Tíðindi

Hava foreldur skyldina av, at so stórt trýst verður lagt á børn í ítrótti?

Um bara foreldur løgdu vera við at leggja trýst á børn síni, hevði alt verið øðrvísi. Ella er tað so einfalt?

29.09.2022

Ítrótturin hjá børnum og ungum er broyttur. Hann er meiri krevjandi upp á allar mátar, og tað er beint ímóti málinum um “ítrótt fyri øll”, sum bæði myndugleikar og ítrótturin sjálvur arbeiða fram ímóti.

Skulu vit trúgva miðlum og kendum ítróttafólki, er negativa gongdin orsakað av, at foreldur hava tikið yvir. Tað hava Kari Stefansen, granskari, og Åse Strandbu, professari, skrivað eina tíðargrein um.

Søgan um markleys foreldur

Í Noregi hevur kjak verið um spurningin, um tað eru foreldur, sum hava skyldina av stóra trýstinum, sum verður lagt á børn í ítrótti. Har var ein yvirskrift í grein eftir Gudmund Skjeldal í Morgunblaðnum í mai soljóðandi: «Tað eru foreldrini, sum eru trupulleikin í ítróttinum hjá børnunum». Fyrr runnu børnini sjálv út á vøllin, sigur hann. Nú verða tey togað út á vøllin av ovurambisjøsum foreldrum, sum vilja hava tey fimm ára gomlu at spæla dyst, tey sjey ára gomlu at ganga á fótbóltsakademi, og yngri børn at spæla kappingar í útlandinum langt áðrenn viðtøkurnar fyri barnaítrótti loyva tí.

Foreldur síggja ítróttin sum týdningarmikið pláss í uppvøkstrinum. Tað er nærum vorðið eitt krav til børn og ung at íðka.

Í greinini verða foreldur at børnum, sum íðka ítrótt, lýst sum púrasta markleys, nærum ikki at røkka, so íðin tey eru at stuðla barninum. Tey megna ikki at hava tamarhald á sær sjálvum á síðulinjuni, tey rinda fyri útgerð og venjing, sama hvussu dýr hon er, og tey krevja meiri og meiri av ítróttafeløgunum.

Tá ið støðan er soleiðis, er ikki lætt at loysa upp fyri henni. Høvdu foreldur bara hildið uppat at verið soleiðis, so hevði ítrótturin aftur verið barnanna ítróttur. Verið teirra ítriv, ikki ítrivið hjá foreldrunum, og trýst og strongd, sum er tongt at ítróttinum hevði horvið.

Tey, sum hava granskað í ítróttaforeldraskapi, hava reagerað upp á hesa myndina.

Foreldur meiri við enn áður

Fyri tað fyrsta er støðan ikki soleiðis, sum lýst verður omanfyri. Støðan er karikerað. Tað er rætt, at foreldur í dag eru meiri við í ítróttinum hjá børnum sínum enn tey vóru fyrr, men á hvønn hátt foreldur eru við, er misjavnt.

Eitt sindur av samteksti er umráðandi at hava við. Foreldur nú á døgum hava gott og tætt samband við barn sítt. Tá tað er so, so vísa tey sjálvsagt áhuga og eru við. Ítrótturin er góð arena at gera júst tað. Ítrótturin er týdningarmikil fyri nógv børn, og foreldur stuðla á nógvan, ymsan hátt. Tey koyra tey til venjing og kapping, umvæla útgerð, heppa og stuðla, ugga og hjálpa, har tørvur er á tí. Og tey taka eisini eitt tak í felagnum sum venjari, liðleiðari, í nevndararbeiði og við øllum tí praktiska. Stutt sagt, tey hava nógv at siga í baklandslagnum.

Ungdómurin vil, at foreldur skulu brýggja seg

Foreldur flest meta ítróttin sum týdningarmiklan í uppvøkstrinum hjá børnunum. Ítróttur er vorðin nærum obligatoriskur fyri børn og ung. Umframt at vera stuttligur er ítrótturin við til at geva teimum sosialar førleikar, sum børnini kunnu hava gagn av í skúlanum og seinni í lívinum.

Normurin fyri foreldraluttøkuna er ikki tann stóri eldhugurin, men heldur at tey eru til staðar og stuðla. Foreldur síggja seg sjálv sum tey, ið leggja til rættis, og eru ikki so upptikin av, hvussu væl tey duga ella avrika.

Ungdóminum dámar væl hetta slagið av foreldraluttøku. Tey vilja, at foreldur skulu brýggja seg, men ikki blanda seg ov nógv upp í tað ítróttarliga. Tað kann venjarin taka sær av, halda tey.

Týðandi uppíblanding frá foreldrum, sum eru væl fyri

Men summi foreldur hava størri eldhuga, tey takast við tað, sum vit kunnu kalla “týðandi uppíblanding”. Hesi foreldrini hava vanliga íðkað ítrótt sjálv sum ung, summi á høgum stigi. Ofta virka tey sum persónligur venjari hjá barninum og eru nógv til staðar undir venjingum og dystum. Ikki so ólíkt tí, sum Skjeldal lýsir í omanfyrinevndu greini í Morgunblaðnum. Munurin er bara, at hetta ikki er so vanligt, sum hann og onnur leggja upp til. Tvørturímóti er tann “týðandi uppíblandingin” eitt, sum eyðkennir foreldur, sum eru væl fyri fíggjarliga, tey í hægri miðalstættini. Millum onnur foreldur er hetta ikki so vanligt. Har taka arbeiðaraklassaforeldur, sum vit hava tosað við um ungdómsítrótt, fram týdningin av felagsskapi og samanhaldi ella av ítróttinum sum týðandi fyri at virka ímóti at vera óvirkin og at sita ov nógv framman fyri einum skíggja.

Ítrótturin vil síggja vinnarar

Ítrótturin sjálvur vil ikki bara hava luttakarar; tey vilja hava vinnarar, eisini framtíðar vinnarar. Ítróttur verður partur av lívinum hjá børnum ógvuliga tíðliga, og hann krevur meiri og meiri av venjing og krevjandi kappingum. 

Talan er tí um samspæl. Foreldur, og serliga tey, sum blanda seg nógv upp í ítróttin hjá børnunum, virka við til, at ítrótturin verður álvarsamari, og at prísurin á luttøku og útgerð dýrkast, men foreldur eru samstundis fangað í eini skipan, tey ikki sjálv hava gjørt. Í pørtum av ítróttinum hjá børnum og ungum er skipanin soleiðis, at foreldur ikki bara kunnu, men mugu vera við á allar hugsandi mátar.

Skulu vit tosa um at bremsa gongdini í barna- og ungdómsítróttinum, mugu grundleggjandi broytingar til. Foreldur mugu vera við at seta mørk, men tað kunnu tey ikki gera einsamøll.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.