Tíðindi

Hvussu fáa vit tað betri í skúlanum?

Fleiri miðnámsskúlar í Noregi hava tikið átakið, MOT-Robust ungdom, til sín, men riggar átakið, soleiðis sum tað er ætlað?

14-01-2022

Í skúlunum, sum eru farnir undir átakið, MOT-Robust ungdom, vilja tey leggja upp til eitt gott umhvørvi í skúlastovuni og eina skúlamentan, har øll skulu kenna seg væl og vera inkluderað. Harumframt vilja tey, at einstaki næmingurin skal gerast so væl fyri, at hann megnar avbjóðingarnar, sum lívið bjóðar honum.

Nú hava granskarar kannað, um átakið virkar sambært endamálinum. Teir eru komnir eftir, at tað er gagnligt at fáa meiri at vita um, hvussu átakið virkar. Úrslitið av kanningini kann lesast í tíðarritinum Ungsinn, sum kemur út í Noregi.

Góðar upplivingar í skúlanum kunnu gera lívið einfaldari í framtíðini

Børn og ung eru stóran part av lívinum í skúla. Hvussu tey hava tað í skúlanum, hevur nógv at siga fyri, hvussu tey hava tað annars. Nógv kann vera gott í skúlanum. Tú kanst hava vinir, sum tú hevur tað stuttligt saman við. Góðar vinir, sum tú kanst flenna og stuttleika tær saman við, og tey kunnu stuðla tær, tá ið tú hevur tørv á tí.

Í skúlanum kanst tú hava tað stuttligt við at læra og gleðast um tað, tú lærir og sum tú kanska hevur stríðst við at læra. Næmingarnir kunnu hava kensluna, at lærarin stuðlar teimum og vil teimum alt tað besta í lívinum. Alt er gott her og nú, men tað kann eisini gera lívið einfaldari í framtíðini. Tað hevur góða ávirkan á sálarheilsuna og mótstøðuførið til at takkla avbjóðingar.

Vánaligt skúlaumhvørvi gongur út yvir sálarheilsuna

Summi hava tað ikki gott í skúlanum. Tey kunnu vera fyri happing og vera útihýst. Tá kennist tað ótrygt at vera í skúla, og tú kanst stúra fyri øllum. At síggja, at tey flestu hava vinir, meðan tú ongar hevur, er hart.

At fáa niðursetandi viðmerkingar frá øðrum í langa tíð kann føra til, at tú fert at ivast í tær sjálvum. Um skúlauppgávurnar eru alt ov truplar, og lærugreinirnar kennast ringar at klára, gongur tað út yvir sjálvsálitið. Hevur tú nógvar slíkar upplivingar, kann stórur partur av ungdómstíðini verða eyðkendur av ótta, vreiði ella tungum kenslum.

Rætt til eitt gott skúlaumhvørvi

Flest ungfólk hava bæði góðar og ringar upplivingar í skúlanum. Málið er, at flestu upplivingarnar skulu vera góðar. Í roynd og veru er tað ásett í lóg, at allir næmingar hava rætt til eitt gott skúlaumhvørvi, har eingin happing er, og har eingin er fyri ágangi.

Skúlar arbeiða við skúlaumhvørvinum á ymsan hátt við tí fyri eyga at verja rættindini hjá næmingunum. Ein háttur, sum verður brúktur í nógvum skúlum, er átakið MOT-Robust ungdom.

MOT-átakið varir øll miðnámsskúlaárini

Sambært átakinum hava allir flokkar 12 floksfundir tey trý miðnámsskúlaárini. Fundirnir taka upp ymisk evni, sum til dømis dirvi, væntanir, samrøðu, eginstyrki, val, framtíð og tryggleika. Á fundunum arbeiða næmingarnir við evnunum við at tosa um tey og hava venjingar. Endamálið er at gera næmingarnar dugnaligari í at brýggja seg um hvønn annan, nakað sum ger skúlaumhvørvið betri fyri øll. Harumframt arbeiða tey við at gerast tilvitað um seta mørk fyri seg sjálv og virða mørkini hjá øðrum.  

Ungfólki dámar MOT-átakið

Tey, sum hava gjørt átakið, MOT-Robust ungdom, eftirmeta á hvørjum ári við at spyrja næmingarnar, hvat teir halda um tað, teir fáa burturúr. Afturmeldingarnar eru sum heild, at nógvum næmingum dámar átakið, og at teir hava fingið nógv gagnligt burturúr.

Nógv siga eisini, at átakið hevur gjørt, at tey eru broytt, og at skúlaumhvørvið er betri.  

Tað, vit ikki vita so nógv um

Tað er ógvuliga gott, at tað eru so nógvir næmingar, sum dámar hetta átakið. Tað, vit ikki vita, er, um átakið í roynd og veru førir við sær eitt betri skúlaumhvørvi, minni happing, betri sálarheilsu og at tað eru færri næmingar, sum kenna seg at vera uttan fyri felagsskapin. Nakrar kanningar eru gjørdar fyri nøkrum árum síðan, men hesar svara ikki nóg væl spurningunum, vit hava.

Tí mæla granskarar til, at tað aftur verður kannað, hvørt átakið ger mun. Tað er týdningarmikið at kanna, tí átakið verður roynt á so nógvum skúlum.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.