdir í einum serstøkum háttalag, ið er ment til at taka ímóti og inkludera tilflytarabørn. Sostatt verða børnini loftað á best møguligan hátt. Á skúlanum er sjálvt ein lærari, ið hjálpir familjunum hjá børnunum við praktiskum viðurskiftum, so sum at søkja um uppihaldsloyvi.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá okkum at gjørt okkurt líknandi og valt ein skúla í Havn, ið spesialiseraði seg í at taka ímóti tilflytarabørnum? Og so kundu lærararnir á skúlanum sloppið til Íslands at lært háttalagið, sum tey nýta har?

Enn eru vit tó ikki í somu avbjóðandi støðu sum londini rundan um okkum, ið eisini taka ímóti  flóttabørnum, ið bera álvarslig traumu. Men hesa støðu kunnu vit sanniliga eisini koma í, áðrenn vit vita av, so hetta kunnu vit eins væl so smátt byrja at fyrireika okkum uppá, afturat arbeiðinum við tilflytarabørnunum.

Hugsa vit um globaliseringshugtakið, so fevnir hetta sera vítt – og gevur assosiatiónir til alnótina og sosialar miðlar, handilsavtalur og (burtur)fluttan ídnað, frælsan arbeiðsmarknað, ES, Mannarættindadómstól og mangt, mangt annað.

Ástøðingar eru ikki á einum máli um avleiðingarnar av Globaliseringini. Summir leggja størsta dentin á jaligu avleiðingarnar, so sum frælsið hjá einum evropeiskum arbeiðara at flyta seg til tess at arbeiða og forsyrgja familju síni og um somu tíð hjá ídnaðinum at fáa eina arbeiðskraft uttanífrá, har møguliga ongin var áðrenn.

Aðrir ástøðingar vísa á meira døpru avleiðingarnar, so sum dálking, vaksandi stættarmun og útnyttan av bíligari arbeiðsmegi.
Samtíð okkara, globaliseringsøldin, verður m.a. rópt postmodernitetur, seinmodernitetur og risikosamfelagið. Heimskendi, pólski sosiologurin, Zygmunt Baumann, ið andaðist fyri stuttum, rópti samfelag okkara fyri “Liquid Modernity” ella “flótandi modernitetin”. Við hesum meinti hann, at onki longur liggur fast – alt flýtur – og var hann sera atfinningarsamur hesum viðvíkjandi.

Hann vísti á manglandi fasta grund og tryggleika í lívi modernaða menniskjans. Bæði sum eina avleiðing av postmodernaða samfelagnum, har eitt nú arbeiðspláss verða niðurløgd, og fólk brádliga gerast arbeiðsleys, uttan førleikar til at fara í onnur størv – men eisini sum eina avleiðing av hugsunarhátti postmodernaða menniskjans, sum altíð leitar eftir onkrum betri og tískil ongantíð kemur til sættis við tað, sum tað hevur.

Baumann býtir postmodernaða menniskjað í tveir bólkar: Ferðamannin og Fjakkaran.

Ferðamaðurin er hin priviligeraði, ið ferðast og flytur seg, sum honum lystir. Hann ella hon hevur eitt gott starv og ferðast týðum, bæði í arbeiðsørindum og í ferium. Ferðamaðurin hevur frælsi at velja, hvar hann vil búgva og arbeiða. Hann kann búgva í einum landi og arbeiða í einum – ella fleiri – øðrum londum.

Fjakkarin er hin minnið privilegeraði, ið er noyddur at flyta seg ímóti sínum vilja. Hann hevur eitt starv í stutta tíð, kontraktin gongur síðan út, ella hann verður uppsagdur, og hann noyðist at finna sær eitt nýtt starv, møguliga uttanlands. Hann ferðast, hagar hann er noyddur, til tess at kunna forsyrgja sær og sínum. Hann má vera familju sína fyriuttan – ella familjan má ferðast runt saman við honum, uttan at kunna festa røtur. Ein triði møguleiki er, at hann ikki sær seg føran fyri at forsyrgja einari familju og tískil velur at vera einsamallur.

Baumann vísir við hesum menniskjalýsingum á vinnararnar og tapararnar í globaliseringini. Tó virðismetir hann ikki priviligeraða lívið hjá ferðamanninum, ið í sínum rastloysi alla tíð leitar eftir onkrum betri og ynskir sær meira av einhvørjum: meira av peningi, fleiri upplivingar, meira sjálvspromovering o.s.fr. Hesin liviháttur kostar, og tað er fjakkarin, ið má gjalda prísin, m.a. við at arbeiða í framleiðsluídnaðinum , ið útvegar ferðamanninum hansara tøkniligu útgerð, so sum farteldur – og telefonir.

