Spurningar og svar

Trýst her fyri at senda okkum ein spurning

Tryggingarviðurskifti : Kann eg fáa fyritíðarpensjón?

Eg havi verið lærari síðan 1981, burtursæð frá árunum 87/88-88/89, tá eg hevði farloyvi. Eg eri 56 ára gomul, og tænastumannasett. Heilsan hevur bilað síðan 2009, tá eg hevði blóðpropp í hjartanum. Eg orki illa til arbeiðis og stríðist við afturvendandi tunglyndi og angist. Kann eg fáa fyritíðarpensjón, og hvussu nógv er tað í mun til vanliga pensjón? Ella eru aðrir møguleikar, eg heldur eigi at royna?


Svar:

Svar:

Tú ert tænastumannasett, og hevur tí, sambært tænastumannaeftirlønarlógini, rætt at biðja um at verða loyst úr starvi við eftirløn av heilsuligum ávum. Ein fyritreyt er, at arbeiðsførleikin er skerdur við í minsta lagi einari helvt til tveir triðingar. Sambært upplýsingunum er heilsustøðan so vánalig, at tú eigur at kanna henda møguleikan fyrst. Avgerðin í tílíkum málum verður mest grundað á læknaligar metingar hjá landslækna, serlækna ella læknaligum ráðgevum. Vanliga mannagongdin er, at tú í skrivi biðjur Mentamálaráðið um at verða loyst úr starvi av heilsuligum orsøkum við eftirløn. Mentamálaráðið sendir teg síðan víðari í læknaligu skipanini. Endaligu avgerðina tekur Fíggjarmálaráðið.

Um so er, at tú ert meira enn tveir triðingar óarbeiðsfør, hevur tú rætt til fulla eftirløn. Hon er uml kr.18.446 um mánaðin umframt eina viðbót. Tað eru eisini møguleikar at fáa eftirløn, tá arbeiðsførleikin er skerdur við helvtini. Tá verður eftirlønin útroknað eftir teimum eftirlønarárum, tú hevur í dag, og er tí nakað lægri.

Ofta eru nógvir ivaspurningar í sambandi við tílík mál. Tað kunnu vera ymiskir aðrir møguleikar m.a.. vart starv ella niðursett tíð, men ikki skerst burtur, at besta loysnin fyri tænastumann við álvarsligum heilsutrupulleikum oftast er, uppsøgn við eftirløn. Tú hevur tørv á nærri ráðgeving, og mítt ráð er tí, at tú vendir tær til Lærarafelagið sum skjótast, og sjálvandi áðrenn tú sigur teg úr starvi.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

18. apríl 2013

Tryggingarviðurskifti : Hvussu er mannagongdin viðv lokaupphæddini?

Lærarar, sum eru farnir frá vegna aldur hava nevnt fyri mær, at teir hava fingið útgoldna eina lokaupphædd. Nú eg sjálvur nærkist fráfaringaraldrinum, fari eg at spyrja, hvussu mannagongdin er í hesum sambandi. Er hetta nakað allir lærarar hava rætt til, og skal eg gera nakað sjálvur fyri at fáa hesa upphæddina útgoldna?


Svar:

Svar:

Limir, sum eru fevndir av bólkatryggingini hjá Føroya Lærarafelag, fáa útgoldið eina lokaupphædd, tá teir røkka pensjónsaldrinum. Útgjaldið er skattafrítt, og upphæddin er kr. 100.000.

Upphæddin fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at limurin er fyltur 67 ár. Fram undir mánaðarskiftið fær limurin bræv frá Betri pensjón, sum boðar frá rættinum til útgjald. Á skrivinum er ein teigur, har tú skrivar kontunummar, sum peningurin skal flytast inn á. Hesin teigur verður sendur aftur til Betri pensjón í svarbjálvanum.

Hetta er føst mannagongd, so tað er ikki neyðugt, at tú boðar frá. Um so er, at tú ikki móttekur nevnda brævið, og tú metir teg hava rætt til lokaupphæddina, setur tú teg í samband við Føroya Lærarafelag.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri pensjón

30. juni 2011

 

Tryggingarviðurskifti : Havi eg rætt til veiting?

