Tíðindi

Hvat gera vit, tá ið næmingar hava stóra fráveru?

Flestu skúlar og familjur gera alt, tey eru ment, men kortini stríðast nógv børn við nógva fráveru í langa tíð

30.09.2022

Nógvir skúlar toyggja seg alt teir kunnu fyri at hjálpa næmingum, soleiðis at teir ikki hava so nógva fráveru. Sama gera nógv foreldur. Skúlaleiðarar siga frá lærarum, sum møta næmingum við skúlaportrið ella heima hjá næmingunum. Hóast stóran fleksibilitet eydnast tað ikki altíð at hjálpa næmingunum burtur úr óndu ringrásini. Foreldur siga frá, at ætlanir verða gjørdar uttan at støðan hjá barninum er kannað nóg væl, og summi foreldur halda, at tiltøkini eru ov tilvildarlig og ov nógv treytað av ávísum persónum.

Hvat er ov nógv frávera?

Tað er eingin einføld ella eintýðug fatan av, hvat ov nógv ella trupulleikakend frávera er, men sum ofta snýr tað seg um, at næmingar í einum tíðarskeiði á tríggjar mánaðir forsøma meiri enn 10-15 prosent uttan at kunna siga hví. Onnur seta markið at vera 25 prosent seinastu tvær vikurnar ella stórar trupulleikar at møta upp í minsta lagi tvær vikur.

Tað eru fleiri sløg av fráveru; talan er bæði um skúlanoktan, skulking og forveru, sum foreldrini góðtaka. Øll sløg av fráveru kunnu útvikla seg til at gerast ov nógv og fáa skúlan at seta spurningar við hana. Men tað kann eisini vera frávera, sum longu frá fyrsta degi vekir stúran, um orsøkin er ein brádlig hending, ið næmingurin ella familja hansara hevur verið fyri.

Eisini frávera orsakað av sjúku kann broytast til nógva fráveru, sum fær skúlan at óttast. Skúlar og foreldur eiga at raðfesta arbeiðið við fráveru og arbeiða miðvíst við at hjálpa og leggja til rættis soleiðis, at allir næmingar megna at ganga í skúla.

Krevur nógv

Men tá ið fráveran hjá næmingum broytist til at vera so nógv, at skúlin óttast fyri støðuni, krevst eitt stórt tak, sum hevur við sær annað og meiri enn tað, sum skúlin og foreldrini kunnu gera einsamøll.

Tað kann vera ein avbjóðing, um skúlin og myndugleikarnir ikki hava tíð, orku ella førleika munadygt at hjálpa næmingum, sum hava nógva fráveru. Tað kann eisini hava við sær, at arbeiðið at fáa næmingin aftur í skúlan ikki er miðvíst og skipað. Vantandi samstarv millum foreldur, næming, skúla og aðrar stovnar kunnu gera sannlíkindini fyri, at næmingurin kemur í skúla aftur, vánalig.

Nýtt tiltak sum hjálpir

Back2School er eitt væl skipað tiltak fyri næmingar, sum hava so nógva fráveru, at hon vekir stúran. Málið er at hjálpa næmingum aftur í skúla, og at fáa teir at trívast í skúlanum. Hetta verður gjørt við at stuðla næminginum, familjuni og skúlanum við granskingargrundaðum arbeiðsháttum. Útgangsstøði verður tikið í teirri sannroynd, at skúlanoktan er ein samansettur trupulleiki, og vandateknini fyri fráveru eru nógv.

Í Back2School-tiltakinum er gott samstarv millum allar partar, eisini næmingin, lykilin til, at tað eydnast at fáa næmingin aftur í skúla. Tað er av stórum týdningi at lurta eftir barninum og foreldrunum og taka tey í álvara og hjálpa teimum, har tey eru, um somu tíð sum royndirnar, skúlin hevur av næminginum, verða tiknar við. Skúlin eigur eisini at seta spurningin: “Er tað okkurt, skúlin ger, sum ger tað trupult hjá næminginum at koma í skúla?”

Samansett orsøk

Nógv sløg av skúlanoktan er til. Tað er umráðandi at gera skilnað millum sløgini fyri at kunna tillaga tiltakið best møguligt fyri einstaka næmingin. Tí er av týdningi at kortleggja øll viðurskiftini í skúlanum, heima og hjá næminginum sjálvum, sum kunnu hava við sær størri vanda fyri fráveru. Tað vil við øðrum orðum siga, at kortleggingin eigur at vera umfatandi, tí tað er sjáldan bara ein einstøk orsøk til, at næmingur stríðist við at koma í skúla.

Skúlanoktan

Eitt slag av fráveru verður nevnt skúlanoktan ella skúlaaftran. Gransking vísir, at summi viðurskifti eru vanlig, tá ið talan er um skúlanoktan, og tað eru happing, einsemi, vánalig relatión millum næming og lærara, sálarligir trupulleikar so sum angist, tunglyndi og atferðartrupulleikar, og foreldur við sálarligum trupulleikum.

Av tí, at orsøkirnar kunnu vera samansettar og fløktar, serliga tá ið fráveran hevur vart leingi, er ikki nóg mikið bara at gera eitt tiltak í skúlanum. Tað hjálpir heldur ikki bara at vegleiða ella hjálpa foreldrunum ella viðgera barnið einsamalt.  

Back2School leggur upp til eina mannagongd við ymiskum tiltøkum, alt bygt á upplýsingar, sum eru komnar frá í kortleggingini. Eitt dømi er ein næmingur, sum kemur aftur í skúlan so við og við eftir drúgva fráveru. Næmingurin byrjar við at vera í skúla til undirvísing í teimum lærugreinunum, viðkomandi følir seg at meistra væl, ella í tímum, har viðkomandi hevur góð viðurskifti við læraran. Hetta gevur næminginum eina góða kenslu og fær hann at vilja vera meiri í skúla so við og við.

Viðurkent háttalag

Háttalagið í Back2School er grundað á kognitiva atferðarterapi og leggur upp til intensivt arbeiði millum næmingin, foreldur og skúla. Back2School hevur verið brúkt í Danmark í fleiri ár og verður nú roynt í Noregi í eini víðkaðari útgávu, har næmingur, foreldur og skúli arbeiða tætt saman.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.