Tíðindi

Fyrst broyta fólkaskúlalógina, síðan tillaga námsætlanirnar

Tað er hugsandi, at nógv av tí, ið fer at verða broytt í fólkaskúlalógini, fer at hava ávirkan á námsætlanirnar, og tí gevur tað lítla meining at brúka nógva orku upp á at gera námsætlanir út frá eini gamlari fólkaskúlalóg. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

10.08.2022

Nám hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra námsætlanirnar til fólkaskúlan. Um somu tíð situr ein arbeiðsbólkur og arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlalógina. Roknað verður við, at fyrstu tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við tillagingum og broytingum í fólkaskúlalógini, koma í heyst. Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, heldur, at fyrr enn fólkaskúlalógin er endaliga endurskoðað, og ætlaðu tillagingarnar og broytingarnar viðgjørdar og samtyktar, eigur ikki at verða farið í dýpdina í arbeiðinum at endurskoða námsætlanirnar.

- Tað er hugsandi, at nógv av tí, ið fer at verða broytt í fólkaskúlalógini, fer at hava ávirkan á námsætlanirnar, og tí gevur tað lítla meining at brúka nógva orku upp á at gera námsætlanir út frá eini gamlari fólkaskúlalóg. Eg havi stórar vónir til arbeiðið, sum arbeiðsbólkurin, ið endurskoðar fólkaskúlalógina, ger, og somuleiðis til arbeiðið, ið Nám ger við at endurskoða námsætlanirnar.

Nám hevur fingið uppgávuna at gera ein leist fyri nýggju námsætlanirnar, men at dagføra námsætlanirnar er stórarbeiði, har løgtingið má játta pening til endamálið. Føroya Lærarafelag hevur víst á, at arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar eigur ikki at verða fíggjað av játtanini til fólkaskúlan.

- Tá ið fólkaskúlalógin er broytt og samtykt, og arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar veruliga tekur dik á seg, so verða pengar settir av til uppgávuna. Tað sigur seg sjálvt, at tað nyttar lítið at gera so stórt arbeiði at broyta fólkaskúlalógina og so ikki seta pengarnar av, sum skulu til. Viljin er har. Hyggja vit at verkætlanini SkúlaNet, so stóð ikki á at fáa pengarnar, sum skuldu til, fyri at verkætlanin kundi verða veruleiki. At allir liðir hava kent ognarskap í verkætlanini, er kanska orsøkin til, at tað hevur gingið so væl at fíggja ta verkætlanina.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.