Tíðindi

Happing á netinum kann elva til posttraumatiska strongd

Nógv børn og ung hava fartelefonina við sær í song. Hjá summum er tað púra neyðugt; tey vita ongantíð, nær tað plingar á telefonini við einum boðum frá einum happara.

15. mai 2019

Sunnudagur er versti dagurin.

Tí tá stríðast nógv børn, sum eru fyri álvarsligari happing á netinum, av øllum alvi við at finna upp á umberingar fyri ikki at fara í skúla mánadag.

– Eitt tað vanligasta, sum børn, ið eru fyri álvarsligari happing, gera, er at venda skúlanum bakið. Í gransking hava vit funnið samband millum happing og skúlanoktan, sigur Ida Risanger Sjursø.

Sjursø arbeiðir sum granskari á Læringsmiljøsenteret við Universitetið í Stavanger. Hon hevur funnið útav, at børn, sum eru fyri happing á netinum, uppliva meiri ótta, ræðuleikar og angist, enn tey, sum eru fyri siðbundnari happing. Hon hevur hugt nærri at, hvussu tað gongur teimum, sum hava verið fyri happing á netinum yvir longri tíð. Saman við starvsfelagum hevur hon havt samrøðu við ung í Noregi og Írlandi, sum hava verið fyri talgildari og siðbundnari happing í einum tíðarskeiði upp á 7 ár.

– Vit hava funnið út av, at nøkur av eyðkennunum, sum tey hava, minnir nógv um posttraumatiska strongd. Tað vísir, hvussu álvarsligt hetta er, og hvussu nógv tað ávirkar børn og ung at vera fyri happing. Umleið helmingurin av teimum, sum eru fyri happing, eru fyri siðbundnari happing og happing á netinum. Hetta er ein serliga viðkvæmur bólkur av ungum, tá ið vit hugsa um at fáa kensligar trupulleikar, sigur granskarin.

Hvussu happingin er, veldst nógv um, hvussu gomul børnini eru. Longu frá tí at børnini eru 7-8 ára gomul, uppliva tey ymiskt, sum kann verða bólkað sum happing á netinum. Hjá teimum yngstu snýr tað seg ofta um at verða útihýst úr spæli, sigur Sjursø.

Spæl er ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá børnum, og tað at verða útihýstur í spæli á netinum, kann vera ógvuliga svárt fyri eitt sjey-ára gamalt barn.

– Tá ið børnini gerast eldri, verður happing ógvusligari, og tá snýr hon seg mangan um hørð orð á sms ella sosialu miðlunum. Fyri bæði tey yngstu og tey elstu kann tað eisini snúgva seg um at leggja keðiligar myndir av viðkomandi út á netið ella at stjala loyniorð, til dømis.

Hví happing á netinum fremur størri angist enn tann siðbundna happingin, vita granskararnir ikki fyri vist. Kanska er orsøkin, at happing á netinum hevur størri útbreiðslu.

– Børn og ung hava fartelefonina við sær alla staðni, og tey taka hana við sær, tá ið tey fara í song. Tað er neyðugt fyri tey, hóast tey fáa negativ boð á telefonina. At hava telefonina hjá sær alt samdøgrið og vita, at tey nær sum helst kunnu fáa eini keðilig boð á sms, kann í sjálvum sær elva til angist, sigur hon.

Posttraumatisk strongd (PTSD) er ein støða, har tú kanst fáa "flashbacks", og sterk minni koma fram fyri teg um eitthvørt traumatiskt, sum er farið fram. Summi fáa eisini høvuðpínu, vaml og títtan puls.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.