Tíðindi/Greinar

13.07.2020

Happing er eisini í fólkaskúlanum

Landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær sum mál at minka um happingina í skúlanum. Skúlin eigur at ger sítt til at røkka hesum máli, men hann má hava umstøður til hetta arbeiði. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Happing er tíverri ein partur av, hvussu vit eru saman, og hyggja vit kring um okkum, so finna vit happing allastaðni, uttan mun til aldur og uttan mun til stað, um tað so er í skúlanum, á stovnum, til frítíðarítriv ella í Løgtinginum. Happing er ein trupulleiki, ið eingin kann lúgva seg frá, og vit eiga øll at gera okkara at bróta happingarmynstur. Ikki minst í fólkaskúlanum, soleiðis at hvør einstakur næmingur kann búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Tá ið vit hoyra um happing út frá kanningum ella í kjaki í miðlunum, so snýr umrøðan seg einamest um happing í fólkaskúlanum. Í mun til umrøðuna av happing kann tað tykjast sum, at happing bara finst í fólkaskúlanum, og at happing byrjar tann dagin barnið stígur inn um skúlans gátt og endar í somu løtu, fólkaskúlatíðin er lokin. Vit vita, at so er ikki. Happing spyr ikki um stað; var tað so, so var avbjóðingin ikki so trupul at fáast við.

Kanningar eru gjørdar regluliga av happing í fólkaskúlanum; hesar kanningar geva eina mynd av, hvør trupulleikin við happingin er, og tær kunnu lýsa gongdina. Henda vitan er ein hjálp í arbeiðinum móti happing og fyri trivnaðinum hjá næminginum í skúlanum. Men tær eru eisini brýr millum fólkaskúlan og onnur øki, so sum dagstovnar, miðnám, frítíðarítriv og gerandislívið í grannaløgunum. Hvussu støðan við happing er á hesum pallunum vita vit ikki stórvegis um, og tað er harmiligt, tí so høvdu vit eina mynd í fleiri litum og kundu lært hvør av øðrum.

Um happing fer fram milllum børn ella ung, so er hon sjónlig í skúlanum. Tá ið næmingarnir skulu vera so stóran og avgerandi part av sínum lívi í fólkaskúlanum, er tað enn týdningarmiklari, at hvør einstakur næmingur ikki verður happaður í skúlatíðini ella er partur av eini mentan, sum loyvir happing. Skúlin eigur ábyrgdina, tá ið happing fer fram í skúlatíðini; skúlin ger eitt stórt arbeiði at møta hesi ábyrgd, men skúlin megnar ikki alt sjálvur; vit mugu og kunnu øll gera okkara.

Fólkaskúlin hevur útbúgvin og eldhugað starvsfólk, ið seta nógva orku av til arbeiðið fyri trivnaðinum hjá einstaka næminginum, har ein partur er arbeiðið at basa happing. Lærarar røkja ymsar leiklutir í hesum arbeiði, her teir hvør á sín hátt og í samstarvi mynda trivnaðararbeiðið. Har er einstaki lærararin, flokslærarin, AKT-lærarin, førleikastovan, SSP-lærarin og skúlaleiðarin; aftrat teimum eru eisini námsfrøðiligir stuðlar og heilsufrøðingar við í arbeiðinum. Hesi skipa eina ørgrynnu av tiltøkum og samstarva við nógvar partar fyri at basa happing. Nú verður skjótt ein trivnaðarráðgevi settur á Námi, ið eisini kann menna og samskipa hetta arbeiði enn meira.

Tann týdningarmesti viðleikarin hjá skúlanum, tá ið talan er um trivnaðin hjá einstaka næminginum, er næmingurin sjálvur og foreldur ella avvarðandi hansara. Eini ráð, eg fekk frá einum lærara, vóru, at eg sum foreldur tosaði væl um skúlan, tosaði væl um hini børnini í flokkinum og teirra avvarðandi. Hesi ráð eiga vit at taka til okkara, tey virka fyri trivnaðinum og kunnu basa happingini ella, enn betri, forða fyri, at happing fær fótin fyri seg, bæði í skúlanum og í øðrum sambondum í samfelagnum.

Skúlin eigur ábyrgdina av arbeiðinum at basa happing í skúlanum. Landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær sum mál at minka um happingina í skúlanum. Skúlin eigur at ger sítt til at røkka hesum máli, men hann má hava umstøður til hetta arbeiði. Einstaki lærarin er miðdepil í hesum arbeiði, og gongdin seinnu árini hevur verið tann øvuta, har lærarar eru settir at undirvísa størri part av arbeiðstíðini og tí mangla tíðina og orkuna til arbeiðið fyri trivnaðinum, ið kann koma happingini í skúlanum til lívs.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan