Spurningar og svar

Trýst her fyri at senda okkum ein spurning

Læraraviðurskifti : Hevur skúlastjórin rætt til at taka tímar frá mær?

Á skrivstovu síni kunnaði skúlastjórin meg um, at hann tíverri sá seg noyddan at taka 5 undirvísingartímar frá mær komandi mánað og restina av skúlaárinum orsakað av lækkaðari tímajáttan frá MMR. Fyri mítt viðkomandi merkir hetta, at lønin minkar við uml. kr. 5.000 um mánaðin. Eg havi verið 9 ár í føstum starvi í skúlanum. Eigi eg at finna meg í hesum?


Svar:

5 undirvísingartímar um vikuna er ein munandi broyting í starvsviðurskiftum tínum. Í slíkari støðu hevur tú eitt krav uppá, at øll tey formligu viðurskiftini verða fylgd, ið eru ásett viðv. uppsøgn. Tú skal hava hoyringsskriv við minst 14 daga hoyringssvartíð. Har hevur tú møguleikan fyri at siga tína hugsan um niðurskurðin.
 

Skúlastjórin kann eftir, at hoyringsfreistin er farin, og við støði í tí, tú hevur víst á, taka avgerð um, at tú fert niður í tíð.

Tekur skúlastjórin avgerð um tímaniðurskurðin, so hevur tú eitt lønarkrav um fulla løn í teir 6 mánaðirnar, ið svara til uppsagnartíðarskeiðið, ið m.a. er ásett í lóg um starvsmenn. Tú hevur verið í føstum fulltíðarstarvi í 9 ár og er fevnd av uppsagnartíðarskeiði, eisini tá talan er um arbeiðsniðurskurð. Sannlíkt er, at skúlastjórin krevur, at tú arbeiðir fulla starvstíð teir 6 mánaðirnar, og eftir tað verður tímatalvan 5 tímar minni og tær uml. 5.000 kr. lægri í løn.

 

Í summum førum loysir tað seg betur at gera avtalu við skúlastjóran um at fara niður í tíð í eitt nærri ásett tíðarskeið.

 

Vinarliga

 

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

 

Læraraviðurskifti : Møta 10 minuttir áðrenn?

Eiga allir lærarar: 1) at møta 10 min áðrenn sín fyrsta tíma og 2) ikki at fara heim fyrr einn 10 min eftir sín síðsta tíma?


Svar:

Svar:

Lærarar hava ikki skyldu at møta 10 minuttir áðrenn (sín) fyrsta tíma og heldur ikki skyldu at verða á skúlanum 10 minuttir eftir (sín) seinasta tíma. Lærari kann tó fáa álagt ansingarskyldu 10 minuttir undan fyrsta undirvísingartíma í skúlanum. Tá skal tíðin skrásetast í arbeiðstíðini. Teir 10 minuttirnir eftir seinasta tíma eru fríkorter, og leiðslan kann áleggja lærara ansingarskyldu. Fríkorterið er frammanundan íroknað arbeiðstíðina, og verður tí ikki skrásett serskilt.

Vinaliga

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

10. september 2015

Læraraviðurskifti : Danska útbúgving og starv í Føroyum?

Eg eri undir læraraútbúgving í Danmark og havi bert hálvt ár eftir nú. Eg ætli mær at byrja at søkja arbeið í Føroyum beinanvegin. Men so havi eg hoyrt, at av tí at eg havi tikið læraraútbúgvin í Danmark, kann eg ikki fáa starv í Føroyum, fyrrenn eg havi fingið undirvísing í føroyskum. Hvussu er við hesum, er tað rætt, og um tað er so, hvørja undirvísing skal eg so taka, er tad nokk við undirvísing á HF ella hvussu hongur tað saman? Og kann eg fáa starv upp á tað, at eg taki undirvísing í føroyskum ímeðan?


Svar:

Svar:

Við danskari læraraútbúgving kann mann søkja starv sum øll onnur í føroyska fólkaskúlanum. Mann fær tó ikki fast starv, fyrr enn mann hevur lokið prógv í føroyskum, sum Læraraskúlin av og á skipar fyri. Eitt skeið hevur júst verið, so óvist er nær næsta skeiðið verður hildið aftur.
Men tað er eingin forðing fyri at søkja og fáa starv, at prógvið er danskt.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

21. januar 2013

Læraraviðurskifti : Kann eg krevja at álitisfólkið luttekur?

