Tíðindi

Heimsins týdningarmesta starv

Vit búgva í einum av heimsins bestu og ríkastu londum. Hví veksur talið av børnum og ungum við sálarligum trupulleikum, og hví fáa vit ikki steðgað gongdini? Birna Gaard, fyrstilærari, hugleiðir

11-06-2021

Minnist so væl lýsingina eftir lesandi hjá Føroya Læraraskúla í byrjanini av 2009. Ein mynd av einum fittum barni og yvirskriftin ”Heimsins týdningarmesta starv”. Tað vakti mín áhuga beinanvegin. Eitt brot úr tekstinum snúði seg um, at børn vóru millum 30-40 tímar um vikuna á stovni ella í skúla í 14 ár. Tá visti eg ikki, um tað var nógv ella lítið fyri eitt barn.

Lýsingin endaði við at spyrja lesaran beinleiðis: ”Vilt tú vera við til at menna og læra okkum?” Tað var ikki eiti á ábyrgd – stórbær, lokkandi og eitt sindur ræðandi í senn. Eg vildi gjarna vera lærari, søkti og slapp inn.

Tey fýra árini á Læraraskúlanum vóru sera góð, mennandi og lærurík, hóast tað var í eini skiftistíð, og góði, gamli Føroya Læraraskúli broytti navn til Námsvísindadeildin og gjørdist partur av Fróðskaparsetrinum.

Í tíðini á Læraraskúlanum kjakaðist eg við læraran um taksonomi og læriúrtøkuna hjá einstaka næminginum. Bláoygd og viljasterk tvíhelt eg uppáhaldinum um, at við røttum fortreytum, góðum læruumhvørvi og eldhugaðum lærara kundi hvør einstakur næmingur náa ovasta trin á stiganum.

Tá hevði eg ongar royndir sum lærari.

Tað er ongin loyna, at hóast øll orka verður løgd í arbeiðið, so kann lærarin ikki tryggja, at allir næmingar í einum flokki duga fakligu førleikarnar til ásetta floksstigið, sum eru sett ávegismál í námsætlanini í einstaku lærugreinini. Hetta, sjálvt um evnið er frammi í undirvísingini við jøvnum millumbilum. Tað eru ikki allir næmingar, sum læra tað, sum lærarin undirvísir í. Lærarin kann tryggja, at hann skipar undirvísingina soleiðis, at næmingar kunnu ogna sær fakligu førleikar í lærugreinini. Sum skilst verður í løtuni arbeitt við at broyta námsætlanirnar.

Tá arbeiðið er liðugt, vóni eg, at tær eru nærri veruleikanum.

12. mars 2020 broyttist alt. Koronafarsóttin herjaði, og samfelagið læt aftur, øll vórðu send heim – eisini næmingar og lærari. Tað er sera ymiskt, hvussu tær næstu vikurnar vóru livdar, bæði kensluliga og hugsjónarliga. Skúlin broyttist, øll lagaðu seg til nýggju umstøðurnar, og eftir nakrar vikur fóru yngstu flokkarnir aftur í skúla við ymiskum tillagingum. Dagurin byrjaði millum klokkan 8 og 9, næmingar vóru uml. tíggju í hvørjum bólki við einum lærara og møguligum stuðli, størri partur av degnum var uttandura, og skúladagurin var liðugur á middegi. Tíverri havi eg onga kanning at vísa til, men allir lærarar og flestallir næmingar, sum eg havi tosað við, eru samdir um, at hóast hóttanin um koronu hekk yvir okkum, so var tað ein sera góð skúlatíð.

Henda tíðin vísti okkum, hvussu gott tað ger næmingum, at lærarin hevur góða tíð og umstøður at hjálpa tí einstaka – fyri ikki at tala um, hvussu nógv betri og stuttligari tað er at vera lærari, tá ein kann fara heim aftan á ein góðan arbeiðsdag og kenna seg hava møtt og havt stundir til allar næmingarnar.

Tá er tað gott at hava heimsins týdningarmesta starv.

Vit búgva í einum av heimsins bestu og ríkastu londum. Hví veksur talið av børnum og ungum við sálarligum trupulleikum, og hví fáa vit ikki steðgað gongdini?

Onkur hevur ført fram, at vit í dagsins skúla duga betur at finna tey børnini, sum ikki hava tað gott, og tað eisini rætt. Í staðin fyri áhaldandi at royna at sløkkja eldar við ivasamari úrtøku, mugu vit arbeiða fram ímóti at fyribyrgja, at eldur ikki kemur í.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag varð hildin í maimánaði í ár. Landsstýrismaðurin í mentamálum helt eina góða, hugkveikjandi og viðkomandi røðu. Hann hevur myndugleikan og valdið, saman við embætisverkinum, at gera tær broytingar, sum vit øll vita eru neyðugar.

Tá verður gott at vera næmingur og lærari í heimsins besta skúla – Føroya fólkaskúla.

Úr kvørnini í Skúlablaði nr 3, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.