Tíðindi

Heldur fleiri seturskúlar ella útferðir í Føroyum enn eina útferð uttanlands

Lítið yvir Føroya land, gloymið ikki minsta blettin. Súsanna Mortensen, lærari, skrivar

15.06.2018

Ja, nú nærkast tíðin, har seturskúlarnir byrja. Eg plagdi at siga, at um tað ikki var fyri seturskúlarnar, so veit eg ikki, um eg hevði tímað so væl at verið lærari. Tað, sum er stuttligt við seturskúlum, er, at her er tað bara hugflogið, sum setir mørk fyri, hvussu man kann finna uppá og skipa eina undirvísing.

Eg havi altíð hildið fast í, at seturskúli er undirvísing, uppliving og samanhald, har undirvísing er ein líka týðandi partur sum hini bæði. 

Tað er so nógv at læra og uppliva runt í Føroyum, bæði hvat viðvíkur landalæru/landafrøði, søgum og sagnum, mentan og samfelag o.m.a.

Eins umráðandi er, at seturskúlarnir eru í Føroyum. Okkara land er so ríkt, hvat náttúru og mentan viðvíkur, og eg haldi, at tað er stór synd ikki at brúka okkara egna land sum eina stóra, fjølbroytta og livandi "skúlastovu". Tað er ikki ein lærugrein, sum ikki kann dragast inn á eini slíkari ferð.

Her eru góðir møguleikar at vitja støð og oyggjar, sum annars ikki hevði verið farið til. Á undirvísingarportalinum, Snar, er ein sera hent síða, sum hevur sagnir úr hvørjari bygd í Føroyum. Tað er so stuttligt at gera túrar til støðini, sum hesar sagnir eru knýttar at. Næmingunum dámar ofta væl hesar túrar. Bæði sagnirnar og túrarnir, sum verða gjørdir í sambandi við tær, geva góðar møguleikar at ríka bæði um hugtøk og málið hjá næmingunum.

Túrar runt í Føroyum geva næmingunum eina kenslu av okkara náttúru - og kunnu eisini geva teimum kenslur fyri okkara náttúru - og av bygdalívi og mentan ymsastaðni í landinum.

Hesir túrar eru eisini ein sera góður møguleiki at styrkja og menna samanhaldið í flokkinum. Í hesum sambandi haldi eg, at tað er umráðandi, at túrarnir eru væl skipaðir, skilt á tann hátt, at tað er ein ætlan fyri, hvat vit skulu júst á hesum plássinum. At vit eru her fyrst og fremst fyri at kanna og læra. Tí um vit hava ein flokk, sum hevur avbjóðingar við trivnaðinum, so er tað umráðandi, at tað, sum man er saman um, er í miðdeplinum, og ikki samanhaldið sjálvt. At vera saman er ein natúrligur partur av túrinum, og tað eru góðir møguleikar, sum áður sagt, at styrkja og menna hendan partin.

Tí haldi eg eisini, at tað er gott at hava seturskúlarnar í Føroyum. Teir eru ikki so kostnaðarmiklir, og vit lærarar arbeiða og leggja til rættis í einum umhvørvi, sum vit kenna og hava lætta atgongd til. Tað er nógv meira orkukrevjandi at leggja til rættis ein seturskúla uttanlands, har man ikki er so væl kend/ur, og tí er vandi fyri, at man fær nógv minni burturúr.

Tí haldi eg, at tað er nógv betri at brúka bæði ta fíggjarligu og undirvísingarligu orkuna til fleiri seturskúlar í Føroyum enn at brúka hana til ein seturskúla uttanlands.

Lítið yvir Føroyaland.

Gloymið tað á ongum sinni,

goymið tað í hjarta inni

fjalli frá til fjørusand.

Knúkur hvør og hvør ein túgva

læri hugin hátt at flúgva.

Um vit eru fá og smá,

kunna mið tó gerast há.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.