Í kjalarvørinum av globaliseringini hava vit tey seinastu árini eisini sæð populismuna vunnið fram. Eitt rák, ið ikki trýr uppá menniskjaskaptar klimabroytingar og tískil ikki vil arbeiða fyri at minka um dálking, eitt rák sum er nasjonalistiskt og fremmandafíggindaligt. Og ikki minst eitt rák, ið við sínari skepsis til vísindaliga gransking, hevur elvt til hugtakið “postsannleika”.
Hvat hevur fólkaskúlin við alt hetta at gera ...? Hann hevur sjálvandi eina rúgvu við hetta at gera! Skúlin er eitt lítið samfelag í samfelagnum, sum ofta verður tikið til. Skúlin ávirkast av og speglar samfelagið.

Næmingarnir ávirkast sjálvsagt eisini í stóran mun av tí, sum hendir uttanfyri skúlan.

Men er hetta rákið nakað, sum vit skulu taka støðu til í skúlanum? Ella skulu vit halda á við okkara fakligu undirvísing og okkara námsfrøði, sum vit eru von?

Sjálvandi má undirvísing í at lesa og skriva og rokna halda á. Tað sama við øðrum fakum. Ein rúgva av innihaldinum í fakunum hevur onki við samfelagsrák at gera – men eru neyðugir førleikar at hava við sær í lívið, tá ið tey ungu fara at fáa sær útbúgving, arbeiði, ja, eitt “vaksnamannalív”.

Eg ivist heldur ikki í, at nógvir lærarar taka samtíðarviðurskifti upp í undirvísingini, á fjølbroyttan og áhugaverdan hátt, hetta allarhelst mest í framhaldsdeildini.

Men tað sum eg hugsi, er at vit mugu geva næmingunum eina mótstøðumegi, ja, nærmast eina mótgift, til at tey kunnu verða klár at fara út í samfelagið og allar tess avbjóðingar.

Tað verður ofta sagt, at vit mugu fyrireika næmingarnar upp á tað samfelag, sum tey skulu út í – og dentur verður tíðum lagdur á, at vit ikki kunnu útbúgva tey til eitt ídnaðarsamfelag, t.e. samfelagið, sum tað sá út, tá ið almenni skúlin vann fram í Evropa.

Sagt verður, at vit harafturímóti mugu hugsa um, hvørjar eginleikar og førleikar teim ungu tørva í dag, so sum eginleikarnar at duga at samstarva við onnur og at loysa avbjóðingar kreativt/innovativt, og førleikarnar at duga at nýta tøkni og at duga at leita sær eftir rættari vitan.

Hetta er alt skilagott – men um somu tíð vita vit eisini, at heimurin broytist við rúkandi ferð, og at tað tí kann vera ringt at vita, hvørjar eginleikar og førleikar tey ungu koma at hava tørv á, tá ið tey flyta seg út um skúlagátt og út í samfelagið.

Tískil eiga vit at menna eina mótstøðukraft í okkara børn og ungu. Eina kraft, ið hjálpir teimum at taka sjálvstøðugar avgerðir, at hugsa frælst, sjálvstøðugt og kritiskt – og harvið ikki at gerast offur, um so tey gerast fjakkarar ella ferðafólk í samfelagnum.

Mótstøðukraftin kann geva teimum vald á egnum lívi, soleiðis at, tá ið tey møta avbjóðingum og forðingum, so duga tey í tað minsta at hugsa sjálvstøðugt og kunnu hava politiska ávirkan við sjálvstøðugu hugsanum teirra – heldur enn bert at gerast marionettdukkur, ið gamaní duga at nýta tøkni og at samstarva – men sum kanska ikki seta spurnartekin við ójavna millum fjakkarar og ferðafólk, ei heldur við samfelagslig rák, ið loyva hesum ójavna í jagstranini eftir fíggjarligum vøkstri og materiellari og sjálvpromoverandi nøktan hjá ferðafólkunum.

So er spurningurin: Hvat er hetta fyri mótstøðukraft, eg tosi um? Hvat er innihaldið í henni – og hvussu sær formurin út?

Innihaldið er dannilsi og formurin er fjølbroyttur. Formurin er fyrst og fremst, at vit átaka okkum partin um dannilsi, sum í fólkaskúlalógini m.a. ljóðar:
At næmingarnir skulu “kunna venja sini evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan”

Og “ at næmingarnir skulu búgvast til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag” í álvara.
Hetta merkir, at leiðin til at røkka málinu sæst aftur í allari undirvísing og allari skúlagongd.

Eitt er fakini. Og her má sigast at vera gleðiligt, at fakið samfelagsfrøði er á veg inn í fólkaskúlan. Stórur tørvur er á tí. Fak sum søga og samfelagsfrøði eru dannandi á tann hátt, at tey ungu gerast tilvitað um bæði fortíð og samtíð – og avleiðingar og samanspæl av og ímillum fortíð og samtíð.

Við vitanini fylgir eisini ein eyðmjúkleiki um, at ein ikki veit alt, ið má sigast at vera eitt sunt mótspæl til “ábyrgd fyri egnari læring” og relativistiskari læringshugsan, har næmingurin sjálvur velur, hvat hann vil læra og ymiskir “sannleikar” og perspektiv hava eins stórt virði.

Dannilsi er sjálvsagdur partur av øllum fakum, um bara ein er tilvitaður um tað. Hetta merkir m.a., at um somu tíð sum undirvíst verður í einum faki, so verður søguliga aspektið, arvurin eftir upplýsingartíðina, drigin inn sum ein natúrligur partur.

Mótstøðukraftin liggur sostatt fyri ein stóran part í einari breiðari vitan um allan okkara mentanararv. Sjálv fortreytin fyri hesum arvi,er sjálvstøðuga og kritiska hugsanin, sum tey ungu mugu læra at nýta líka úr 1. flokk og í 9. og 10. flokk.

Tað eru harvið 2 høvuðsfaktorar í dannilsiskraftini:
At læra breitt um søgu og samfelag (og undir hesum medborgaraskap og heimspeki).
At læra og at sleppa at hugsa frítt, sjálvstøðugt og kritiskt.

Við hesum í viðførinum kunnu tey ungu fara út í samfelagið við einum sjálvsvirði og sjálvsáliti – tí tey nú eiga nøkur amboð til at ávirka sítt egna lív, eisini um tey eru óheppin og enda sum fjakkarar (eftir tulking Baumanns) í samfelagnum. Tey hava, sum áður nevnt, tá møguleikan fyri at gera vart við eitt órættvísi ella ein ójavna, politiskt og samfelagsligt.

Harafturat hava tey møguleikan at gera tað sama fyri sínar medborgarar – og fyri at reagera ímóti ella agera í globaliseraða samfelagnum (– ella hvat samfelagið tá einaferð fer at kallast og vera í framtiðini). Hetta eftir teirra egnu, bestu sannføring – í kraft av teirra sjálvstøðugu, kritisku støðutakan, ið tey hava ment í fólkaskúlanum.

Broytingar eru altíð møguligar – hóast krevjandi og strævnar – og menniskjan hevur kapasitet og møguleikan at fremja stórar broytingar – ella sum jødiskt-týski heimspekingurin, Hannah Arendt, orðar tað: at byrja uppá okkurt heilt nýtt.

Arendt nýtir hugtakið “natalitet”, ið merkir “føðing” ella “ein nýggj byrjan”. Hon nýtir hugtakið í samband við eina menniskjaáskoðan, har hvørt einstaka menniskjalív hevur eitt óavmarkað potentiali og allar hugsandi og óhugsandi hendingar og broytingar kunnu fara fram, hvørja ferð eitt menniskja er føtt.

Natalitetur er tó møguligur í hvørjum menniskjalívi, so leingi sum lív er. Tí hvønn dag, hvørja løtu, er møguleikin fyri nataliteti; fyri at byrja upp á okkurt heilt nýtt, til staðar. Vit kunnu, um vit ynskja tað, byrja upp á okkurt heilt nýtt í dag ella í morgin.

Arendt vísir á, at vit forða fyri natalitetinum; at byrja upp á okkurt nýtt, tá ið vit ikki loyva børnum at fylgja ymsum hugskotum og initiativum, sum tey koma við.

Áhugavert er tó, at hon um somu tíð leggur dent á ábyrgd okkara sum lærarar at vera lærumeistarar, sum skulu læra børnini fakligheit, tað veri seg innan søgu, støddfrøði ella annað. Sambandið millum lærara og næming má vera asymmetriskt, har lærarin vísir á eina faktuella vitan – og har ongin ivi er um, at lærarin veit meira enn næmingurin.

Hetta merkir tó ikki, at vit ikki skulu loyva næmingunum at fylgja ymsum hugskotum, tað verið seg kreativar hættir at loysa uppgávur uppá ella øðrvísi hættir at skilja søgu og vitan uppá.

Vit mugu ikki forða fyri nataliteti og øllum tí gandakenda, ið kann spyrjast burtur úr hesum. Fyribrigdi sum vit ikki ein gong kunnu ímynda okkum!

Eg fari at enda við nøkrum orðum Arendts um hetta sama:
 “Education is the point at which we decide whether we love the world enough to assume responsibility for it, and by the same token save it from that ruin which except for renewal, except for the coming of the new and the young, would be inevitable. And education, too, is where we decide whether we love our children enough not to expel them from our world and leave them to their own devices, nor to strike from their hands their chance of undertaking something new, something unforeseen by us, but to prepare them in advance for the task of renewing a common world.”

Takk fyri.

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.