Tíðindi

Fyrsta viðgerð av næmingatali á tingi í dag

Í dag er fyrsta viðgerð av uppskoti um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan viðvíkjandi áseting av næmingatali í hvørjum flokki.

19.03.2024

Uppskotið hjá landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joenen, er at broyta grein 20 soleiðis: Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk, undir hesum tvílæraraskipan o.a. Hetta verður galdandi frá skúlaárinum 2025-26, tá byrjað verður við 1. flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum.” Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2025.

Í viðmerking til uppskotið verður eitt nú sagt, at broytingaruppskotið hevur við sær eina nýskipan, har einstaki skúlin fær rætt til at býta upp í tveir flokkar við næmingi nr. 21. Tað er einstaki skúlin, sum sjálvur hevur ræði til at gera av, um floksbýtið verður gjørt við 21. næminginum, ella um sett verður inn við øðrum fyriskipanum, harundir t.d. við tvílæraraskipan. Sostatt verður tað 21. næmingurin, ið elvir tiljáttan til nýggjan flokk.

Uppskotið hevur verið út til hoyringar hjá fleiri avvarðandi pørtum. Undirvísingarstýrið sigur eitt nú, at tey taka undir við at lækka hámarkið fyri næmingum í flokkunum niður í 20 næmingar.

- Lógaruppskotið er í sær sjálvum gott stig at taka, ið eigur at geva øllum pørtum betri fortreytir at náa settum málum og skapa trivnað. Broytingin hevur tó nakar týðandi ávirkanir, ið bæði land og kommunur mugu fyrihalda seg til og skaffa neyðuga fíggjarliga og hølisligu fortreytirnar til. Broytingin í lógini fer at gera, at flokkarnir í størru skúlunum í Føroyum fara at vera smærri og fleiri. Broytingin í lógini hevur onga ávirkan á smærru og miðalstóru skúlarnar, sum ikki røkka 20 næmingum í hvørjum árgangi. Undirvísingarstýrið ynskir tó at vísa á, at tað eigur at vera umhugsað eitt lægra mark eisini. Í verandi skúlaskipan er tað nærum helmingurin av øllum skúlunum, sum hava 10 næmingar ella færri í hvørjum árgangi. Undirvísingarstýrið mælir landsstýrismanninum at taka hetta við í arbeiðið, nú mest loyvda næmingatalið ætlandi verður broytt, so eitt minsta næmingatal eisini verður ásett.

Les alt hoyringarskrivið frá Undirvísingarstýrinum her.

Kommunufelagið er ikki eins jaligt. Tey átala framferðarháttinum, sum hetta uppskotið er vorðið til, tí, sum tey siga, so eigur lógararbeiði,  sum  má  metast  at  fáa  týðandi  ávirkan  á  kommunal viðurskifti, at fara fram í tøttum samskifti millum land og kommunur – allarhelst heilt frá hugskoti til almenna hoyring. Tá ið tað er sagt, so heldur felagið, at tørvur ikki er á lógarbroytingar at røkka endamálinum við hesum uppskotinum.

- Felagið ivast stórliga í, um tað í heila tikið er tørvur á at broyta fólkaskúlalógina fyri at røkka einum politiskum máli  um,  at  fleiri  vaksin  skulu  vera  um skúlabørnini.  Sannlíkt  kann  sama endamál  røkkast  við  at  tillaga  landsins  játtanarskipan  til  fólkaskúlan.  Landið  kann  sostatt velja  at  raðfesta,  at  tað  til dømis  skal  vera  játtan  til  ein  lærara  fyri  hvørjar  20  næmingar  í skúlanum. Talan er jú um eina rakstrarjáttan og ikki eina lógarbundna játtan. Um ikki játtan er  á  landsins  fíggjarlóg  til  ein  lærara  fyri  hvørjar  20  næmingar  í  skúlanum,  ja, so  er í  grundini líkamikið, hvat stendur í fólkaskúlalógini.Mælt verður  til,  at  landsstýrið  kannar  hendan  møguleikan  nærri  og  hareftir  metir um, hvørt tað er tørvur á uppskotinum fyri at røkka tí endamáli, sum landsstýrið hevur við uppskotinum.

Les her.

Føroya Lærarafelag hevur eisini viðgjørt uppskotið gjølla. Felagið mælir til, at § 20 fær hesa orðing: Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið ikki at fara upp um 20 í hvørjum flokki. Við at strikað orðið “vanliga” er ongin ivi um, at játtast skulu læraratímar til tveir flokkar, tá næmingatalið við skúlaársbyrjan er meira enn 20 næmingar. Lógin má greitt tryggja, at skúlarnir fáa játtan til tveir flokkar, tá næmingatalið í flokkinum fer upp um 20 næmingar. Hoyringarskrivið kann lesast her:

Tað ber til at lesa útleggingina av uppskotinum hjá formanninum Føroya Lærarafelags av uppskotinum her:

Heim & Skúli hevur eisini verið hoyringarpartur. Felagið tekur undir við uppskotinum. Les her.

Uppskotið, sum kemur til fyrstu viðgerð í dag, og hoyringarskrivini kunnu lesast her.

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.