Tíðindi

Hvat hendir í heilanum, tá ið vit dagdroyma?

Tvey øki í heilanum hava serligan týdning, halda granskarar.

04.08.2021

Tað er herliga at droyma seg burtur viðhvørt.

Kanska hugsar tú um summarferiuna og hvussu hon fer at verða, ella hvussu tú hugsar um, hvussu lívið hjá tær verður um 10 ár. Ofta letur heilin tankarnar fúka avstað, tá ið vit ikki hava so nógv at gera. Men tað kann eisini henda í einum skúlatíma, tá ið tú átti at fylgt við undirvísingini. Ofta hendir tað, tá ið vit keða okkum eitt sindur.

Men hvat hendir í grundini í heilanum, tá ið vit sita og síggja framtíðina fyri okkum?

Steingja heimin úti

Granskarar hava kannað, hvat fyri partar í heilanum eru virknast, tá ið vit dagdroyma. Tá tekur heilin ikki so nógv inntrykk uttanífrá. Tá er tað ikki lætt at fáa alt við, sum lærarin sigur. Men tað er ein partur í heilanum, sum arbeiðir upp á sítt ítasta, tá ið vit hugsa framtíðina fyri okkum. Hesin parturin av heilanum er virknast, tá ið vit ikki hugsa so nógv rundan um tað, sum hendir rundan um okkum. Tað verður nevnt at hvíla, meðan vit eru vakin.

Góður ella keðiligur dreymur?

Granskarar hava leingi hildið, at hetta netverkið í heilanum er umráðandi, tá ið vit síggja framtíðina fyri okkum, men teir hava ikki vitað fyri vist, hvussu tað virkar.

Tí tóku forvitnir granskarar úr USA málið í egnar hendur.

Nú hava teir almannakunngjørt eina kanning í einum vísindaligum tíðarriti, sum eitur Journal of Neuroscience. Har eru kanningar og greinir, sum snúgva seg um tað, sum hendir í heilanum, umrøddar.

– Tá ið sálarfrøðingar tosa um, hví fólk kunnu síggja fyri seg framtíðina, siga teir ofta, at vit skulu kunnu leggja til rættis og taka avgerðir.

Tað sigur Joseph Kable, granskari, í tíðarritinum. Hann er ein teirra, sum hevur staðið fyri kanningini.

– Men ein umráðandi funktión er tann eftirmetandi funktiónin. Tað merkir, at tað ikki bara er at hugsa ein møguleika. Man skal eisini kunna duga at meta um, um møguleikin er góður ella ringur, sigur granskarin.

Mátaðu heilavirkni í einum tunli

Í kanningini skuldu 13 kvinnur og 11 menn eftir tørni inn í eina maskinu, sum mátar heilavirkni. Eina sonevnda fMRI-maskinu. Samstundis, sum tey vóru koyrd inn í maskinuna, vórðu tey biðin um at hugsa eina støðu í framtíðini, sum til dømis at sita á eini strond eina summaferiu, ella at vinna í lotto næsta ár. Tey fingu fyrst 12 sekund at hugsa seg til støðuna. Og so fingu tey 14 sekund at meta um, hvussu nógvir smálutir vóru í myndunum, sum tey fingu í høvdið, og um myndirnar kendust væl ella ikki væl. Altso: var støðan, sum tey skuldu ímynda sær, nakað tey høvdu hug at uppliva í veruleikanum?

Ymiskar uppgávur í ymiskum pørtum av heilanum

Tey fóru ígjøgnum hetta fýra ferðir. Samstundis fylgdu granskararnir við, hvat hendi í heilanum hjá teimum. Tað, teir sóu, var, at tvey øki í heilanum vóru virkin – men ymiska tíð. Annað var virknast, tá ið nógvir smálutir vóru í dagdreymunum. Hitt var virknast, tá ið luttakararnir mettu um, hvussu góð ella vánalig støðan var. Mesta virknið var staðfest, tá ið luttakararnir føldu eitthvørt. Um nógvir smálutir vóru í tí, sum tey ímyndaðu sær, hevði einki at siga fyri sjálva støðuna. Granskarar halda tí, at annað økið sjálvt ger støðuna. Hitt metir, um støðan er okkurt hugnaligt, ella um tað er best at sleppa undan eini slíkari í veruliga lívinum.

Kann vera ringt at síggja fyri seg

Men hvørjir dagdreymar hava flest smálutir? Tað ætla granskararnir at finna út av. Teir halda, at ætlanir og dreymar, sum røkka langt fram í tíðina, eru ógreiðari og hava færri smálutir. Og teir kennast kanska eitt sindur løgnir. Til dømis, um tú lýsti, hvussu lívið fór at verða áðrenn heimsfarsóttina, høvdu tey flestu verið skelkað. Bara tankin um at vera í munnbindi, tá ið tú fert til handils og ikki at kunna vera saman við teimum, tú ert góð við, er ógvuliga fjarur. Men tá ið støðan gjørdist verulig, kendist hon ikki líka løgin.

– Mær sigur hetta, hvussu nógv vit kunnu læra um tað, sum vit ímynda okkum, sigur Kable. Og hóast nógv er at læra um dagdreymar, vita vit eitt. Tað er ikki altíð, at tað passar, men tað er sunt at droyma seg burtur! Tað segði Halvor Eifring, professari, á Universitetinum í Oslo í fjør.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.