Tíðindi

Framvegis ov nógv tíðaravmarkað størv

- Felagið arbeiðir fyri at fáa færri tíðaravmarkað størv, og vit trýsta at fáa politisku skipanina at gera neyðugar tillagingar, so vit fáa fleiri fastar setanir. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarfelags

16.05.2022

Í hesum døgum eru nógvar lýsingar eftir lærarum. Flestu av hesum lýsingunum til tíðaravmarkað størv. Ein uppgerð, sum Lærarafelagið hevur gjørt, vísir, at hetta skúlaárið vóru bara 22 lýsingar eftir lærarum í fast starv, meðan tað varð lýst eftir fleiri enn 100 lærarum til tíðaravmarkað starv. Hetta er ein gongd, sum hevur verið í nógv ár. Í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag síðst í apríl harmaðist formaður Føroya Lærarafelag, at lærarar á hvørjum ári skulu noyðast at søkja starv.

- Tíverri er tað so, at fleiri lærarar á hvørjum vári hava ilt í búkinum, tí teir vita ikki, um teir hava starv eftir summarfrítíðina. Útlitini eru óviss, og tað kennist tungt aftur í ár at skula senda umsóknir til fleiri skúlar og at fara til setanarsamrøður fyri triðju ella fjórðu ferð á sama skúla til sama starv, segði Jacob Eli S. Olsen.

Nógvu tíðaravmarkaðu størvini í fólkaskúlanum hava við sær, at fleiri lærarar í nógv fylgjandi ár hava verið settir í starv eitt ár á senn í sama skúla, uttan at fáa fast starv. Tað er heilt burturvið, at man kann fara so við starvsfólki, heldur formaður Føroya Lærarafelags. Og hann vísir til grannalondini, sum langt síðan hava gjørt eina skipan, sum verjir starvsfólk ímóti tílíkari viðferð.

- Har eru ásetingar, ið veita trygd fyri, at um tú hevur verið í starvi í sama arbeiðsplássi trý fylgjandi ár, so eigur tú fast starv. Vit hava víst á hetta og lagt krav fram um somu trygd, og tað koma vit at gera aftur. Vit hava dømi um lærarar, ið hava verið settir í eitt ár í senn í sama skúla í átta og tíggju fylgjandi ár, uttan at hava fingið fast starv. Soleiðis kunnu við ikki fara við okkara starvsfólki. Skipanin má broytast.

Skal tað bera til at gera nakað við nógvu tíðaravmarkaðu størvini, so verður eisini neyðugt at broyta skipanina. Við verandi skipan er hvør skúli egið setanarøki; játtanin til skúlan er tongd at, hvussu nógv størv kunnu setast í skúlanum hvørt ár, og hon broytist frá ári til ár.

- Hesin bygnaður forðar fyri fleiri føstum setanum og heldur nógvum lærarum í tíðaravmarkaðum setanum. Felagið arbeiðir fyri at fáa færri tíðaravmarkað størv, og vit trýsta at fáa politisku skipanina at gera neyðugar tillagingar, so vit fáa fleiri fastar setanir.

Á heimasíðu Skúlablaðsins ber til at síggja lýsingar eftir lærarum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.