Eg havi havt ávísar trupulleikar við skúlastjóran. Hann heldur, at nú er nokk. Hann hevur sent mær teldupost og boðað frá, at eg skal koma til eina tænastliga samrøðu um viðurskiftini í komandi viku. Eg kenni meg ótryggan og vil hava álitisfólkið við á fundin. Álitisfólkið hevur hug at bera seg undan, tí hann vil ikki koma uppá tvørs av stjóranum. Hvat skal eg gera?


Svar:

Svar:
Álitisfólkið er valt at taka sær av tí uppgávu, tú vísir á. Tað kunnu vera serlig viðurskifti t.d. nært persónligt samband við lærara ella stjóra, sum gera, at álitisfólk vil sleppa undan at vera hjásitari til eina tænastliga samrøðu saman við tær. Grundgevingin hjá álitisfólkinum um, “ikki koma uppá tvørs av stjóranum” er ein vánalig umbering, men tað loysir seg helst ikki at hava eitt fólk við, sum ikki vil koma “upp á tvørs“ av stjóranum.
Tú kanst altíð taka onkran annan við, og somuleiðis kunnu formaður ella løgfrøðingur Lærarafelagsins altíð avloysa álitisfólk í tílíkum málum. Í álvarsomum málum, t.d. tá talan kann gerast um uppsøgn, eigur hjásitari sum høvuðsregla at koma frá felagnum. Okkara ráð til tín er tí, at tú vendir tær til felagið, sum í samráð við teg útvegar ein hjásitara til samrøðuna.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

6. septembe

Læraraviðurskifti : Kann eg sleppa av við ein truplan næming?

Fyri umleið einum ári síðan fekk eg ein sera truplan næming í mín 6. flokk. Hann er harðligur, harðmæltur og skapar javnan ófrið í flokkinum. Hann hevur havt samband við løgregluna um okkurt smávegis, tó uttan, at eg veit nærri, hvat tað er. Flokkurin er broyttur, og fleiri næmingar kenna seg ótryggar. Eg kenni meg strongda av hesum næminginum. Kann eg sleppa av við hann aftur?


Svar:

Svar:
Hetta er ein spurningur, sum nógvir lærarar hava sett sær sjálvum millum ár og dag. Í flestu førum er ikki møguligt at sleppa av við ein tílíkan næming. Í serligum føri kunnu ógvusligar hendingar gera, at næmingar verða fluttir til serflokk ella fáa serligan eftiransingarstuðul, men tað er ógvuliga sjáldan. Skúlastjórin hevur við ávísum fyrireikingararbeiði møguleika at flyta næmingin í annan flokk, men so vilja aðrir lærarar og foreldur gera vart við seg, og flestu skúlastjórarar aftra seg av tí sama. At flyta børn í annan skúla kann gerast trupult, bæði tí at móttakandi skúlin setur seg ímóti tí, og flestu foreldur seta seg harðliga ímóti, at teirra barn verður flutt í annan skúla, tó undantikið tá tey sjálvi ynskja tað. Øll børn hava rætt til at ganga í ein fólkaskúla, so tað skulu heilt serligar umstøður gera seg galdandi, um tú kanst sleppa av við tín næming. Tað er ikki møguligt at meta um viðurskiftini í tínum máli eru so heilt serlig við grundarlagi í upplýsingunum í spurninginum. Manglandi mannagongdir og avtalur millum skúlar gera støðuna sera trupla í sambandi við tílíka flyting.

Tá talan er um næmingar við serligum tørvi eru serligir undirvísingarstovnar ella tiltøk gjørd fyri hesi børn, men harðlig, harðmælt ella ófriðarlig børn verða, um tey ikki hava serliga diagnosu, vanliga ikki flokkað undir serligan tørv, hóast tey í nógvum førum hava tørv á serligum undirvísingartilboðum og nógvari serkønari hjálp. Í Føroyum er so at siga onki undirvísingartilboð ella nágreinaðar viðgerðarætlanir gjørdar, sum hóska til tín næming. Einasti møguleiki er tí helst, at hann verður undirvístur í flokkinum saman við hinum børnunum. Bíðilistarnir til sálarfrøðiliga hjálp eru so langir, at flestu lærarar og foreldur geva upp frammanundan, tí í nógvum førum er hjálpin bert eitt eiti, tá hon endiliga kemur. Harðligu, harðmæltu og ófriðarligu børnini gera stóran skaða á sosiala lívið í einum flokki og sindra samanhald og trivnað, og tað er tí helst ein av størstu avbjóðingunum hjá kommunu- og landsmyndugleikum í framtíðini at fáa størri játtan og betri samskipaðar ætlanir til ófriðarligu og harðligu børnini.

Hóast møguleikarnir kunnu tykjast smáir, eigur tú saman við hinum lærarunum í flokkinum, skúlastjóranum og foreldrunum at streingja á at fáa fleiri tímar og dyggari serkønari hjálp til næmingin og flokkin. Barnaverndin hevur møguleikar fyri at seta tiltøk í verk og fíggja hesi. Tí eigur skúlin at hava serliga tætt samskifti við Barnaverndina um næmingin.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

30. august 2012

Læraraviðurskifti : Lærari happar næming. Hvat geri eg?

Ein av okkara lærarum hevur tann óvana, at hann ofta happar ein ávísan næming í 5. flokki. Hann speirekur hann við útsjónd og atferð. Hetta hevur gingið fyri seg í uml eitt ár. Ofta fer tað fram, tá lærarin heldur, at ongin sær, men eg havi fleiri ferðir sæð næmingin koma hálvgrátandi út á gongini undan nevnda lærara. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal gera við tað. Um eg fari til læraran og sigi tað beinleiðis við hann, so verður helst illstøða okkara millum. Fari eg til skúlastjóran, verði eg helst ákærd fyri at stinga hann í ryggin ella fyri at vera ókollegial. Hvat skal eg gera?


Svar:

Svar:
Tað er undir alt lágmark, at lærari happar næming. Hetta átti at verið eitt yvirstaðið kapittul í føroyska fólkaskúlanum. Tað er lættast fyri teg at lata sum onki, men tað er ikki rætt mótvegis næminginum, umdøminum hjá skúlanum og kann eisini gerast ein samvitskuspurningur. Tað er trupult at fara víðari við einum tílíkum máli einsamallur, tí spurnartekin verða sett við tín rætt at finnast at einum starvsfelaga, og fólk ivast í, um tú kanska hevur onkra dulda dagsskrá í huganum. Tú átti kanska í fyrsta umfari at drigið ein av tínum samstarvsfólkum ella álitisfólkið inn í málið. Hetta fyri at stuðla tær í eygleiðingunum og í tilgongdini. Hetta er eitt viðkvæmt mál, sum kann enda friðarliga, men tað kann eisini enda við roki, tí viðkomandi lærari vísir øllum frá sær. Tað kann í summum førum vera tað rættasta at fara beinleiðis til viðkomandi lærara, meðan tað í øðrum førum er best at fara beinleiðis til skúlastjóran. Tú eigur at meta um hetta, áðrenn tú fert víðari við málinum. Undir øllum umstøðum er skúlastjórin lyklapersónurin og tann, sum natúrliga eigur at taka sær av tílíkum máli. Hann hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og hevur skyldu at fara inn í málið, um hann fær fráboðan ella kunnleika til tað. Flestu skúlastjórar gera heilt vist nakað við tílík viðurskifti, um teir fáa kunnleika til tey.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

23. august

Læraraviðurskifti : Truplir næmingar koma altíð í mín flokk. Hvat kann eg gera?

Eg eri flokslærari í einum 6. flokki. Eg havi havt henda flokk frá byrjan av. Við árunum er hetta ikki sami flokkur, sum eg byrjaði við. Fyrstu árini var tað ein friðarligur flokkur, har øll vóru góð við hvør annan. Tey hjálptu hvør øðrum, og happing var ókend. Í triðja flokki kom ein sera trupul næmingur í flokkin. Bæði næmingar og lærarar royndu at hjálpa honum, og tað gekk nøkulunda. Við endan á triðja flokki kom aftur ein trupul næmingur úr Danmark, og nú var tað, sum um hini børnini høvdu fingið nokk. Hesir báðir dreingirnir hildu saman og settu kílar í flokkin. Síðan triðja flokk eru tvey onnur børn komin úr øðrum skúlum. Eg havi ikki tamarhald á flokkinum longur og havi mist hugin at fara til arbeiðis. Eg havi roynt at tosa við stjóran um viðurskiftini, men hann víkir undan alla tíðina. Hvat kann eg gera við støðuna?


Svar:

Svar:

Hetta er ein trupul støða. Truplir næmingar, sum larma nógv, ikki samstarva og happa onnur, eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum lærarum. Lærarafelagið fær nógvar fráboðanir frá lærarum um tílíkar støður. Tá ið fleiri næmingar við trupulleikum koma í sama flokk, gerst støðan fyri læraran ofta ómøgulig. Skúlaleiðarar flyta ofta trupul børn í vælvirkandi flokkar, sum hava lærarar, sum eru dugnaligir og hava sett sær høg mál við undirvísingini og trivnaðinum í flokkinum. Flyting av næmingum í ávísan flokk verður oftast gjørd eftir miðvísari og nærri umhugsan av skúlastjórum. Tað er einki at ivast í, at truplir næmingar ofta verða fluttir í ein vælvirkandi flokk, tí metingin hjá skúlastjóranum er, at møguleikar eru fyri, at næmingurin hevur best av at koma undir væl skipaðar og góðar umstøður.

Ofta koma skúlastjórar samstundis ótilvitað at gera stóran skaða á vælvirkandi flokkar. Tað er sera trupult at taka støðu til, hvat er rætt ella skeivt í tílíkum málum. Tað snýr seg um eina avgerð, sum er torfør at taka, tí ofta eru sera nógv viðurskifti at taka atlit til og taka støðu til, og ofta tolir ongin flokkur í skúlanum ein truplan næming afturat. Støðan gerst ikki betri av, at tað næstan er ómøguligt at fáa eyka tímar til truplar næmingar og líka ómøguligt at fáa serkøna hjálp frá sálarfrøðingi. Samanumtikið er hetta eitt av teimum størstu avbjóðingunum til einstaka læraran og skúlan í dag.

Fyri at koma aftur til tína støðu, so er hon alt annað enn góð. Tá lærari hevur mist tamarhald á flokkinum, og hugurin at fara til arbeiðis er burtur, er støðan sera álvarssom. Tú ert í kreppustøðu og eigur at hugsa um tína egnu heilsu fram um alt annað. Ein møguleiki er, at tú biður um at fáa broytt tímatalvuna, so tú ikki hevur henda sama flokk ella hevur færri tímar við honum. Tað kann kennast sum ein missur og eitt persónligt tap, men kann í nógvum førum vera einasta og besta loysn fyri allar partar. Tú eigur at hugsa um heilsuna og verður kanska noydd at sjúkramelda teg í eitt tíðarskeið fyri at meta um støðuna og fáa serkøna hjálp. Lærarafelagið hevur javnan samband við lærarar í tíni støðu. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið, so vit kunnu meta um støðuna saman við tær.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. mai 2012

 

Læraraviðurskifti : Hvørjar upplýsingar kann eg lata øðrum stovnum?

Eg havi nógvar sertímar við einum næmingi, sum hevur stórar innlæringartrupulleikar. Hesin næmingurin hevur eisini sálarligar trupulleikar, og tað er neyðugt at leggja undirvísing, viðgerð og okkara egnu atferð móti honum til rættis í samráð við læknar, sálarfrøðing o.o. Vit hava nógv samstarv við frítíðarskúlan og stuðulsfólk. Eg eri nú komin í iva um, eg kann loyva mær at greiða øðrum stovnum og persónum frá teimum ógvuliga persónligu upplýsingunum og trupulleikunum hjá næminginum. Havi eg tagnarskyldu um hesi viðurskiftini?


Svar:

Svar:

Tú hevur tagnarskyldu um viðkvæmar upplýsingar, sum snúgva seg um næmingar í skúlanum. Upplýsingar frá lækna og sálarfrøðingi eru í flestu førum viðkvæmir og skulu tí viðgerast við serligum ansni og atliti. Frítíðarskúli og stuðulsfólk arbeiða í flestu førum undir aðrari myndugleikaleiðslu enn lærarar skúlans, og tí er neyðugt, at lærarar taka serlig atlit, tá teir samstarva við hesi starvsfólk. Reglurnar fyri hvørjar upplýsingar og til hvørjar myndugleikar loyvt er at lata upplýsingar, er m.a ásett í persónsupplýsingarlógini. Reglurnar kunnu í summum førum vera truplar at tulka, men ein av høvuðsreglunum er, at tað eru foreldrini hjá næminginum, sum hava rætt at avgera, hvørjar upplýsingar kunnu latast víðari og eisini til hvønn. Lættasta og tryggasta loysnin er uttan iva at fáa loyvi frá foreldrunum at samskifta við ávísu fólkini í frítíðarskúlanum og stuðulsskipanini. Tað er best at vera heilt opin og erligur við foreldrini og vísa á, at tað er neyðugt hava gott samstarv við hesi fólk fyri at tryggja barninum best møguliga viðgerð og røkt. Í flestu førum eru foreldur glað fyri samstarvið millum stovnarnar og geva loyvi uttan treytir. Í teimum førum, har foreldur siga nei, er neyðugt at viðgera málið av nýggjum saman við foreldrum, skúlaleiðslu og møguliga barnavernd fyri at fáa eina loysn.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

9. mai 2012

Læraraviðurskifti : Skal eg boða frá tí eg havi hoyrt?

Eg eri flokslærari í einum 6. flokki í einum framhaldsskúla. Í mínum arbeiði hoyri eg ofta av tilvild næmingar tosa sínámillum um viðurskifti, sum eru privat. Nú ein dagin hoyrdi eg tveir av mínum næmingum tosa um seinasta vikuskiftið, tá teir høvdu drukkið rúsdrekka í størri nøgdum. Eg stóð soleiðis fyri, at næmingarnir hvørki sóu ella hoyrdu meg. Eg havi hugsað nógv um tað, sum eg hoyrdi, og mín spurningur er: Skal eg boða barnaverndini frá, tí eg havi hoyrt ella skal eg fara til skúlastjóran?


Svar:

Svar:

Næmingar í 6. flokki eiga ikki at drekka rúsdrekka í frítíðini, og tað er tí neyðugt, at okkurt verður gjørt við málið. Tú hevur sambært lóg fráboðanarskyldu um viðurskifti, sum kunnu skaða vælferð og trivnað næminganna. Tað er undir lágmarkið, at næmingar í 12 ára aldri drekka rúsdrekka. Í summum førum, t.d. tá talan er um siðamisbrot, kann vera best at fara til myndugleikar, uttan at boða næmingi ella foreldrum frá tí, men í hesum førinum haldi eg, at næmingar og foreldur eiga at takast við frá byrjan av. Mítt ráð er, at tú tosar við dreingirnar fyrst. Tú greiðir teimum frá, at tú óvarandi hevur hoyrt um teirra rúsdrekkanýtslu, og at tú metir hetta vera so álvarsamt, at tú hevur skyldu at tosa við foreldrini um tað. Tú kunnar síðan skúlastjóran um hendingina og biður hann koma á fund við foreldrini saman við tær. Skúlin eigur at fylgja málinum upp við samrøðum við foreldur og næmingar. Ein seinni meting má avgera, um málið skal fara víðari til barnaverndina. Fyri teg er tað neyðugt at fáa part av ábyrgdina og loysnina av málinum flutta yvir á foreldur og skúlaleiðslu.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

2. mai 2012

Læraraviðurskifti : Næmingur og heilivágur

Kann nakar krevja av flokslæraranum, at hann skal syrgja fyri, at næmingur í 6. flokki tekur sítt medisin til ásettar tíðir á degnum? Næmingurin gongur við medisininum í lummanum.


Svar:

Sí annað svar í hesum teigi.

Læraraviðurskifti : Hvør hevur ábyrgdina av heilivági hjá næmingunum?

Skal lærari átaka sær ábyrgdina av at útflýggja barni heilivág? Er tað hansara uppgáva? - Um ja. Hvat so, um hann sjúkur ella av eini ella aðrari orsøk ikki er í skúla? Hvør eigur so uppgávuna? Við uppgávuni fylgir ábyrgd. Hvat nú um uppgávan ikki verður røkt nøktandi? Kann lærarin ábyrgdast fyri tað? Tað eru tvey øki innan skúlan. Serøkið og tað vanliga økið. Er aðrar reglur galdandi fyri serøkið? Í Runavíkar skúla eru fleiri børn, sum skulu hava heilivág upp á klokkuslett. Eisini eru tað lærarar, sum kenna seg noyddar at ganga við heilivágspakkum og leita eftir børnum, sum skulu hava tablettir. Hetta er ein lítil eykauppgáva, sum fyllir nógv afturat øllum hinum uppgávunum. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu mannagongdin er úti á tykkara skúlum. Annars haldi eg, at hetta fyrst og fremst er ein fakfelagsligur spurningur. Eru nakrar leiðreglur/skipanir á økinum?


Svar:

Svar:

Lærarafelagið hevur ikki fastar leiðreglur fyri útflýggjan av heilivági til næmingar. Nevndin hevur viðgjørt spurningin og er komin til ta niðurstøðu, at felagið ræður lærarum frá at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar. Útflýggjan av heilivági er ikki partur av vanligu arbeiðuppgávuni  og kann ikki áleggjast lærarum við tænastuboði. Um lærari átekur sær uppgávuna fylgir ábyrgdin við av sær sjálvum. Hetta merkir, at lærari kann koma at standa til svars fyri skeivt givnum heilivági ella bert fyri at hava gloymt heilivágin.

Størri næmingar eru sum oftast sjálvir førir fyri at handfara sín heilivág, og við størru skúlarnar er sum oftast ein heilsuskipan, sum kann taka sær av hesum viðurskiftunum. Innan serøkið kunnu serlig viðurskifti gera seg galdandi. Tað skerst ikki burtur, at lærari í serligum føri kann kenna seg noyddan at átaka sær útflýggjan av heilivági, tí annars sleppur næmingurin ikki í skúla. Felagið ræður til at gera skrivligar avtalur millum skúla og foreldur. Hesar eiga m.a. at áseta vavið av uppgávuni, ábyrgdarbýti og ta tíð, sum skal setast av til endamálið. Tað kann í tílíkum førum gerast neyðugt, at skúlaleiðslan átekur sær medábyrgd og tekur um endan, um læraranum berst frá.
Tað kann vera ásett í lýsingini eftir starvsfólki, at útflýggjan av heilivági er ein partur av arbeiðsuppgávuni. Tá er støðan ein onnur. Tá hava fólk við umsóknini góðtikið útflýggjan av heilivági sum ein part av arbeiðinum.
Um limir eru í iva, so eiga teir at tosa við felagið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

16. februar 2012

Læraraviðurskifti : Fundarfráboðan

Er nakað ásett viðvíkjandi fundarfráboðan? Vit fáa javnan fráboðan sama dag ella dagin fyri, at vit skulu møta til námsfrøðiligan fund. Hetta er keðiligt, tí at tað ger tað ógjørligt at leggja aðrar avtalur henda dagin. Finnast nakrar reglur hesum viðvíkjandi?


Svar:

Svar:
Fundir í námsfrøðiliga ráðnum eiga at verða fráboðaðir í minsta lagi eina viku frammanundan.

Í rundskrivi um námsfrøðiliga ráðið frá 20.juni 2001 stendur:
§ 4. Lýst verður til fundar í námsfrøðiliga ráðnum á lærarastovu skúlans ella á øðrum hóskandi staði í skúlanum. Fundarboð eiga vanliga at verða givin við í minsta lagi 7 daga freist, men kunnu vegna átroðkandi umstøður verða givin við styttri freist.

Vinarliga
v/Lærarafelagið
Herálvur Jacobsen, formaður

11. desember 2011

Læraraviðurskifti : Hevur skúlastjórin rætt til at taka tímar frá mær?

Á skrivstovu síni kunnaði skúlastjórin meg um, at hann tíverri sá seg noyddan at taka 5 undirvísingartímar frá mær komandi mánað og restina av skúlaárinum orsakað av lækkaðari tímajáttan frá MMR. Fyri mítt viðkomandi merkir hetta, at lønin minkar við uml. kr. 5.000 um mánaðin. Eg havi verið 9 ár í føstum starvi í skúlanum. Eigi eg at finna meg í hesum?


Svar:

Svar:

5 undirvísingartímar um vikuna er ein munandi broyting í starvsviðurskiftum tínum. Í slíkari støðu hevur tú eitt krav uppá, at øll tey formligu viðurskiftini verða fylgd, ið eru ásett viðv. uppsøgn. Tú skal hava hoyringsskriv við minst 14 daga hoyringssvartíð. Har hevur tú møguleikan fyri at siga tína hugsan um niðurskurðin.

Skúlastjórin kann eftir, at hoyringsfreistin er farin, og við støði í tí, tú hevur víst á, taka avgerð um, at tú fert niður í tíð.

Tekur skúlastjórin avgerð um tímaniðurskurðin, so hevur tú eitt lønarkrav um fulla løn í teir 6 mánaðirnar, ið svara til uppsagnartíðarskeiðið, ið m.a. er ásett í lóg um starvsmenn. Tú hevur verið í føstum fulltíðarstarvi í 9 ár og er fevnd av uppsagnartíðarskeiði, eisini tá talan er um arbeiðsniðurskurð. Sannlíkt er, at skúlastjórin krevur, at tú arbeiðir fulla starvstíð teir 6 mánaðirnar, og eftir tað verður tímatalvan 5 tímar minni og tær uml. 5.000 kr. lægri í løn.

Í summum førum loysir tað seg betur at gera avtalu við skúlastjóran um at fara niður í tíð í eitt nærri ásett tíðarskeið.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan