Tíðindi

Hevur tú børn, eigur tað at vera krav at læra føroyskt

- Ert tú tilflytari og ikki lærir føroyskt, gongur tað út yvir barnið; tískil mugu myndugleikarnir taka undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar við børnum í størsta álvara, sigur Katrin E. L. Jacobsen, M.A. í føroyskum og norðurlendskari mentan

29.12.2020

Kjak hevur verið um, hvørt vit eiga at seta teimum, sum flyta til Føroya, krav um at læra føroyskt. Katrin E. L. Jacobsen, sum hevur nógvar royndir við at undirvísa tilflytarum í Danmark í donskum, og sum í fleiri umførum hevur undirvíst lærarum í Føroyum í føroyskum sum annaðmál, heldur, at kemur tú sum útlendingur til Føroya, og tú hevur barn ella børn við, so eigur kravið til tín at vera, at tú lærir føroyskt, sum svarar til føroyskt sum annaðmál 1.

- Fyrilitið fyri, at tú hevur børn, vigar tungt, men ikki bara tað. Ert tú foreldur, skalt tú vera førur fyri at kunna lesa eini boð frá barnagarðinum ella skúlanum og svara aftur skrivliga. Tú skalt kunna taka lut á foreldrafundi, tosa við heilsusystur ella lækna og so framvegis. Lærir tú ikki føroyskt, gongur tað út yvir barnið, og tískil mugu myndugleikarnir taka undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar við børnum í størsta álvara. Men hóast tú ikki hevur barn við, so haldi eg, at tað eigur at vera eitt krav um, at tú lærir føroyskt; tað er neyðugt at duga málið fyri at kunna vera ein fullgildigur limur í samfelagnum og fyri at kenna bæði tínar skyldur og tíni rættindi.

Aðrastaðni síggja vit tiltøk, har lokalsamfeløg skipa fyri ymiskum, soleiðis at tilflytarafamiljur verða loftaðar og kenna seg vælkomnar. Hetta eru góðar fyriskipanir, heldur Katrin E. L. Jacobsen, tí tað er ein vinningur fyri øll.

- Tað kann hugsast at vera, at onkur bjóðar seg til at koyra børnini til frítíðarítriv ella líknandi, nakað, sum ivaleyst nógv foreldur gera frammanundan. Men hóast nógv bjóða seg fram sum góðir grannar og líknandi, so er serliga umráðandi, at kommunur hava eina fasta mannagongd, tá ið tilflytarar flyta til kommununa. Umframt kunning um ymiskt praktiskt kann tað vera eitt úrval av tilboðum, frítíðarítrivum og annað. Og kunningin eigur at vera ógvuliga greið, og har eigur stórur dentur at verða lagdur á týdningin at læra føroyskt, og hvar tilflytarin skal venda sær fyri at læra føroyskt. Hava tey børn, skulu tey kunnast um føroysku skipanina og hava fund við tann stovnin, har barnið skal byrja. Tey skulu kunnast um, hvar tey kunnu finna hjálp til ymiskt. Eisini her er týdningarmikið, at føroyska skipanin setir starvsfólk í kommunum kring landið, sum skulu taka sær av hesum fyrsta ”møtinum”, tað kunnu verða námsfrøðingar, starvsfólk innan heilsu/familjuviðurskifti ella hjálparfelagsskapir, sum vegleiða tilflytaran í føroysku skipanini. Alt gott um, at øll eftir førimuni royna at geva tilflytarum innlit í føroyskt, men tað besta er at hava ein felags leist og nakrar fastar mannagongdir, hvørja ferð ein tilflytari flytur til eina kommunu og í ein skúla.

Føroyskt sum annaðmál er skipað sum tríggjar útbúgvingar; útbúgvingarnar eru stytt FSA1, FSA2 og FSA3. FSA1 er ætlað teimum, sum ikki duga at lesa á sínum egna móðurmáli, ella teimum, sum hava so stutta ella onga skúlagongd, at tey ikki duga latínska stavraðið ella á annan hátt hava torført við at læra. FSA2 er ætlað teimum, sum hava eina útbúgving, sum duga latínska stavraðið og sum møguliga vilja nema sær útbúgving á yrkisnámi í Føroyum. FSA3 er ætlað teimum, sum hava eina útbúgving á høgum støði frammanundan, sum hava lætt við at læra mál, og sum hava ætlanir um at brúka útbúgvingina, tey hava úr heimlandinum, í Føroyum og ætlanir um at nema sær útbúgving á høgum støði her, t.d. á B.A.-støði, tá tey hava nomið sær føroyskt á C1-stigi.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.