Spurningar og svar

Trýst her fyri at senda okkum ein spurning

Námsfrøði : Okkara skúli fær ongar bøkur

Eg eri lærari í einum minni skúla. Vit hava næmingar, sum hava góðan hug at lesa, men í fleiri av lærugreinunum hava vit bøkur, sum foreldrini hjá børnunum brúktu, tá tey gingu í skúla fyri nógvum árum síðani. Kommunan hevur verið fíggjarliga sperd seinastu árini, og avleiðingin er, at undirvísingartilfarið alt ov sjáldan verður skift út við nýtt. Tað er ofta trupult fyri lærarar at gera undirvísingina nóg spennandi, og tað gongur út yvir innlæringina og trivnaðinum hjá børnunum. Kunnu vit gera nakað?


Svar:

Svar:
Sambært § 57, stk. 11 í fólkaskúlalógini kann landsstýrismaðurin í mentamálum áleggja kommunum, sum misrøkja sínar fíggjarligu skyldur í sambandi við skúlahøli og undirvísingartilfar, at fáa hesi viðurskiftini í rættlag. Tað kann hugsast, at tykkara kommuna kann koma undir hesa áseting í lógini. Skúlastjórin kann vegna stovnin kæra kommununa til Mentamálaráðið fyri at misrøkja sínar skyldur í sambandi við bókakeyp. Tað er eitt stórt stig at taka, tá skúlastjórin kærir sína egnu kommunu, og ivasamt er, um nakað annað enn samstarvstrupulleikar koma burtur úr eini tílíkari kæru. Besta loysnin er helst, at foreldur, lærarar og skúlastjóri leggja trýst á og tosa nærri við kommunustýrið. Tey eiga at vísa á, at tørvurin á bókum gongur út yvir innlæring og framtíð barnanna.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

3. oktober 2012

Námsfrøði : Skal næmingur altíð tilmeldast serundirvísing?

Eg havi ein drong í 4. flokki, sum ikki fylgir væl við. Hann lesur ikki væl, og hevur trupulleikar við at savna seg um ásettar uppgávur. Eg havi tosað við skúlastjóran og foreldrini. Foreldrini siga greitt, at tey ikki hava hug at melda sonin til serundirvísing, tí hetta kann koma aftur um brekkur seinni í lívinum. Eg havi tosað við stjóran um málið, men hann sigur, at vit eiga fyrst og fremst at lurta eftir foreldrunum. Hvat kann eg gera?


Svar:

Svar:
Hetta er ein trupul støða. Høvuðsreglan er, at foreldur skulu geva loyvi til regluliga serundirvísing. Sjálvandi ber til at geva dronginum serstaka ella annarleiðis undirvísing í bólki saman við øðrum næmingum nakrar ferðir uttan at kalla tað serundirvísing, men høvuðsreglan er, at foreldrini aktivt skulu góðtaka, at serundirvísing verður givin. Um so er, at manglandi serundirvísing ella viðgerð kann hava avleiðingar fyri vælferðina hjá barninum, kann Barnaverndin seta tiltøk í verk ímóti viljanum hjá foreldrunum, men tað er ein neyðloysn, sum bert eigur at verða nýtt í heilt serligum føri. Tú eigur at tosa við foreldrini eina ferð afturat og greiða meira ítøkiliga frá ætlan og endamáli og leggja dent á, hvat avleiðingin kann vera við manglandi serundirvísing. Tey eiga eisini at fáa nærri vegleiðing um, hvat tey sjálvi kunnu gera fyri at stuðla dronginum.
Um foreldrini halda fast við støðu sína, kann skúlin fáa trupulleikar av vánaligu støðuni hjá dronginum um nøkur ár. Tí vil eg ráða til, at foreldrini undirskriva eitt skjal, har tey vátta, at tey ikki ynskja serundirvísing.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

26. september 2012

Námsfrøði : Ongir námsfrøðiligir fundir

Ongir námsfrøðiligur fundir hava verið í okkara skúla hetta skúlaárið. Er hetta í lagi?


Svar:

Svar:
Nei, tað er ikki í lagi. Sambært fólkaskúlalógini og viðmerkingunum til lógina skal námsfrøðiliga ráðið veita skúlastjóranum ráðgeving. Viðmerkingarnar siga m.a. soleiðis um uppgávurnar hjá ráðnum: “Tað er í hesum ráðnum, námsfrøðiliga umrøðan fer fram, og royndar- og menningarætlanir skúlans verða bornar fram og viðgjørdar.”
Tað er ikki ásett í lógini, hvussu nógvir fundir skulu vera í ráðnum um árið, men fundarvirksemi eigur at vera regluligt. Manglandi námsfrøðiligir fundir bera boð um manglandi samstarv millum lærarar og leiðslu. Tað er skúlastjórin, sum boðar til fundar og hevur ábyrgdina av fundunum. Lærarar eiga umvegis álitisfólkið at gera vart við hesi viðurskifti hjá skúlastjóranum. Gevur hetta onki úrslit, eigur málið at fara víðari sum fyrispurningur ella kæra til Mentamálaráðið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

19. september 2012


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan