Tíðindi

Forkunnugt skeið í smíð

Vit hava fingið eina rúgvu av íblástri og hugskotum til ymiskt, sum vit kunnu gera saman við næmingunum. Eitt skeið, sum allir lærarar í smíð eiga at fara á. Tað sigur Ólavur Mørkøre, lærari í Vestmanna skúla, sum hevur verið á skeiði í smíði á Námsvísindadeildini.

22.11.2023

Lærarar í fólkaskúlanum hava í heyst havt møguleikan at vera á skeiði í smíði. Í samstarvi við Gøteborg Universitet hevur Námsvísindadeildin fingið navnframar undirvísarar til Føroya at hava skeið í fýra modulum, og tað fyrsta hevur verið í heyst.

Ólavur Mørkøre, lærari í Vestmanna skúla, er ein teirra, sum hevur tikið fyrsta modul. Undirvísingardagarnir hava verið í tveimum umførum eina viku í senn. Ólavur Mørkøre hevur ikki smíð á linju. Hann undirvísti í smíð fyri nógvum árum síðan, og hetta skúlaárið hevur hann fimta flokk í smíð.

- Eg eri sera væl nøgdur við skeiðið. Tað hevur verið ógvuliga læruríkt. Vit hava fingið eina rúgvu av íblástri og hugskotum til ymiskt, sum vit kunnu gera saman við næmingunum. Íblástur til ymiskt einfalt at gera og fara undir saman við næmingunum. Eg ivist onga løtu í, at næmingarnir fara at tíma tað væl. Sumt krevur, at næmingarnir sleppa at hugsavna seg fyri at fara í dýpdina, og tað kann vera trupult, tí smíð fær ikki so nógvar tímar á tímatalvuni. Summir skúlar leggja tó tímatalvuna soleiðis til rættis, at næmingarnir sleppa at hava smíð eitt tíðarskeið.

Á skeiðnum verður farið víða um í smíð. Fyrsta modulið hevur snúð seg um ástøðina handan at læra í verki, samskifti og hugburð til smíðundirvísing, umframt verkliga læring innan metal, tráðsmíð, silvursmíð, sveip og aðrar hættir at forma úr viði.

- Vit hava lært nógv um at líma træ saman, og hvat vit kunnu fáa burtur úr tí. Vit hava gjørt nógv stuttligt og áhugavert, sum eg hugsi, at eldri næmingar fara at tíma væl. Vit hava eisini arbeitt við silvri, og tað haldi eg hevur verið so sera spennandi og forkunnugt. Sjálvandi krevst eitt sindur av útgerð at arbeiða við metali, men útvega skúlarnir sær útgerðina, kann tað fanga nógvar næmingar. Silvur er kanska ikki bíligt tilfar, kopar er bíligari, og tað er eisini stuttligt at arbeiða við. Eg fekk veruliga blóð á tonnina at arbeiða við hesum, sigur Ólavur Mørkøre, sum gjørdi eina lítla smúkkueskju til silvur- og koparringarnar, ið hann hevði gjørt.

Síðstu undirvísingardagarnir í fyrsta moduli eru júst lidnir. Skeiðið er bæði fyri tey, sum eru smíðlærarar frammanundan, og fyri tey, sum vilja fáa linjulærugrein í smíð. Annað modulið verður til várs, og tá verður dreying á skránni. Fært tú øll tey fýra modulini, sum verða, og skrivar próvtøkuuppgávuna, og hon verður góðkend, so hevur tú fingið linjulærugrein í smíð. Ólavur Mørkøre heldur, at tað er ein sera góð íløga at fara á slíkt skeið, tí tú fært veruliga ment tínar førleikar.

- Ætlar skúlin at senda meg á næsta modulið, so fari eg við gleði. Hetta er heilt vist eitt skeið, sum allir lærarar, ið arbeiða kreativt, eiga at fara á; teir fáa hópin av nýggjum íblástri. Eg hugsi, at hóast tú ikki hevur verið á fyrsta moduli, ber til at fara á hini skeiðini.

Skeiðini eru grundað á námsætlanina í fólkaskúlanum fyri smíð. Joakim Andersson og Peter Hasselskog frá Gøteborg Universitet hava undirvíst. Teir hava báðir drúgvar royndir innan smíðundirvísing, og báðir hava granskingarførleika (phd) í júst smíðundirvísing. Harumframt verða aðrir undirvísarar, teir koma í stóran mun úr Svøríki, men onkur føroyingur verður eisini millum undirvísararnar.

Ætlanin er at bjóða út fýra stakskeið til samans, hvørt á 5 ECTS. Skeiðini verða sett soleiðis saman, at tey at enda kunnu verða sett saman til eina linju sum smíðlærari.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.