Tíðindi

Hvat verður økta játtanin til fólkaskúlan brúkt til?

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkinum, hevur í dag sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, munnligan fyrispurning sambært grein 21 í tingskipanini um játtanina til fólkaskúlan.

25.01.2024

Løgtingsmaðurin vil vita, hvussu stór játtanin til fólkaskúlan er í 2024, hvussu stór játtanin til fólkaskúlan var í 2023, og á hvørjum økjum í fólkaskúlanum økta játtanin ítøkiliga verður brúkt – nágreinað í krónum

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, at játtanin til fólkaskúlan er økt seinastu árini og eisini frá 2023 til 2024.

- Ikki er bert ein einstøk orsøk til øktu játtanina, men tær eru fleiri. Nú fíggjarlógin er samtykt fyri 2024, so hevur verið umrøtt, hvussu og hvar økta játtanin frá 2023 til 2024 ítøkiliga er ætlað at verða brúkt, tí tað eru nógv øki á fólkaskúlaøkinum, sum ynski eru um at fáa raðfest hægri,enn tey eru í dag.

Løgtingsmaðurin vísir á, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 stendur m.a. skrivað, at umframt lønarframskriving og lønarlyft verður játtanin framskrivað vegna starvsaldursbroytingar og hægri eftirlønarútreiðslur í sambandi við, at tænastumenn fara frá, og sáttmálasettir lærarar verða settir í staðin.

- Harumframt er játtanin hækkað til eftirútbúgvingar, at styrkja flokslæraraskipanina og til at javna skipanina í sambandi við tilluting av leiðslutíð. Arbeiðast skal við arbeiðstíðaravtalu fyri námsfrøðingar í fólkaskúlanum. Áhugavert er tí at frætta, hvussu nógv er eftir av øktu játtanini, tá alt tað, sum er bundið, verður trekt frá – sum t.d. lønarframskivingar, lønarlyft og hægri eftirlønarútreiðslur. Men enn meiri áhugavert verður at frætta, hvussu og hvar henda økta játtan heilt ítøkiliga verður brúkt á teimum ymisku økjunum í fólkaskúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.