Tíðindi

Gevið næmingum í fyrsta flokki náttúru og tøkni

Verður náttúra og tøkni lærugrein longu í fyrsta flokki, fara vit at síggja, at næmingar okkara gerast væl betur fyri í náttúruvísindum. Tað heldur Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

29.05.2017

Beint eftir at úrslitið av seinastu PISA-kanning var almannakunngjørt, var Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, frammi og segði, at náttúruvísindi eiga at verða lærugrein í fólkaskúlanum frá fyrsta flokki, tí tað er tá, næmingarnir eru forvitnir og hugaðir at læra náttúruvísindi. Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru og tøkniundirvísing á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, er samd við Boga Bech Jensen.
- At flyta náttúru og tøkni niður í fyrsta flokk er í samsvari við tilmælið frá serfrøðingabólkinum, sum hevur arbeitt við PISA-úrslitinum. Eg eri onga løtu í iva um, at høvdu næmingar náttúru og tøkni longu í fyrsta flokki, var støðan ein onnur enn hon vísir seg at vera. Næmingar høvdu fingið væl meiri burturúr, og væl fleiri læraralesandi høvdu valt náttúru og tøkni sum linjulærugrein, tí so høvdu fleiri tímar verið. Næmingurin, sum hevur náttúru og tøkni frá fyrsta flokki, hevur eitt annað forvitni og annan hug at kanna og læra, enn næmingurin, sum byrjar við náttúru og tøkni í fjórða flokki. Yngri næmingurin er, forvitnari er hann at finna út av ymiskum og minni varin er hann at royna. Stóð tað til mín, so gjørdust náttúruvísindalig evni eisini ein partur av dagstovnalívinum, har barnið kann spæla seg til vitan upp á ein eitt sindur meiri skipaðan hátt, enn vit síggja í dag.
    
Nógv av tí, sum næmingurin í fjórða flokki ger í náttúru og tøkni, kundi sum einki verið gjørt í fyrsta flokki, heldur Erla Olsen.
- Tað stendur ikki á at skipa undirvísing og gera royndir í náttúru og tøkni við yngri næmingum; tað er hópin av útlendskum tilfari til, sum kann tillagast ella verða brúkt sum fyrimynd.

Næmingarnir í fyrsta flokki hava heimstaðarlæru; Erla Olsen heldur, at lærugreinin heimstaðarlæra eigur at gerast meira náttúruvísindalig.
- Heimstaðarlæra og náttúra og tøkni eru nær skyldar sum lærugreinir; nógv í náttúru og tøkni er læra um nærumhvørvið hjá næminginum. Tá ið heimstaðarlæra var stovnað sum lærugrein, var alis- og evnafrøðiparturin tikin úr, og í staðin vórðu meira siðsøgulig evni sett inn. Um vit eru ov lítið framsøkin, tá ið talan er um, hvørjar lærugreinir vit bjóða okkara næmingum, og hvat lærugreinirnar skulu innihalda, skal eg ikki siga; heldur eru vit bundin at eini siðvenju. Vit eru uppvaksin við, at vit ikki hava alisfrøði fyrr enn vit koma í sjeynda flokk. 

Lesið samrøðu við Erlu Olsen í Skúlablaðnum, sum kom síðst í apríl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.