Tíðindi

Førleikastovurnar ein góður tanki - og tó!

Tá man í 2012 setti førleikastovurnar í verk, var tað við ynski um at fáa servitanina tættari næminginum. Í sjálvum sær ein góður tanki. Tað sigur seg sjálvt, at styttri leiðin er frá servitanini;; til har hon skal brúkast, tess skjótari skuldi tillagingin verið á røttum staði. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

28.11.2018

Í frágreiðingini til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan um arbeiðsøkið hjá serlærarum, lesi eg, at serlærarin skal: leiða førleikastovuna, samskipa átøk, ráðgeva skúlaleiðslu, kunna starvsfólk, vegleiða lærarum og námsfrøðingum, samskifta við foreldur, læknar, heilsufrøðing o.a., og skipa fyri fundum ella skeiðum fyri starvsfólkum og foreldrum.

Hetta er so heilt avgjørt ein týdningarmikil og stór uppgáva. Sjálvandi tekur tað tíð at skipa eitt nýtt øki. Eftir 6 árum áttu vit nú at hava sæð týdningin av førleikastovunum og í hvønn mun hon røkir teimum arbeiðsuppgávum, ið eru álagdar henni.

Onkrir skúlar eru so smáir, at ongin førleikastova er á skúlanum. Hesir skúlar eru bundnir at eini førleikastovu á einum størri skúla. Tað viðførir, at hesir næmingar ikki hava eins lætt við at koma á førleikastovuna, samstundis, sum tað er longri frá førleikastovuni til næmingin.

Tað sýnist fyri mær eins og Mentamálaráðið ikki skilir avbjóðingarnar við at búgva í einum oyggjasamfelagi. Tað sigur seg sjálvt, at tað, sum er ein góð loysn í Tórshavn, Klaksvík, Skálafjørðinum og øðrum størri kommunum, ikki í sjálvum sær er ein góð loysn, eitt nú á Sandoynni ella Suðuroynni. Oyggjarnar tykjast smáar, men tá arbeiðsøkið hjá tí einstaka verður runt alla oynna, so er skjótt, at arbeiðsøkið tykist alt ov stórt. Tíðin kennist ov knøpp, og tað gerst truplari at loysa áløgdu arbeiðsuppgávu. At tíðin, ið er sett til ávísar uppgávur innan skúlagott, ikki røkkur til, er ikki ókent. Hetta er orsakað av, at tíðin verður lutað eftir næmingatali, og ikki eftir veruligu arbeiðsuppgávuni.

Tá serlærarin hevur ábyrgd av øllum teimum næmingum, ið hava tørv á sertilboðum í einum øki, samstundis, sum hann hevur ábyrgd av at ráðgeva skúlaleiðslum og vegleiða lærarum, so hevur hesin eina arbeiðsuppgávu og eina ábyrgd, sum ikki líkist tí, hini á skúlanum hava.

Tað var ein sonn frøi at hoyra Jónleif Jóhannesen, løgtingsmann, á tingsins røðarapalli til aðalorðaskiftið koma við sjónarmiðinum, at ein millumleiðaraábyrgd eisini krevur eina millumleiðaraløn. Tað er vanligt, at fólk verða lønt fyri sínar førleikar og ta arbeiðsábyrgd, tey hava. Eg meti ikki, at leiðarar í førleikastovunum kring landið fáa løn samsvarandi hesum. Vónandi verður hetta øðrvísi eftir næstu samráðingar.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.