Eg fekk staðfest krabba í bróstinum fyri á leið einum mánaða síðani. Eg havi fingið at vita frá einari vinkonu, at eg havi rætt til eina veiting frá tryggingini. Er hetta so?


Svar:

Svar:

Bráðsjúkutrygging er partur av bólkatryggingini, sum er teknað gjøgnum Føroya Lærarafelag. Tryggingin fevnir um fleiri bráðsjúkur sambært ásetingum í tryggingartreytunum. Verður illkynjaður bróstkrabbi staðfestur, er hetta ein av sjúkunum, sum fevndar eru av hesari trygging. 

Hetta merkir, at útgoldnar verða kr. 100.000,- skattafrítt.

Tú skalt venda tær til Betri pensjón, sum sendur tær eina áheitan um útgjald. Fyri at skjalprógva sjúkuavgerðina (diagnosuna) verður sjúkrahúsið biðið um útskrivingarskjalið (epikrisuna), har sjúkuavgerðin er staðfest. Betri pensjón setur seg í samband við sjúkrahúsið, men um tú hevur skjalið, styttir tað um útgjaldingartíðina, um tú leggur avrit av skjalinum saman við áheitanini um útgjald.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri pensjón

15. juni 2011

Tryggingarviðurskifti : Hvat umfatar bólkatryggingin

Eg eri tænastumaður og gjaldi til eina bólkatrygging. Eg havi ongantíð rættiliga skilt, hvat eg gjaldi til, og hvat tryggingin í grundini inniheldur. Kann eg fáa nakað nærri at vita um hetta?


Svar:

Svar:

Bólkatrygging er trygging, har fleiri eru tryggjað í einum bólki. Hetta merkir, at øll eru tryggjað eftir sama leisti og rinda sama prísin fyri tryggingina.

Føroya Lærarafelag hevur teknað bólkatrygging fyri tænastumenn, sum fevnir um hesar veitingar:

Lívstrygging

Bráðsjúkutrygging

Gjaldsundantøku

Lokaupphædd

Lívstryggingarupphæddin er kr. 500.000,- henda upphædd er galdandi fram til fylta 46 ár. Síðani lækkar tryggingarupphæddin við kr. 20.000,- árliga fram til fylta 66 ár, tá hon er komin niður á kr. 100.000,-

Bráðsjúkutrygingin verður útgoldin, um lærari fær eina av bráðsjúkunum, sum nevndar eru í tryggingartreytunum. Tryggingarupphæddin er kr. 100.000,-. Børn hjá tænastumonnum í aldrinum ½ til 18 ár eru eisini fevnd av bráðsjúkutryggingini. Her er tryggingarupphæddin er kr. 60.000,-.

Listin yvir fevndar sjúkur er at finna á heimasíðuni www.betri.fo

Gjaldsundantøka merkir, at um tænastumaður gerst 2/3 ella meira óarbeiðsførður, rindar Betri pensjón tryggingargjaldið til bólkatryggingina aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri og so leingi óarbeiðsføri stendur við, tó í mesta lagi fram til fylta 67 ár. Gerst lærari millum ½ og 2/3 óarbeiðsførður, rindar Betri pensjón helmingin av tryggingargjaldinum.

Lokaupphæddin er kr. 100.000,- og verður útgoldin í einum, tá tænastumaðurin er fyltur 67 ár.

Tænastumaður rindar kr. 437,- um mánaðin til Føroya Lærarafelag fyri hesa trygging. Goldið verður við skattaðum peningi; sostatt verða allar útgjaldingar skattafríar.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri Pensjón

1. juni 2011

Tryggingarviðurskifti : Havi eg rætt til bráðsjúkutrygging?

Eg eri limur í Lærarafelagnum og gjaldi tí eisini tær tryggingar, sum felagið hevur. Ein av hesum tryggingum er bráðsjúkutrygging. Eg gjørdist sjúkur í hjartanum fyri einum ári síðan, og var í tí sambandi sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar. Eg fekk ballónvíðkan av æðrunum til hjartað. Havi eg rætt til trygging?


Svar:

Svar:

Ja, eftir øllum at døma hevur tú rætt til útgjald. Ein listi er gjørdur yvir tær sjúkur, sum tryggingin fatar um. Sonevnd ballónvíðkan er við á listanum. Nærri útgreinað er ásett í yvirlitinum: “Gjørd skurðviðgerð, har bjølgur er settur inn í eina ella fleiri hjartalívæðrar (PCI), har fóðring (stent) møguliga er sett inn.” Tú eigur at seta teg í samband við Betri Pensjón. Teir hjálpa tær við at útfylla neyðugu skjølini. Tú skalt hava læknaligu skjølini frá Ríkissjúkrahúsinum. Tryggingarupphæddin er kr 100.000.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

25. mai 2011

Tryggingarviðurskifti : Nær kann eg fáa útgoldið mína tænastumannapensjón?

Eg gavst í 2001 eftir 25 ár sum lærari. Eg var tænastumaður, men fór í annað starv uttanfyri fólkaskúlan. Eg fylli 62 ár í summar og kundi hugsað mær at farið frá við eftirløn. Kann eg fáa mína tænastumannapensjón útgoldna?


Svar:

Svar:

Tá tænastumaður fer úr starvi áðrenn 60 ára aldur, missir hann rættin til at fáa útgoldið eftirløn í tíðarskeiðinum frá 60 til 67 ára aldur. Hann kemur undir reglurnar um útsetta eftirløn sambært kapittul 7 í Tænastumannaeftirlønarlógini, sum ásetur 67 ára aldursmark. Tú kanst fáa tænastumannaeftirløn, tá tú verður 67 ár. Er talan um óarbeiðsføri, er møguleiki fyri at fáa útgoldið tænastumannaeftirløn áðrenn 67 ára aldur. Vend tær til Lærarafelagið, um talan er um óarbeiðsføri. Tænastumannasett eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey siga seg úr einum tænastumannastarvi, tí møguleikarnir fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri fara samstundis fyri skeyti. Skoytast skal uppí, at tænastumenn, sum fóru úr starvi áðrenn 1. juli 1997, verða viðgjørdir eftir donskum reglum, og har eru víðkaðir møguleikar fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. mars 2011

Tryggingarviðurskifti : Skal eg melda arbeiðsskaða?

Eg undirvísi 7. flokki í ítrótti. Í einum fimleikatíma tók eg ímóti gentunum í lopum. Undir móttøkuni datt ein av gentunum á meg, og eg var noydd at strekkja meg so langt til síðis, at okkurt dragnaði í hálsinum og rygginum. Tað er meira enn tveir mánaðir síðani, men eg havi framvegis nógva pínu og trupult við ávísum rørslum. Eg eri nú farin at hugsa meira og meira um varandi avleiðingar av skaðanum. Mær kunnugt hevur ongin meldað skaðan til nakað tryggingarfelag. Er tað í lagi?


Svar:

Svar:
Skaðin hjá tær er ein arbeiðsskaði og skal sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini frá 25. mei 2009 fráboðast til Vanlukkutryggingarráðið. Sambært spurningi tínum kann vera talan um ein varandi skaða, sum kemur undir ásetingarnar í arbeiðsskaðatryggingarlógini. Skúlastjórin skal fráboða skaðan innan ávísar freistir. Tilmeldingarskjølini eru at finna á  www.domstol.dk og víðari undir Føroyar og Vanlukkutryggingarráðið. Um tú ikki innan 5 vikur eftir tilburðin kanst taka ítróttartímarnar upp aftur, skal arbeiðsgevarin melda skaðan innan 9 dagar. Henda freistin er farin í tínum føri, men ávísar undantaksreglur eru í lógini, tá arbeiðsgevarin forsømir sína skyldu. Freistin kann tá leingjast upp til eitt ár. Sambært lógini verða arbeiðsskaðar innan tað almenna viðgjørdir sum um ein trygging er galdandi, hóast almennir arbeiðsgevarar ikki hava skyldu at tryggja starvsfólk síni. Tílík mál kunnu vera trupul at koma ígjøgnum, og tí eigur tú at venda tær til Lærarafelagið fyri at fáa nærri kunning og hjálp. Tað er betri at melda skaðan til sum skjótast, heldur enn um nøkur ár at finna út av, at skaðin tíverri gjørdist varandi.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

16. februar 2011


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan