Leys størv

Fulltrúi til Undirvísingarstýrið

Vit sóknast eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfelaga til fólkaskúlaøkið

Starvið

Eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum er leyst at søkja. Undirvísingarstýrið er nýggj fyrisitingareind undir Mentamálaráðnum, og kemur tú at vera við at mynda og menna uppgávurnar, Undirvísingarstýrið hevur at røkja.

Tú verður partur av toyminum fyri fólkaskúlaøkið í Undirvísingarstýrinum. Toymið hevur sum meginuppgávu at starvast við fyrisiting av fólkaskúlanum, frískúlum, sernámsfrøðiliga økinum og frítíðarundirvísingini.

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið saman við toyminum, m.a. kemur at:

Viðgera starvsfólkaviðurskifti innan fólkaskúlan.

Veita leiðslum í skúlum ráðgeving og vegleiðing í setanar- og starvsfólkamálum annars.

Røkja samskiftið við fólkaskúlar, frískúlar, Sernám og málsviðgerð í hesum sambandi.

Verða við at menna fyrisitingina av fólkaskúlanum og málsøkinum annars.

Veita skúlum ráðgeving og vegleiðing í umsitingarligum fyriskipanum innan starvsøkið.

Taka lut í verkætlanum, her ímillum eisini at hava verkætlanarleiðslu.

Røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan og toymið.

Sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum skalt tú tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum støði, og at arbeiðsgongdir eru í samsvari við galdandi reglur og settum málum. Undirvísingarstýrið er í eini uppbyggingartilgongd, og tú mást tola møguleikar broytingar í starvinum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at okkara nýggi starvsfelagi:

Hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan starvsøkið ella tað, sum kann sammetast við hetta.

Er eitt brennandi fólkaskúlafólk, sum hevur gott innlit í gerandisdagin í skúlunum.

Hevur innlit í starvsfólkaviðurskifti og leiðslu.

Hevur góð samstarvsevni, er liðspælari og eisini kann arbeiða sjálvstøðugt.

Er tænastusinnaður.

Kann orða seg greitt og skjótt í skrift og talu á góðum føroyskum máli.

Hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja at royna nýggjar leiðir.

Vit bjóða

Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti við skúlar og skúlaleiðslur. Arbeiðið er á høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvið verður lýst til setanar 1. desember 2018 ella skjótast til ber.

Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: undirvisingarstyrid@mmr.fo ella

Undirvísingarstýrið

Hoyvíkarvegur 72

Postum 3279

Umsóknin skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2018, klokkan 12. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, á 555045.

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.