Tíðindi/Greinar

02.08.2021

Góðar undirvísingarumstøður

Fyri at lærarin skal trívast í sínum arbeiði, so er neyðugt, at hann hevur røtt amboð at brúka í rættari støðu. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinasta Skúlablaðið, nr. 3/2021, hevur tvær sera áhugaverdar samrøður; tann fyrra er við Jenis av Rana, landsstýrismann í Uttanríkis- og mentamálum, har hann m.a. tosar um flokslæraran; hin er við Ugur Kevioglu, sum er lærari og arbeiðir við tí góða samstarvinum millum næming og lærara. Báðir tveir tosa um trivnað, og hvør lykilin er til góðan trivnað.

Sjálv haldi eg ikki, at tað er so einfalt, at man kann siga, at tað er ein faktorur, ið er avgerandi fyri, hvussu trivnaðurin er í einum flokki. Góðar undirvísingarumstøður eru avgerandi fyri at trívast. Her tosi eg ikki bert um fysisku karmarnar, men líka nógv um aðrar karmar. Fyri ikki so langari tíð síðan skrivaði eg eina grein um, hvussu týdningarmikið tað er, at lærarin trívist, tí tað smittar av til næmingarnar.

Fyri at lærarin skal trívast í sínum arbeiði, so er neyðugt, at hann hevur røtt amboð at brúka í rættari støðu. Tað er ikki altíð eitt og sama amboðið, ið kann brúkast, tí er tað av so alstórum týdningi, at amboðskassin hjá lærarum er up to date og klárur at nýta.

Jenis tosar m.a. um, at flokslærarin má fáa neyðugu tíðina til at røkja sítt arbeiði, at hann skal fáa niðurskurð; eitt orð, ið mær dámar, tí í míni verð merkir niðurskurður, at man ikki arbeiðir ta tíðina. Lat tað fara, men sjálvandi skal flokslærarin undirvísa minni, so hann hevur møguleika at tosa við sínar næmingar. Hetta er serliga trupult at gera hjá flokslærarum í grunddeildini, tí teir undirvísa so nógv, at tá teir hava frí frá undirvísing, eru næmingarnir farnir heim ella í frítíðarskúla.

Ugur tosar um eina tilgongd, ið eitur ICDP. Hetta er ikki ein tilgongd, ið eg kenni, men hon ljóðar sera áhugaverd, tí hon lærir tey vaksnu, sum eru um næmingin, at gerast varin við tørvin hjá teimum, og hvussu man skal møta teimum. At skilja støðuna hjá næmingunum, er ofta ein góð fortreyt fyri at skilja næmingin. Tá lærarin skilir næmingarnar, er ofta lættari at finna ein útveg úr naggatódnini, ið er íkomin.

Tá alt kemur til alt, so er tað týdningarmesta virðilig kor og umstøður, so at lærarin ikki alla tíðina kennir á sær, at okkurt liggur á láni, at ringa samvitskan ikki verður ein trúgvur fylgisveinur, tí tá er betri ongan at hava.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan