Tíðindi

Fríðbjørg Hammer sett í starv sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Fríðbjørg Hammer í starvið sum fyrstalærara í Kaldbaks skúla frá 1. juni 2019 at rokna.

15.05.2019

Fríðbjørg er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 1997, serlæraraútbúgving í 2012 umframt m.a. at hava tikið eina námsfrøðiliga leiðsluútbúgving, ið hon væntandi er liðug við nú í summar.

Fríðbjørg hevur drúgvar undirvísingarligar royndir bæði í Danmark og í Føroyum, leiðsluroyndir sum fyrstilærari og sum leiðari á førleikastovu. Skúlaárið 2018/19 hevur hon starvast í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.