Tíðindi/Greinar

29.09.2021

Fyrireikingarnar til næstu NFSP-ráðstevnuna farnar í gongd

Ráðstevnan, sum verður í Stokkhólmi í apríl komandi ár, hevur nógv spennandi á skránni. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Tíðin rennur sum streymur í á, sigur skaldið Fríðrik Petersen. Eg kann ikki annað enn geva honum rætt.

Tað eru longu tvey og eitt hálvt ár síðan, NFSP hevði ráðstevnu í Føroyum á fyrsta sinni. Fyrireikingarnar til komandi ráðstevnu, ið eisini er 100 ára hátíðarhald, eru komnar væl áleiðis, og vit vænta, at faldarin um ráðstevnuna er klárur at fara til prentingar í oktobur. Eg kann tó avdúka her, at ráðstevnan verður í Stokkhólmi tann 22.-23. apríl 2022 í “Essinge konferens i lærarnas hus”.

Nógv gott fólk verður at hoyra, har ímillum Hans Harryson, varadekanur og útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, námslektari í undirvísing og læring, ph.d á Námsvísindadeildini. Tá man umhugsar ella fyrireikar seg at fara á ráðstevnu, er gott at kunna seg um tey, ið fara at hava innlegg. Tey eru: Katarina Alanko úr Finnlandi, Ásta Björk Björnsdóttir úr Íslandi, Anna-Lind Pétursdóttir úr Íslandi, Denho Ösmen úr Svøríki, Eva Siljehag úr Svøríki, Åsa Fagerlund úr Finnlandi, Helen Klaesson úr Svøríki, Mirjam Harkestad Olsen úr Noregi, Mona Tafvelin úr Svøríki og Ingrid Lund úr Noregi.

Í 2016 var ráðstevnan í Reykjavík; tá vóru eini tíggju fólk úr Føroyum við. Hetta var byrjanin til eitt samstarv, ið vardi í trý ár, fram til ráðstevnuna í Føroyum, men sum als ikki endaði har. Umframt nógv góð kjak um skúlaskap fingu vit eisini eitt minni fyri lívið og vinaløg, ið vit annars ikki høvdu fingið. Nú tað nærkast av álvara, byrja fyrireikararnir í NFSP at spyrja, hvussu nógvir luttakarar koma úr ymsu londunum. Eg havi ilt við at svara, hvussu nógv koma úr Føroyum, men vónandi vera tað mong, ið hava hug at taka lut, og kanna møguleikan fyri at fara avstað.

Hetta er ein ráðstevna, ið setir serøkið á breddan; tó er tað altíð skipað soleiðis, at allir lærarar fáa nakað burturúr, ikki bara teir, ið hava nomið sær útbúgving innan serøkið, ella teir, ið starvast innan serøkið. Umframt at nema sær vitan frá fyrilestrarhaldarunum úr londunum kring okkum, fær man tann eykavinningin, at har er gott høvi at fáa samband við lærarar úr øðum londum. Gott prát við starvsfelagar er ikki at undirmeta.

Vónandi fáa vit eina góða ráðstevnu við nógvum føroyskum luttakarum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan