Spurningar og svar

Trýst her fyri at senda okkum ein spurning

Setanarviðurskifti : Kann skúlastjórin noyða meg til starvsfólkasamrøðu?

Og kann eg verða uppsøgd um eg sýti?


Svar:

Starvsfólkasamrøður eru ein fastur og natúrligur partur av starvsfólkarøktini hjá leiðsluni í einum skúla. Samrøðurnar eru eitt amboð í ráðleggingini og í arbeiðinum við at gera virkisætlan fyri tann einstaka. Ringt er at skilja, hví tú ikki vilt fara til starvsfólkasamrøðu. Mín fatan er, at tú hevur skyldu at møta upp til ásettu samrøðurnar. Tað er at meta sum tænastubrot, um tú uttan nóg góða grundgeving heldur teg burtur. Í fyrsta umfari verður tú helst ikki uppsøgd, men tú kanst fáa ávaring. Heldur tú fram at sýta, kanst tú í seinasta enda verða uppsøgd.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Eftirlønarviðurskifti : Samansett eftirløn

Eg eri 65 ára gomul og ætli mær frá við eftirløn komandi ár. Eg havi ongantíð kannað míni eftirlønarviðurskifti, men veit, at mín eftirløn er sett saman av fleiri eftirlønum. Eg var liðug á Læraraskúlanum í 1972 og arbeiddi fyrstu tvey árini sum vikarur í fólkaskúlanum í Føroyum, men fór síðan til Danmarkar í 1975 og arbeiddi í einum donskum fólkaskúla í Jyllandi í 7 ár. Eg var tá sett sum danskur tænastumaður. Eg kom aftur til Føroyar í 1982, men fór ikki til arbeiðis aftur fyrr enn í august 1983 sum árvikarur. Eg var í starvi í 5 ár sum árvikarur, var so 2 ár heima og var aftur í skúlan frá 1990 til 1998 sum árvikarur. Í 1998 var eg sett í fast starv sum sáttmálasett og havi nú arbeitt í næstan 14 ár sum sáttmálasett. Eg ætli mær úr starvi komandi skúlaár. Eg eri fødd 8. august 1947. Hvussu eru míni eftirlønarviðurskifti, hvat kann eg fáa í eftirløn?


Svar:

Svar:
Fyri at fáa yvirlit yvir eftirlønina er best at býta eftirlønartíðina upp í tey tíðarskeið, sum tú vísir á í spurninginum. Tað er ikki møguligt at rokna út, hvussu nógv tú fært í eftirløn, tí tað er neyðugt við fleiri upplýsingum.
1972-74 Hesi árini geva onga eftirløn, tí ongin eftirlønarskipan var fyri vikarar í hesum tíðarskeiðinum.
1975-82 Sum tænastumannasettur lærari hevur tú rætt til danska tænastumannaeftirløn fyri hesi árini. Danska eftirlønin kann fella til gjaldingar frá 60 ára aldri. Tú kanst venda tær til gomlu heimstaðarkommununa í Danmark fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta tíðarskeiðið.
1983-88 og frá 1990-98 hevur tú rætt til tænastumannalíknandi eftirløn sambært avtalu millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Her eigur tú at venda tær til Lønarstovuna hjá Føroya Gjaldstovu møguliga umvegis Føroya Lærarafelag. Henda pensjónin kann útgjaldast frá 67 ára aldri.
1998 til d.d. hevur tú inngoldið eftirlønargjald til LÍV og Betri Pensjón. Her eigur tú at venda tær til tryggingarfeløgini.

Viðmerkjast skal, at tín eftirløn fer at koma frá trimum ymiskum støðum, og at føroyski parturin ikki fellur til gjaldingar fyrr enn tú ert 67 ár. Hetta kann gerast ein trupulleiki, og tí er best, at tú vendir tær til Lærarafelagið fyri at vit saman við tær kunnu kanna, hvørjir møguleikar eru.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

24. oktober

Setanarviðurskifti : Havi eg rætt til eyka summarfrítíð?

Seinasta skúladag vóru næmingar í 9. flokki og eg burtur í haga. Á veg oman aftur var eg áhaldsin og datt um ein stein. Fallið var so álvarsamt, at eg breyt mjødnina. Eg var innløgd, og mátti skurðviðgerast tvær ferðir. Eg var sjúkraskrivað alla skúlasummarferiuna, og summarfrítíðin fór fyri skeyti. Tað er mær fortalt, at tað er møguligt at fáa eyka frí, tá mann gerst sjúkur beint fyri summarfrítíðini. Er tað so?


Svar:

Svar:

Tá fólk gerast sjúk ella koma til skaða, áðrenn summarfrítíðin er byrjað og tí ikki kunnu halda vanligu frítíðini, er høvuðsreglan, at tey kunnu taka teir dagar, tey eru sjúk í summarfrítíðini seinni í frítíðarárinum. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur tikið hesa avgerð í fleiri málum. Um fólk gerast sjúk í summarfrítíðini, er høvuðsreglan, at summarfrítíðin ikki kann leggjast seinni.

Tú eigur at útvega tær læknaváttan fyri tíðarskeiðið og lata skúlastjóranum umbønina um at fáa manglandi summarfrítíðini lagda seinni. Dagarnir skulu leggjast í samráð við skúlastjóran. Tú kanst ikki altíð rokna við at fáa alla summarfrítíðina lagda eitt samlað tíðarskeið. Fólk, sum skifta til heilt annað starv, ella flyta av landinum, kunnu fáa manglandi summarfrítíðina útgoldna í staðin.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Setanarviðurskifti : Kann skúlastjórin lova starvssetan?

Ein av starvsfelagum mínum hevur góð vinabond við skúlastjóran í einum stórum framhaldsskúla. Hann var herfyri uppringdur av skúlastjóranum, sum bjóðaði honum fast starv í skúlanum eftir summarfrítíðina. Starvsfelagin hevur góðar førleikar í teldu og alisfrøði. Skúlastjórin segði seg hava tørv á lærara við hesum førleikunum. Kenni eisini annan lærara, sum hevur fingið boðið starv frammanundan. Er hetta loyvt? Hvat við okkum øðrum, sum standa á bíðilista í fleiri ár, áðrenn vit fáa fast starv?


Svar:

Svar:

Grundreglan í allari starvssetan innan tað almenna er, at best skikkaði umsøkjarin hevur rætt til starvið. Skúlastjórin kann ikki vita fleiri mánaðir frammanundan, hvør fer at søkja starv, tá tað einaferð verður lýst leyst. Hann hevur tí ongar møguleikar at vita, um starvsfelagi tín er tann best skikkaði ella onkur heilt annar. Tað er tí ikki í lagi at bjóða starvsfelaga tínum alment starv, áðrenn setanin verður framd eftir galdandi setanarpolitikki. Øll lýsingar- og setanartilgongdin verður tá ein glæntrileikur. Tað er eingin loyna, at skúlastjórar heita á vælskikkað fólk at søkja ávís størv í fólkaskúlanum. Í summum førum fara skúlastjórarnir ov langt og lova burtur størv frammanundan. Í øðrum førum skilir tann uppringdi áheitanina sum eitt lyfti um starv og kennir seg snýttan, tá starvið fer til onkran annan. Lærarafelagsins fatan er, at flestu skúlastjórar halda seg til ásettar setanarreglur og halda setanarpolitikk landsins. Bíðilistar finnast ikki innan setanarøkið í fólkaskúlanum. Tá søkt verður av nýggjum til eitt starv, er grundreglan, at øll eru javnt stillað. Best skikkaði umsøkjarin hevur rætt til starvið. At ein umsøkjari hevur søkt fleiri ferðir, ger í sjálvum sær ikki umsøkjara betur skikkaðan. Lærarafelagið hevur nærum á hvørjum ári samrøður við limir, sum hava søkt fleiri ferðir størv uttan at fáa starv. Tað krevst ein neyv grundgeving frá setanarmyndugleikanum fyri, hví tann setti fær starvið framum ein, ið ikki fekk starvið.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Setanarviðurskifti : Havi eg skyldu at arbeiða í uppsagnartíðini?

Eg eri uppsøgd við 3 mánaða uppsagnartíð sambært sáttmálanum. Orsøkin fyri uppsøgnini er niðurskurður í tímajáttanini frá Mentamálaráðnum. Skúlastjórin hevur sagt við meg, at eg skal arbeiða í uppsagnartíðini, tí hann hevur stóran tørv á lærarum orsakað av verkætlanararbeiði og sjúku hjá einum øðrum lærara. Eg eri sjálvandi í ringum lag fyri tíðina, og vil ikki arbeiða í uppsagnartíðini. Kann eg vera heima í uppsagnartíðini? Kann arbeiðsgevarin sýta fyri at útgjalda løn?


Svar:

Svar:

Skúlastjórin kann krevja, at tú arbeiðir sum vanligt í uppsagnartíðini, men í flestu førum verða fólk fríttstillað. Flestu leiðarar meta, at tað skapar mistrivnað á arbeiðsplássinum um  uppsøgd starvsfólk eru til arbeiðis í uppsagnartíðini. Tey eru undir stórum sálarligum trýsti, og støðan gerst uppaftur truplari, um tey skulu møta upp í uppsagnartíðini. Tú eigur at tosa við skúlastjóran aftur, og vísa á, at støðan er ótolandi og at tú ert undir stórum sálarligum trýsti. Um tú ikki møtir til arbeiðis og onga avtalu hevur og annars ikki hevur nakra lógliga fráveruorsøk, kann arbeiðsgevarin slíta setanina frá degi til dags og steðga lønini. Hann hevur møguleika at krevja teg eftir endurgjaldi fyri skjalprógvaðar øktar eyka útreiðslur, men hesin framferðarhátturin verður ógvuliga sjáldan nýttur.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Setanarviðurskifti : Hvørjar reglur eru fyri sjúkradøgum?

Eg skal til samrøðu hjá stjóranum. Havi verið heldur nógvar dagar burtur seinastu mánaðirnar, og í nøkrum førum hevur tað verið einstakar dagar eftir vikuskifti. Stjórin sigur, at hon heldur einstakar sjúkradagar vera skulk. Kann hon siga sovorðið? Hon vil hava at vita, hvat mær bagir og ringir sama dag ella dagin eftir eg eri sjúkrameldað, fyri at fáa staðfest um tað er rætt, at eg ikki kann koma til arbeiðis, og nær eg ætli mær at koma aftur. Kann hon gera sovorðið? Hvat hevur hon rætt at fáa at vita frá mær, tá hon ringir? Eru nakrar reglur fyri, hvussu nógvar sjúkradagar mann kann hava? Seinasta árið havi eg havi verið sjúk í 8 tíðarskeið við 32 døgum.


Svar:

Svar:

Skúlastjórin hevur ikki loyvi til at skuldseta teg fyri at skulka uttan haldgóðar grundgevingar, men tað er einki sum forðar skúlastjóranum at ringja og spyrja, hvussu tú hevur tað, og hvussu leingi tú roknar við, at sjúkan varir. Hon hevur í nógvum førum tørv á at fáa vikar fyri teg, og tá er gott at vita, hvussu leingi hon skal biðja vikarin til arbeiðis. Skúlastjórin hevur ikki rætt at fáa nágreinliga at vita, hvat tær bagir umvegis telefonina. Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og lóg um starvsmenn, hevur arbeiðsgevarin rætt til læknaváttan um sjúku eftir sjúkufráveru meira enn 2 vikur. Á læknaváttan kann vera staðfest, hvussu útlitini eru fyri arbeiðføri tínum í nærmastu framtíð. Arbeiðsgevarin skal í hesum føri gjalda fyri læknaváttanina.

Ongastaðni eru ásettar bindandi reglur fyri, hvussu leingi fólk hava loyvi at vera sjúk. Tó skal eg vísa á, at sokallaða 120 daga reglan eisini er galdandi innan sáttmálaøkið hjá Føroya Lærarafelag. Sáttmálin ásetur: “Hevur lærari í 12 fylgjandi mánaðir fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans, kann lærarin verða sagdur upp við 1 mánaðar freist at fara úr starvi, tá fyrsti heili mánaðurin er av. Hetta treytað av, at uppsøgnin verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan lærarin framvegis er sjúkur.” Henda regla hevur ikki verið nógv brúkt av okkara arbeiðsgevara. Viðmerkjast skal, at fólk kunnu sigast úr starvi bæði áðrenn og eftir 120 dagar, um røttu fyritreytirnar eru til staðar. Fyritreytirnar kunnu vera, at tað er staðfest, at eingir møguleikar eru fyri, at sjúka starvsfólkið fær heilsuna aftur. Tá 120 daga sjúkrafrávera verður tald upp, so verður vikuskiftisdagar og høgtíðir tald við í teir 120 dagarnar, sostatt er tað ikki 120 arbeiðsdagar, men 120 kalendaradagar við sjúku.

Burturvera vegna sjúku er ein lóglig fráverugrund og spurningurin um læknaváttan ella munnliga fráboðan um sjúku er oftast eitt álitismál millum skúlastjóra og lærara. Tíbetur er tað soleiðis, at skúlastjórar trúgva fólki, sum boða frá, at tey eru sjúk, og krevja tí ikki læknaváttan. Fólk við longum starvsaldri kunnu vanliga loyva sær at verða longur burtur vegna sjúku enn nýsett, hóast ongar reglur eru um tað. Men praksis fyri tí kann vera broytt. Áðrenn støða verður tikin til uppsøgn, skal ein læknaváttan staðfesta útlitini fyri arbeiðsførleikanum. Í fleiri av grannalondum okkara er almenni starvsfólkapolitikkurin, at alt skal verða gjørt fyri at halda fólk í starvi, hóast longri sjúkrafráveru. Uppsøgn vegna sjúku flytur ofta trupulleikan til ein annan myndugleika, og tað kann tí vera ein vánalig loysn. Føroya Lærarafelag kann einans vísa á, at Mentamálaráðið í flestu førum hevur víst menniskjalig atlit í sambandi við uppsøgn vegna sjúku. Hetta er at gleðast yvir.

Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
 

 

Setanarviðurskifti : Kann skúlastjórin krevja læknaváttan?

Kann skúlastjórin krevja læknaváttan, tá eg boði frá, at eg eri sjúkur? Eg havi verið rættiliga sjúkur seinasta hálva árið. Ofta heilar vikur seinastu mánaðirnar, men eisini einstakar dagar onkuntíð áðrenn ella eftir vikuskifti. Kann skúlastjórin krevja læknaváttan, tá ið eg boði frá, at eg eri sjúkur?


Svar:

Svar:

Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 14 sjúkradøgum. Arbeiðsgevarin kann krevja at fáa kunnleika frá lækna um, hvussu útlitini fyri arbeiðsføri hjá tær eru. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina. Reglur í lógini um starvsmenn eru eisini galdandi fyri sáttmálasettar lærarar. Fráboðan av sjúku er oftast eitt álitismál millum skúlastjóra og lærara. Tó er eingin ivi um, at tolsemi og trúgvin hjá skúlastjóra kann ganga undan, um lærari ofta er sjúkur og kanska serliga, um tað er eitt ávíst mynstur í sjúkugongdini. Um lærari er ofta burtur einstakar dagar, kann skúlastjórin somuleiðis biðja um læknaváttan

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur
 

 

Setanarviðurskifti : Kann eg flyta starvsstað?

Eg havi verið tænastumannasettur lærari í 18 ár í miðalstórari bygd. Kundi hugsað mær at flutt starvið til heilt aðra størri bygd ella til høvuðsstaðin. Fyri ári síðan var er skildur, og eg havi trupulleikar í skúlanum í samstarvinum bæði við leiðslu og aðrar lærarar. Dugi illa at síggja meg sjálvan sum part av skúlanum ella bygdini í framtíðini og kenni á mær, at framtíðin liggur aðrastaðni. Eru møguleikar fyri at flyta starvsstað?


Svar:

Svar:

Tú kanst søkja Mentamálaráðið um at flyta starvsstað, men tað eru fleiri ivamál í sambandi við flyting av starvsstaði, og tað er tí ivasamt, um tú fært loyvi at flyta starvið til annan skúla, um ikki heilt serligar grundir tala fyri tí. Mentamálaráðið hevur í nøkrum førum góðtikið og medvirkað til flytingar í annan skúla, tá vandi hevur verið fyri uppsagnum, ella tá starvsliga støðan hjá viðkomandi lærara í heimaskúlanum hevur verið sera trupul. Talan er um lutfalsliga fáar flytingar seinastu nógvu árini. Tað er ikki nokk at hava eitt brennandi ynski um at verða fluttur. Flyting verður ofta framd, um skúlastjórarnir í verandi og komandi skúla og tú sjálvur eru samdir um, at flyting er besta loysnin fyri heimaskúlan og teg. Skoytast kann upp í, at setanarøkini hjá føroyskum fólkaskúlalærarum eru ymisk, alt eftir í hvørjum tíðarskeiði, teir eru settir í starv. Ein partur av føroysku lærarunum eru settir við einstakan skúla í kommununi, meðan aðrir eru settir í starv í einum landafrøðiligum øki t.d. Eysturoynni, Tórshavnar kommunu ella Mentamálaráðnum og stovnar undir tí. Tað er lættari at flyta arbeiðsstað, um tú ert settur í einum størri øki við fleiri skúlum.

Tú kanst eisini velja at søkja nýtt starv í einum øðrum skúla. Tú søkir tá undir somu treytum sum aðrir umsøkjarar. Um tú fært fasta starvssetan í nýggja skúlanum, er møguligt at flyta tænastumannastarvið. Tú eigur í fyrsta lagi altíð at søkja um farloyvi úr gamla starvinum, og síðan um flyting av tænastumannastarvinum, tá tú hevur fingið nýtt fast starv. Fyribils starvssetan gevur ikki rætt til at flyta tænastumannastarvið.

vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

9. mars 2011

 

Læraraviðurskifti : Hevur skúlastjórin rætt til at taka tímar frá mær?

Á skrivstovu síni kunnaði skúlastjórin meg um, at hann tíverri sá seg noyddan at taka 5 undirvísingartímar frá mær komandi mánað og restina av skúlaárinum orsakað av lækkaðari tímajáttan frá MMR. Fyri mítt viðkomandi merkir hetta, at lønin minkar við uml. kr. 5.000 um mánaðin. Eg havi verið 9 ár í føstum starvi í skúlanum. Eigi eg at finna meg í hesum?


Svar:

Svar:

5 undirvísingartímar um vikuna er ein munandi broyting í starvsviðurskiftum tínum. Í slíkari støðu hevur tú eitt krav uppá, at øll tey formligu viðurskiftini verða fylgd, ið eru ásett viðv. uppsøgn. Tú skal hava hoyringsskriv við minst 14 daga hoyringssvartíð. Har hevur tú møguleikan fyri at siga tína hugsan um niðurskurðin.

Skúlastjórin kann eftir, at hoyringsfreistin er farin, og við støði í tí, tú hevur víst á, taka avgerð um, at tú fert niður í tíð.

Tekur skúlastjórin avgerð um tímaniðurskurðin, so hevur tú eitt lønarkrav um fulla løn í teir 6 mánaðirnar, ið svara til uppsagnartíðarskeiðið, ið m.a. er ásett í lóg um starvsmenn. Tú hevur verið í føstum fulltíðarstarvi í 9 ár og er fevnd av uppsagnartíðarskeiði, eisini tá talan er um arbeiðsniðurskurð. Sannlíkt er, at skúlastjórin krevur, at tú arbeiðir fulla starvstíð teir 6 mánaðirnar, og eftir tað verður tímatalvan 5 tímar minni og tær uml. 5.000 kr. lægri í løn.

Í summum førum loysir tað seg betur at gera avtalu við skúlastjóran um at fara niður í tíð í eitt nærri ásett tíðarskeið.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Tryggingarviðurskifti : Skal eg melda arbeiðsskaða?

Eg undirvísi 7. flokki í ítrótti. Í einum fimleikatíma tók eg ímóti gentunum í lopum. Undir móttøkuni datt ein av gentunum á meg, og eg var noydd at strekkja meg so langt til síðis, at okkurt dragnaði í hálsinum og rygginum. Tað er meira enn tveir mánaðir síðani, men eg havi framvegis nógva pínu og trupult við ávísum rørslum. Eg eri nú farin at hugsa meira og meira um varandi avleiðingar av skaðanum. Mær kunnugt hevur ongin meldað skaðan til nakað tryggingarfelag. Er tað í lagi?


Svar:

Svar:
Skaðin hjá tær er ein arbeiðsskaði og skal sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini frá 25. mei 2009 fráboðast til Vanlukkutryggingarráðið. Sambært spurningi tínum kann vera talan um ein varandi skaða, sum kemur undir ásetingarnar í arbeiðsskaðatryggingarlógini. Skúlastjórin skal fráboða skaðan innan ávísar freistir. Tilmeldingarskjølini eru at finna á  www.domstol.dk og víðari undir Føroyar og Vanlukkutryggingarráðið. Um tú ikki innan 5 vikur eftir tilburðin kanst taka ítróttartímarnar upp aftur, skal arbeiðsgevarin melda skaðan innan 9 dagar. Henda freistin er farin í tínum føri, men ávísar undantaksreglur eru í lógini, tá arbeiðsgevarin forsømir sína skyldu. Freistin kann tá leingjast upp til eitt ár. Sambært lógini verða arbeiðsskaðar innan tað almenna viðgjørdir sum um ein trygging er galdandi, hóast almennir arbeiðsgevarar ikki hava skyldu at tryggja starvsfólk síni. Tílík mál kunnu vera trupul at koma ígjøgnum, og tí eigur tú at venda tær til Lærarafelagið fyri at fáa nærri kunning og hjálp. Tað er betri at melda skaðan til sum skjótast, heldur enn um nøkur ár at finna út av, at skaðin tíverri gjørdist varandi.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

16. februar 2011

Setanarviðurskifti : Eigi eg at fáa løn undir bráðfeingis læknavitjan?

Eftir sáttmálanum hjá Lærarafelagnum er sjúka lóglig fráverugrund. Merkir hetta, at arbeiðsgevarin skal gjalda løn, tá eg av brádliga ákomnum orsøkum má fara til lækna. Hvussu er støðan, tá eg fari til kanningar o.a.? Eg havi verið í starvi í 6 mánaðir og havi verið hjá lækna tveir hálvar skúladagar hetta tíðarskeiðið.


Svar:

Svar:

Tá tú ert noydd at fara til lækna orsakað av brádliga ákomnum orsøkum, er hetta at meta sum sjúka, og tú hevur rætt til løn undir sjúku, sambært lóg um starvsmenn og sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Tá talan er um viðtalur ella kanningar, sum tú sjálv kann leggja til rættis, eigur tað sum høvuðsregla at verða lagt í tíðarskeiðum, tá tú  ikki er til arbeiðis. Av tí at læknar og sjúkrahús oftast hava somu arbeiðstíðir sum almenn starvsfólk, kann tað vera trupult at fáa viðtalur og kanningar lagdar í frítíðini. Í flestum førum er neyðugt at taka við teimum tíðum, tú fært. Innan almenna geiran góðkenna stjórar vanliga, at starvsfólk fara til læknaviðtalu og kanningar í arbeiðstíðini uttan frádrátt í lønini. Starvsfólk í parttíðarstarvi hava betri møguleikar fyri at leggja læknaviðtalu og kanningar uttanfyri teirra vanligu arbeiðstíð.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

23. februar 2011

Setanarviðurskifti : Kann eg halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur?

Eg eri 66 ára gamal lærari í tænastumannastarvi. Havi ikki hug at gevast enn, tí heilsan er góð, og tað gongst væl í skúlanum. Kann eg halda fram eftir 67 ára aldur?


Svar:

Svar:

Tíverri. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið gjørdu í 1993 semju, sum ásetir, at tænastumannasettir lærarar fara frá við endan av tí mánaði, teir fylla 67 ár.
Tænastumannalógin ásetur í § 26, at tænastumaður fer úr starvi, tann mánaðin hann fyllir 70 ár. Hinvegin er eisini ásett í lógini, at víkjast kann frá 70 ára fráferð við avtalu millum fakfelag og arbeiðsgevara. Tú kanst tí ikki halda fram í starvinum eftir 67 ára aldur.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

3. mars 2011

Setanarviðurskifti : Kann eg fráboða sjúku o.a. umvegis teldupost?

Í sambandi við at eg eri heima vegna sjúku hjá mær ella sjúku hjá børnunum, skal skúlastjórin hava boð um mína fráveru. Er tað í lagi, at eg sendi honum ella skrivaranum ein teldupost og boði frá fráveruni?


Svar:

Svar:

Fyri skúlastjóran og skúlan hevur tað avgerandi týdning, at boðini koma fram til móttakaran í góðari tíð. Ongar almennar reglur eru fyri, hvussu og hvørji samskiftisamboð skulu nýtast, tá sjúka verður fráboðað. Teldupostur er ein góður fráboðanarháttur, tí tú fært kvittan fyri, at boðini eru send. Hinvegin eru tað skúlastjórar, sum ikki lesa teldupost fyrr enn seinni út á dagin, og tá er fráboðanin við telduposti ikki í lagi. Í flestu skúlum er avtala gjørd millum skúlaleiðslur og lærarar um, hvussu fráboðanin verður gjørd á rættan hátt. Í nógvum førum vilja skúlastjórar hava fráboðanina umvegis telefon innan ávíst tíðarskeið tíðliga á morgni. Er hetta avtalan, so eigur tú at halda teg til hesa mannagongdina. Tað ber altíð til eisini at fráboða umvegis teldupost fyri at fáa eina kvittan fyri fráboðanina. 

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

9. mars 2011

Eftirlønarviðurskifti : Kann eg gifta meg upp aftur uttan at missa eftirlønina?

Eg fái hjúnafelagaeftirløn eftir fyrrverandi mann mín, sum var tænastumaður. Fari at giftast øðrum manni. Hann sigur, at eg missi hjúnafelagatænastumannaeftirlønina, um eg gifti meg uppaftur. Er tað rætt?


Svar:

Svar:

Nei, tað er ikki rætt. Tað er ikki ásett í tænastumannaeftirlønarlógini, at tú missir hjúnafelagaeftirlønina, um tú giftir teg av nýggjum. Nú sæst ikki av spurninginum, um komandi maður tín eisini er tænastumaður. Um hann hevur rætt til tænastumannaeftirløn og  hann doyr áðrenn tú, hevur tú einans rætt til ta einu hjúnafelagaeftirlønina, og tað er sjálvsagt tann hægra eftirlønin.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

16. mars 2011

Setanarviðurskifti : Lønarmiss vegna illveður?

Eg búgvi á bygd norðanfyri og starvist í skúla í Havn. Tvær ferðir í vetur hevur veðrið verið so ringt, at ikki var koyrandi til Havnar. Eg boðaði skúlastjóranum frá, at eg ikki kundi koma til arbeiðis vegna veður, og hann var tí noyddur at seta vikar fyri meg. Tá eg kom til arbeiðis aftur eftir seinna illveðursdagin, segði hann við meg, at hann tíverri var noyddur at trekkja meg í løn fyri henda seinna dagin. Hevur hann loyvi til tað?


Svar:

Svar:

Tað er óvanligt, at skúlastjórar trekkja løn frá starvsfólki, sum ikki kann koma til arbeiðis einstakar dagar vegna illveður. Teir plaga at vera lagaligir og bjóða fólki at taka tímarnar seinni. Hinvegin er høvuðsreglan, at starvsfólk sjálv hava ábyrgdina av at møta á arbeiðsplássinum til ásettu tíðina. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at gjalda løn til starvsfók, sum ikki møtir. Tað er tín ábyrgd, at tú ikki møtir. Í summum førum gista fólk á staðnum har arbeiðsplássið er, um veðurforsøgnirnar eru serliga ringar. Niðurstøðan er, at skúlastjórin hevur loyvi at trekkja teg í løn fyri manglandi tímarnar. 

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

23. mars 2011

Eftirlønarviðurskifti : Nær kann eg fáa útgoldið mína tænastumannapensjón?

Eg gavst í 2001 eftir 25 ár sum lærari. Eg var tænastumaður, men fór í annað starv uttanfyri fólkaskúlan. Eg fylli 62 ár í summar og kundi hugsað mær at farið frá við eftirløn. Kann eg fáa mína tænastumannapensjón útgoldna?


Svar:

Svar:

Tá tænastumaður fer úr starvi áðrenn 60 ára aldur, missir hann rættin til at fáa útgoldið eftirløn í tíðarskeiðinum frá 60 til 67 ára aldur. Hann kemur undir reglurnar um útsetta eftirløn sambært kapittul 7 í Tænastumannaeftirlønarlógini, sum ásetur 67 ára aldursmark. Tú kanst fáa tænastumannaeftirløn, tá tú verður 67 ár. Er talan um óarbeiðsføri, er møguleiki fyri at fáa útgoldið tænastumannaeftirløn áðrenn 67 ára aldur. Vend tær til Lærarafelagið, um talan er um óarbeiðsføri. Tænastumannasett eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey siga seg úr einum tænastumannastarvi, tí møguleikarnir fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri fara samstundis fyri skeyti. Skoytast skal uppí, at tænastumenn, sum fóru úr starvi áðrenn 1. juli 1997, verða viðgjørdir eftir donskum reglum, og har eru víðkaðir møguleikar fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. mars 2011

Eftirlønarviðurskifti : Hvaðan fái eg upplýsingar um mínar pensjónir?

Eg eri 59 ár og arbeiði sum lærari. Eg eri sáttmálasett, men havi verið tænastumaður fyri nógvum árum síðan. Eg havi eisini arbeitt nøkur ár í Danmark, stutt eftir at eg var komin út av Læraraskúlanum. Eg ætli at gevast við arbeiðinum nú eg fylli 60 ár, tí heilsan bilar, og eg orki ikki so væl at fáast við børn longur. Hvaðani kann eg fáa upplýsingar um míni pensjónsviðurskifti?


Svar:

Svar:
Tín pensjón er sett saman av trimum ymiskum pensjónum frá trimum ymiskum myndugleikum/feløgum.
Í fyrsta lagi hevur tú rætt til føroyska tænastumannapensjón eftir donskum reglum fyri tey fyrstu starvsárini. Tú kanst sambært donsku reglunum fáa hesa pensjónina frá 60 ára aldri, men tá er niðurskurðurin rættiliga stórur, tí tú fert frá sum 60 ára gomul. Tú fært upplýsingar um hesa pensjónina frá Lønarstovuni í Føroya Gjaldstovu.
Í øðrum lagi hevur tú helst rætt til danska pensjón, men tað sæst ikki av upplýsingunum, hvussu tín setan hevur verið hetta tíðarskeiðið. Tú eigur at venda tær til gomlu heimstaðarkommununa ella til fakfelagið í Danmark.
Í triðja lagi skalt tú venda tær tryggingarfelagið LÍV og/ ella Betri Pensjón fyri at fáa upplýsingar um seinasta tíðarskeiðið fram til d.d..
Lærarafelagið hjálpir tær í møguligum ivaspurningum.

Poul Nolsøe. løgfrøðingur

17. oktober 2012

Eftirlønarviðurskifti : Eftirløn hjá makanum

Hvussu stór er læraraeftirlønin, sum makin hjá mær fær, um eg doyggi áðrenn hon?


Svar:

Svar:
Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av eftirlønini hjá tær. Eftirsitandi hjúnafelagar undir 67 ár fáa eisini eina sonevnda U-67 viðbót, sum er 1/37 av grundupphæddini í fólkapensjónini fyri hvørt eftirlønarár, sum tænastumaðurin hevur. Tað er ikki møguligt at rokna eftirlønina hjá tínum maka við verandi upplýsingum. Fyri at rokna eftirlønina út er neyðugt at hava lønarflokking, aldur á tænastumanni og maka, eftirlønarár og deyðadag. Tú kanst altíð venda tær til felagið við hesum upplýsingum og fáa eftirlønina roknaða út.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur
13. apríl 2011

 

Tryggingarviðurskifti : Nær kann eg fáa útgoldið mína tænastumannapensjón?

Eg gavst í 2001 eftir 25 ár sum lærari. Eg var tænastumaður, men fór í annað starv uttanfyri fólkaskúlan. Eg fylli 62 ár í summar og kundi hugsað mær at farið frá við eftirløn. Kann eg fáa mína tænastumannapensjón útgoldna?


Svar:

Svar:

Tá tænastumaður fer úr starvi áðrenn 60 ára aldur, missir hann rættin til at fáa útgoldið eftirløn í tíðarskeiðinum frá 60 til 67 ára aldur. Hann kemur undir reglurnar um útsetta eftirløn sambært kapittul 7 í Tænastumannaeftirlønarlógini, sum ásetur 67 ára aldursmark. Tú kanst fáa tænastumannaeftirløn, tá tú verður 67 ár. Er talan um óarbeiðsføri, er møguleiki fyri at fáa útgoldið tænastumannaeftirløn áðrenn 67 ára aldur. Vend tær til Lærarafelagið, um talan er um óarbeiðsføri. Tænastumannasett eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey siga seg úr einum tænastumannastarvi, tí møguleikarnir fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri fara samstundis fyri skeyti. Skoytast skal uppí, at tænastumenn, sum fóru úr starvi áðrenn 1. juli 1997, verða viðgjørdir eftir donskum reglum, og har eru víðkaðir møguleikar fyri at fáa eftirløn frá 60 ára aldri.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. mars 2011

Tryggingarviðurskifti : Havi eg rætt til bráðsjúkutrygging?

Eg eri limur í Lærarafelagnum og gjaldi tí eisini tær tryggingar, sum felagið hevur. Ein av hesum tryggingum er bráðsjúkutrygging. Eg gjørdist sjúkur í hjartanum fyri einum ári síðan, og var í tí sambandi sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar. Eg fekk ballónvíðkan av æðrunum til hjartað. Havi eg rætt til trygging?


Svar:

Svar:

Ja, eftir øllum at døma hevur tú rætt til útgjald. Ein listi er gjørdur yvir tær sjúkur, sum tryggingin fatar um. Sonevnd ballónvíðkan er við á listanum. Nærri útgreinað er ásett í yvirlitinum: “Gjørd skurðviðgerð, har bjølgur er settur inn í eina ella fleiri hjartalívæðrar (PCI), har fóðring (stent) møguliga er sett inn.” Tú eigur at seta teg í samband við Betri Pensjón. Teir hjálpa tær við at útfylla neyðugu skjølini. Tú skalt hava læknaligu skjølini frá Ríkissjúkrahúsinum. Tryggingarupphæddin er kr 100.000.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

25. mai 2011

Tryggingarviðurskifti : Hvat umfatar bólkatryggingin

Eg eri tænastumaður og gjaldi til eina bólkatrygging. Eg havi ongantíð rættiliga skilt, hvat eg gjaldi til, og hvat tryggingin í grundini inniheldur. Kann eg fáa nakað nærri at vita um hetta?


Svar:

Svar:

Bólkatrygging er trygging, har fleiri eru tryggjað í einum bólki. Hetta merkir, at øll eru tryggjað eftir sama leisti og rinda sama prísin fyri tryggingina.

Føroya Lærarafelag hevur teknað bólkatrygging fyri tænastumenn, sum fevnir um hesar veitingar:

Lívstrygging

Bráðsjúkutrygging

Gjaldsundantøku

Lokaupphædd

Lívstryggingarupphæddin er kr. 500.000,- henda upphædd er galdandi fram til fylta 46 ár. Síðani lækkar tryggingarupphæddin við kr. 20.000,- árliga fram til fylta 66 ár, tá hon er komin niður á kr. 100.000,-

Bráðsjúkutrygingin verður útgoldin, um lærari fær eina av bráðsjúkunum, sum nevndar eru í tryggingartreytunum. Tryggingarupphæddin er kr. 100.000,-. Børn hjá tænastumonnum í aldrinum ½ til 18 ár eru eisini fevnd av bráðsjúkutryggingini. Her er tryggingarupphæddin er kr. 60.000,-.

Listin yvir fevndar sjúkur er at finna á heimasíðuni www.betri.fo

Gjaldsundantøka merkir, at um tænastumaður gerst 2/3 ella meira óarbeiðsførður, rindar Betri pensjón tryggingargjaldið til bólkatryggingina aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri og so leingi óarbeiðsføri stendur við, tó í mesta lagi fram til fylta 67 ár. Gerst lærari millum ½ og 2/3 óarbeiðsførður, rindar Betri pensjón helmingin av tryggingargjaldinum.

Lokaupphæddin er kr. 100.000,- og verður útgoldin í einum, tá tænastumaðurin er fyltur 67 ár.

Tænastumaður rindar kr. 437,- um mánaðin til Føroya Lærarafelag fyri hesa trygging. Goldið verður við skattaðum peningi; sostatt verða allar útgjaldingar skattafríar.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri Pensjón

1. juni 2011

Tryggingarviðurskifti : Havi eg rætt til veiting?

Eg fekk staðfest krabba í bróstinum fyri á leið einum mánaða síðani. Eg havi fingið at vita frá einari vinkonu, at eg havi rætt til eina veiting frá tryggingini. Er hetta so?


Svar:

Svar:

Bráðsjúkutrygging er partur av bólkatryggingini, sum er teknað gjøgnum Føroya Lærarafelag. Tryggingin fevnir um fleiri bráðsjúkur sambært ásetingum í tryggingartreytunum. Verður illkynjaður bróstkrabbi staðfestur, er hetta ein av sjúkunum, sum fevndar eru av hesari trygging. 

Hetta merkir, at útgoldnar verða kr. 100.000,- skattafrítt.

Tú skalt venda tær til Betri pensjón, sum sendur tær eina áheitan um útgjald. Fyri at skjalprógva sjúkuavgerðina (diagnosuna) verður sjúkrahúsið biðið um útskrivingarskjalið (epikrisuna), har sjúkuavgerðin er staðfest. Betri pensjón setur seg í samband við sjúkrahúsið, men um tú hevur skjalið, styttir tað um útgjaldingartíðina, um tú leggur avrit av skjalinum saman við áheitanini um útgjald.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri pensjón

15. juni 2011

Tryggingarviðurskifti : Hvussu er mannagongdin viðv lokaupphæddini?

Lærarar, sum eru farnir frá vegna aldur hava nevnt fyri mær, at teir hava fingið útgoldna eina lokaupphædd. Nú eg sjálvur nærkist fráfaringaraldrinum, fari eg at spyrja, hvussu mannagongdin er í hesum sambandi. Er hetta nakað allir lærarar hava rætt til, og skal eg gera nakað sjálvur fyri at fáa hesa upphæddina útgoldna?


Svar:

Svar:

Limir, sum eru fevndir av bólkatryggingini hjá Føroya Lærarafelag, fáa útgoldið eina lokaupphædd, tá teir røkka pensjónsaldrinum. Útgjaldið er skattafrítt, og upphæddin er kr. 100.000.

Upphæddin fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at limurin er fyltur 67 ár. Fram undir mánaðarskiftið fær limurin bræv frá Betri pensjón, sum boðar frá rættinum til útgjald. Á skrivinum er ein teigur, har tú skrivar kontunummar, sum peningurin skal flytast inn á. Hesin teigur verður sendur aftur til Betri pensjón í svarbjálvanum.

Hetta er føst mannagongd, so tað er ikki neyðugt, at tú boðar frá. Um so er, at tú ikki móttekur nevnda brævið, og tú metir teg hava rætt til lokaupphæddina, setur tú teg í samband við Føroya Lærarafelag.

Vinaliga

Bartal Kass, Betri pensjón

30. juni 2011

 

Námsfrøði : Ongir námsfrøðiligir fundir

Ongir námsfrøðiligur fundir hava verið í okkara skúla hetta skúlaárið. Er hetta í lagi?


Svar:

Svar:
Nei, tað er ikki í lagi. Sambært fólkaskúlalógini og viðmerkingunum til lógina skal námsfrøðiliga ráðið veita skúlastjóranum ráðgeving. Viðmerkingarnar siga m.a. soleiðis um uppgávurnar hjá ráðnum: “Tað er í hesum ráðnum, námsfrøðiliga umrøðan fer fram, og royndar- og menningarætlanir skúlans verða bornar fram og viðgjørdar.”
Tað er ikki ásett í lógini, hvussu nógvir fundir skulu vera í ráðnum um árið, men fundarvirksemi eigur at vera regluligt. Manglandi námsfrøðiligir fundir bera boð um manglandi samstarv millum lærarar og leiðslu. Tað er skúlastjórin, sum boðar til fundar og hevur ábyrgdina av fundunum. Lærarar eiga umvegis álitisfólkið at gera vart við hesi viðurskifti hjá skúlastjóranum. Gevur hetta onki úrslit, eigur málið at fara víðari sum fyrispurningur ella kæra til Mentamálaráðið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

19. september 2012

Námsfrøði : Skal næmingur altíð tilmeldast serundirvísing?

Eg havi ein drong í 4. flokki, sum ikki fylgir væl við. Hann lesur ikki væl, og hevur trupulleikar við at savna seg um ásettar uppgávur. Eg havi tosað við skúlastjóran og foreldrini. Foreldrini siga greitt, at tey ikki hava hug at melda sonin til serundirvísing, tí hetta kann koma aftur um brekkur seinni í lívinum. Eg havi tosað við stjóran um málið, men hann sigur, at vit eiga fyrst og fremst at lurta eftir foreldrunum. Hvat kann eg gera?


Svar:

Svar:
Hetta er ein trupul støða. Høvuðsreglan er, at foreldur skulu geva loyvi til regluliga serundirvísing. Sjálvandi ber til at geva dronginum serstaka ella annarleiðis undirvísing í bólki saman við øðrum næmingum nakrar ferðir uttan at kalla tað serundirvísing, men høvuðsreglan er, at foreldrini aktivt skulu góðtaka, at serundirvísing verður givin. Um so er, at manglandi serundirvísing ella viðgerð kann hava avleiðingar fyri vælferðina hjá barninum, kann Barnaverndin seta tiltøk í verk ímóti viljanum hjá foreldrunum, men tað er ein neyðloysn, sum bert eigur at verða nýtt í heilt serligum føri. Tú eigur at tosa við foreldrini eina ferð afturat og greiða meira ítøkiliga frá ætlan og endamáli og leggja dent á, hvat avleiðingin kann vera við manglandi serundirvísing. Tey eiga eisini at fáa nærri vegleiðing um, hvat tey sjálvi kunnu gera fyri at stuðla dronginum.
Um foreldrini halda fast við støðu sína, kann skúlin fáa trupulleikar av vánaligu støðuni hjá dronginum um nøkur ár. Tí vil eg ráða til, at foreldrini undirskriva eitt skjal, har tey vátta, at tey ikki ynskja serundirvísing.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

26. september 2012

Námsfrøði : Okkara skúli fær ongar bøkur

Eg eri lærari í einum minni skúla. Vit hava næmingar, sum hava góðan hug at lesa, men í fleiri av lærugreinunum hava vit bøkur, sum foreldrini hjá børnunum brúktu, tá tey gingu í skúla fyri nógvum árum síðani. Kommunan hevur verið fíggjarliga sperd seinastu árini, og avleiðingin er, at undirvísingartilfarið alt ov sjáldan verður skift út við nýtt. Tað er ofta trupult fyri lærarar at gera undirvísingina nóg spennandi, og tað gongur út yvir innlæringina og trivnaðinum hjá børnunum. Kunnu vit gera nakað?


Svar:

Svar:
Sambært § 57, stk. 11 í fólkaskúlalógini kann landsstýrismaðurin í mentamálum áleggja kommunum, sum misrøkja sínar fíggjarligu skyldur í sambandi við skúlahøli og undirvísingartilfar, at fáa hesi viðurskiftini í rættlag. Tað kann hugsast, at tykkara kommuna kann koma undir hesa áseting í lógini. Skúlastjórin kann vegna stovnin kæra kommununa til Mentamálaráðið fyri at misrøkja sínar skyldur í sambandi við bókakeyp. Tað er eitt stórt stig at taka, tá skúlastjórin kærir sína egnu kommunu, og ivasamt er, um nakað annað enn samstarvstrupulleikar koma burtur úr eini tílíkari kæru. Besta loysnin er helst, at foreldur, lærarar og skúlastjóri leggja trýst á og tosa nærri við kommunustýrið. Tey eiga at vísa á, at tørvurin á bókum gongur út yvir innlæring og framtíð barnanna.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

3. oktober 2012

Tryggingarviðurskifti : Kann eg fáa fyritíðarpensjón?

Eg havi verið lærari síðan 1981, burtursæð frá árunum 87/88-88/89, tá eg hevði farloyvi. Eg eri 56 ára gomul, og tænastumannasett. Heilsan hevur bilað síðan 2009, tá eg hevði blóðpropp í hjartanum. Eg orki illa til arbeiðis og stríðist við afturvendandi tunglyndi og angist. Kann eg fáa fyritíðarpensjón, og hvussu nógv er tað í mun til vanliga pensjón? Ella eru aðrir møguleikar, eg heldur eigi at royna?


Svar:

Svar:

Tú ert tænastumannasett, og hevur tí, sambært tænastumannaeftirlønarlógini, rætt at biðja um at verða loyst úr starvi við eftirløn av heilsuligum ávum. Ein fyritreyt er, at arbeiðsførleikin er skerdur við í minsta lagi einari helvt til tveir triðingar. Sambært upplýsingunum er heilsustøðan so vánalig, at tú eigur at kanna henda møguleikan fyrst. Avgerðin í tílíkum málum verður mest grundað á læknaligar metingar hjá landslækna, serlækna ella læknaligum ráðgevum. Vanliga mannagongdin er, at tú í skrivi biðjur Mentamálaráðið um at verða loyst úr starvi av heilsuligum orsøkum við eftirløn. Mentamálaráðið sendir teg síðan víðari í læknaligu skipanini. Endaligu avgerðina tekur Fíggjarmálaráðið.

Um so er, at tú ert meira enn tveir triðingar óarbeiðsfør, hevur tú rætt til fulla eftirløn. Hon er uml kr.18.446 um mánaðin umframt eina viðbót. Tað eru eisini møguleikar at fáa eftirløn, tá arbeiðsførleikin er skerdur við helvtini. Tá verður eftirlønin útroknað eftir teimum eftirlønarárum, tú hevur í dag, og er tí nakað lægri.

Ofta eru nógvir ivaspurningar í sambandi við tílík mál. Tað kunnu vera ymiskir aðrir møguleikar m.a.. vart starv ella niðursett tíð, men ikki skerst burtur, at besta loysnin fyri tænastumann við álvarsligum heilsutrupulleikum oftast er, uppsøgn við eftirløn. Tú hevur tørv á nærri ráðgeving, og mítt ráð er tí, at tú vendir tær til Lærarafelagið sum skjótast, og sjálvandi áðrenn tú sigur teg úr starvi.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

18. apríl 2013

Setanarviðurskifti : Uppsigast uttan grundgeving?

Kann eg verða sagdur úr starvi uttan grundgeving? Skal eg hava eina skrivliga ávaring, áðrenn eg verði sagdur úr starvi? Kann ein annar verða settur í mítt starv beint eftir uppsøgnina?


Svar:

Svar:

Tú hevur altíð krav uppá at fáa grundgeving fyri uppsøgnina sambært fyrisitingarlógini. Ein av stóru trupulleikunum í sambandi við uppsagnarmál innan tað almenna er, at grundgevingar ofta ikki eru ítøkiligar og útgreinaðar nóg væl, og tí enda nógv uppsagnarmál sum kærumál. Tað er ikki altíð neyðugt at geva eina skrivliga ávaring áðrenn eina uppsøgn. Um so er, at uppsøgnin er grundað á viðurskifti hjá starvsfólkinum, t.d. vánaligt avrik ella samstarvstrupulleikar, so er høvuðsreglan, at ein ávaring skal verða givin fyrst. Er uppsøgnin hinvegin grundað í skerdum tímatali ella øðrum líknandi skúlaviðurskiftum, er ikki neyðugt við ávaring.

Kortini er hoyringsskriv altíð eitt krav í sambandi við uppsagnir sambært fyrisitingarlógini. Tú fær eina freist á í minsta lagi 14 dagar at gera viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina. Um so er, at lærari verður uppsagdur vegna sparingar, og starvsfólk eftirfylgjandi verða sett av nýggjum stutt eftir, kann tað vera talan um ósakligar grundgevingar í uppsagnarmálinum. Málið kann tá verða kært til landsstýrismannin í mentamálum.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

6. apríl 2011

Setanarviðurskifti : Gáva til starvsfólk

Eg eri skúlastjóri í einum størri skúla, og ein av mínum lærarum hevur 1. august verið 25 ár í starvi. Vit ætla at hátíðarhalda dagin við eini lítlari samkomu fyri lærarum og næmingum. Kann eg vegna skúlan lata eina gávu? Kommunan hevur altíð verið beinasom, luttikið í tílíkum døgum og eisini givið gávur, men hvar eru landsmyndugleikarnir?


Svar:

Svar:

Spurningurin er viðkomandi, tí lærarar eru settir í starv undir landsmyndugleikunum, og tað eru tí landsmyndugleikarnir, sum eiga at gera vart við seg, tá starvsfólk hava serligar starvsdagar. Nú er tað so, at skúlastjórar vegna landsmyndugleikarnar eru settir at taka sær av flestu uppgávum landsins mótvegis lærarum, og tað er tí skúlastjórarnir, sum eiga at gera vart við serligar starvsdagar. Hetta er ein partur av starvsfólkarøktini. Fíggjarmálaráðið sendi 12. desember 2008 eitt rundskriv út um hesi viðurskiftini. Sambært rundskrivinum kann landið lata gávu til starvsfólk á 25, 30, 40 og 50 ára starvsdegi. Gávan kann vera pengaupphædd ella gáva við virðinum ávikavist  2000, 3000, 4000 og 5000 krónur. Umframt hetta kunnu starvsfólk fáa ein frídag við løn. Landið ber útreiðslurnar. Tú hevur heimild at geva gávu eftir rundskrivinum og senda Mentamálaráðnum rokningina. Kommunustýrið hevur ikki nakra beinleiðis skyldu mótvegis lærarum, men teir hava ofta sum part av trivnaðinum í skúlanum kent tað sum sína skyldu at bera kostnaðin av gávum til merkisdagar hjá lærarum.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

27. apríl 2011

Setanarviðurskifti : Niður í løn í barsilstíðini?

Eg havi verið í barsilsfarloyvi seinastu mánaðirnar og havi í farloyvistíðini fingið mína vanligu løn. Eg átti fyri uml. 30 vikum síðan og ætlaði ikki at fara til arbeiðis aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina. Eftir at hava fingið mína vanligu løn síðan eg fór í farloyvi, skal eg nú knappliga søkja úr Barsilsskipanini, og lønin fer niður í uml. kr. 22.000 um mánaðin. Er hetta rætt?


Svar:

Svar:

Lærari í barnsburðarfarloyvi fær fulla løn í tilsamans 24 vikur sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Sambært lóg um Barsilsskipan hevur løntakari rætt til farloyvi við løn 4 vikur áðrenn barnsburð og 30 vikur eftir ella tilsamans 34 vikur. Tað er sostatt ikki samsvar millum tíðarskeiðini í sáttmálanum og lógini. Lógin um Barsilsskipan gevur møguleika fyri útgjaldi í eitt longri tíðarskeið enn sáttmálin, men arbeiðsgevarin vil ikki gjalda fulla løn hetta longda tíðarskeiðið. Arbeiðsgevarin heldur seg til sáttmálan, sum er 24 vikur, og avleiðingin er, at lærarar bert fáa fulla løn tær fyrstu 24 vikurnar, meðan restin verður útgoldið eftir umsókn úr Barsilsskipanina. Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini er kr. 25.000 um mánaðin, men frítíðarlønin verður trekt frá útgjaldinum, so útgjaldið er bert góðar 22.000 um mánaðin. Hetta er ein niðurskurður, sum merkist. Heldur einki eftirlønargjald verður inngoldið til tryggingarfelagið av veitingini frá Barsilsskipanini, so samanumtikið hava kvinnur í barsil ein stóran fíggjarligan miss.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

20. apríl 2011

Setanarviðurskifti : Havi eg rætt til farloyvi?

Eg eri sáttmálasettur lærari í føstum starvi og havi havt farloyvi úr mínum starvi seinasta skúlaár av tí, at eg lesi sálarfrøði á Árhus Universiteti. Eg søkti aftur um farloyvi komandi skúlaár, men havi fingið noktandi svar. Í grundgevingini sigur skúlastjórin, at hann hevur stóran tørv á lærara við mínum lærugreinum, og Mentamálaráðið stuðlar stjóranum í avgerðini. Eg havi undirvíst í náttúru og tøkni og tónleiki, og tað eru ikki nógvir lærarar, sum hava mínar lærugreinir. Hvørji rættindi havi eg? Eg ætli at lesa í Århus eitt ár afturat og síðan vera fjarlesandi, meðan eg arbeiði. Tað er ikki so lætt at fáa fast starv aftur, og eftir øllum at døma fara allar mínar ætlanir fyri skeyti. Kann eg gera nakað við tað?


Svar:

Svar:

Mentamálaráðið tekur avgerð í farloyvisumsóknum, tá umsóknin snýr seg um longri tíðarskeið. Tilmæli frá skúlastjóranum er oftast avgerandi fyri støðutakanina hjá Mentamálaráðnum. Tú hevur møguleika at kæra og heita á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð. Í kæruni eigur tú at grundgeva ítøkiliga og vísa á, at tú bert hevur havt farloyvi í eitt ár og samstundis á truplu støðuna, tú kemur í við útbúgvingini til sálarfrøðing. Tú kanst eisini vísa á, at tørvur er á sálarfrøðingum innan skúlaverkið, og at tú ætlar at nýta útbúgvingina í arbeiðinum innan føroyska skúlan. Í fleiri málum hevur landsstýrið broytt fyrru avgerðina, men tá skulu grundgevingarnar vera ítøkiligar og haldgóðar.  

Í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag er ásett, at lærarar kunnu fáa farloyvi í trý ár, men samstundis er meginreglan í sambandi við viðgerð av øllum farloyvisumsóknum, at arbeiðsgevarans tørvur vanliga gongur fram um arbeiðstakarans tørv. Tað er av stórum týdningi, at skúlaleiðarin viðmælir umsóknini, tí sjáldan fer Mentamálaráðið ímóti tilmælinum frá skúlastjóranum. Flestu lærarar fáa í sínum læraralívi farloyvi í tvey ella trý ár uttan stórvegis trupulleikar, so eg haldi, tú hevur eina góða sak.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

4. mai 201

Setanarviðurskifti : Kann eg fáa frí við løn at fylgja manninum til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum?

Eg eri lærari í føstum tænastumannastarvi. Maðurin hevur fingið krabbamein og skal niður á Ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar í komandi viku. Frá læknunum hava vit fingið boð um, at kanningarnar og viðgerðin í fyrsta umfari vara uml. ein mánað, og helst skal hann til fleiri viðgerðir seinni í ár. Eg eri sálarliga illa fyri av hesum, tí alt hendi so knappliga og óvæntað. Hvørji rættindi havi eg í verandi støðu? Kann eg fáa frí við løn, so eg kann fylgja manninum niður á Ríkissjúkrahúsið? Hann hevur onga inntøku nú, so fíggjarliga klára vit okkum ikki serliga væl uttan mína løn.


Svar:

Svar:

Lærarafelagið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá limum í somu støðu seinastu árini. Tað er frá limum, sum hava sjúk børn ella sjúkan maka, sum skulu til kanningar ella viðgerðar í útlondum. Mær vitandi hevur onki fakfelag gjørt avtalu við arbeiðsgevara um serskipan, sum hjálpir starvsfólki, tá maki ella børn fara til Danmarkar í sjúkraørindum. Lærarafelagið hevur í hvussu er onga avtalu gjørt. Tá tað snýr seg um sjúk børn, kunnu foreldur nýta reglurnar um at vera heima hjá sjúkum børnum, men henda skipan er ikki nøktandi, tá talan er um longri sjúkrafráveru í útlondum. Flestu skúlaleiðarar hava víst ein góðan vilja, tá tílíkar umstøður raka teirra starvsfólk, men um fráveran er long, eru møguleikarnir hjá skúlaleiðarunum avmarkaðir. Teir hava sínar reglur at halda seg til.

Í nógvum førum eru tey avvarðandi illa fyri sálarliga, tá børn ella maki skulu av landinum, og Lærarafelagið hevur í fleiri førum mælt fólki til at sjúkramelda seg sjálvan við grundarlagi í sálarligu støðuni. Ansast skal eftir, at sjúkraváttanin snýr seg um heilsustøðuna hjá starvsfólkinum sjálvum og ikki hjá sjúka makanum/barninum. Í nógvum førum eru fólk ikki arbeiðsfør, tá maki ella barn eru til álvarsligar kanningar ella viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Fyri at taka saman um. Tú hevur ikki rætt til løn, meðan tú fylgir manninum til Danmarkar. Verður tú hinvegin sjúkrameldað í tíðarskeiðinum, hevur tú rætt til løn.

Um fíggjarliga støðan er serliga trupul, kann Almannstovan veita hjálp við heimild í forsorgaralógini, men veitingin verður tá útroknað við grundarlagi í tørvinum. Ognarviðurskifti, innistandandi og øll fíggjarviðurskifti eru grundarlag undir metingini, og tað kann vera er ein long og trupul tilgongd at fara ígjøgnum.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

11. mai 2011

Eftirlønarviðurskifti : Missi eg eftirløn um eg fari úr tænastumannastarvinum?

Eg eri tænastumaður og havi verið lærari í 25 ár. Eg havi nú fingið eitt annað starv í privatu vinnuni, og tað dámar mær sera væl. Inntøkan er eisini væl hægri. Eg havi havt farloyvi úr tænastumannastarvinum seinastu tvey árini, men nú sigur skúlastjórin, at ongir møguleikar eru at fáa farloyvi eitt ár afturat. Eg havi hug at siga tænastumannastarvið frá mær, men nú havi eg frætt, at eg missi eftirlønarrætt, um eg fari úr starvi. Er hetta so? Eg eri 54 ára gamal.


Svar:

Svar:

Jú, tað er rætt. Tú missir møguleikan at fáa tænastumannaeftirløn í aldrinum frá 60 ár til 67 ár. Um tú fert úr starvi, áðrenn tú fyllir 60 ár, kemur tú undir reglurnar um útsetta eftirløn. Sambært galdandi tænastumannaeftirlønarlóg fæst útsett eftirløn ikki fyrr enn frá 67 ára aldri. Tænastumenn í starvi kunnu annars velja at fara frá við eftirløn frá 60 ára aldri við lønarniðurskurði vegna aldur. Sambært undantaksreglu í lógini kann útsett eftirløn tó verða útgoldin, um tú fært rætt til fyritíðarpensjón frá Almannastovuni.

Tú eigur at hugsa teg væl um, áðrenn tú sigur teg úr tænastumannastarvinum. Tú missir møguleikan at fara frá við eftirløn í aldrinum frá 60 ár til 67 ár, og sjálvt um tú kanska ikki ætlar tær frá í hesum aldri nú, so kunnu viðurskiftini broytast. Bara tað at hava møguleika at fara úr starvi við eftirløn gevur fólki eina trygdarkenslu, sum hevur týdning í tí dagliga lívinum hjá tí einstaka í hesum aldursbólki, tá aldurin hevur við sær, at tryggleiki verður settur í hásæti. Mín meting er, at tú eigur at tosa við skúlastjóran aftur og greiða honum frá støðuni og síðan søkja um farloyvi eitt ár afturat. Tú hevur møguleika at kæra eina avgerð, sum ikki gongur tær á møti.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

18. mai 2011

Eftirlønarviðurskifti : Niðurskurður í eftirlønaraldri?

Eg eri ein av teimum mongu lærarunum, sum arbeiddi í 80-unum og 90-unum uttan at fáa fast starv. Eg var sett sum vikarur í 6 fylgjandi ár frá 1986 til 1992. Eingin eftirløn var inngoldin á mína kontu hesi árini, men eg havi fingið eina uppgerð við eftirlønarárum frá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Hvørji eftirlønarrættindi havi eg við hesum eftirlønarárum? Í mínum føri eru eftirlønarárini tald upp til at vera 5, 993 ár. Tey verða síðan avrundað til 5 eftirlønarár. Eg haldi, at tað líkist ongum at avrunda niður til 5 í staðin fyri til 6. Er hetta í lagi?


Svar:

Svar:

Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið fáa vikarar, tímalønt o.o eftirlønarrætt fyri árini frá 1981 til 1997. Á sama hátt sum hjá tænastumonnum er hesin eftirlønarrættur grundaður á talið av starvsárum. Tá eftirlønin skal roknast út, telja fyrstu 10 árini við 2,5 % av endalønini um árið, og avrundað verður altíð niður eftir til heil ár. Tú eigur 5, 9934 eftirlønarár, sum verða avrundað niður til 5 ár. Hvørt ár telur 2,5% ella tilsamans 12,5% av endalønini. Fyri hesi 5 árini verður tín eftirløn 12,5% ella uml. kr 3.750 um mánaðin.

Tað er vanligt at runda eftirlønarárini niður í sambandi við tænastumannaeftirlønir, men tá tølini eru so nær við heilt tal, sum í tínum føri, er tað ivasamt um hetta er í lagi. Lærarafelagið hevur í nøkrum førum heitt á Lønardeildina um at viðgera málini av nýggjum og hevur í fleiri førum fingið viðhald. Grundgevingarnar í tílíkum førum eru, at lærarar ikki hava lagt til merkis niðurskurðin á lønarseðlinum og at formliga starvssetanin hjá viðkomandi var full tíð. Tínir møguleikar eru eftir upplýsingunum at døma góðir fyri at fáa eitt eftirlønarár afturat. Einki fast mark er ásett fyri, hvussu stórur brøkurin skal vera fyri at verða góðkendur sum eitt eftirlønarár, og tí verða málini viðgjørd hvørt sær. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið fyri at fáa eina meting av tínum máli.

Poul Nolsøe. Løgfrøðingur

8. juni 2011

Setanarviðurskifti : Skúlastjóri niður í løn vegna minkað barnatal?

Eg eri skúlastjóri í einum miðalstórum skúla. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Hesin sáttmáli gevur løn eftir barnatalinum í skúlanum. Nú er støðan tann, at barnatalið minkar hjá okkum, og vandi er fyri, at barnatalið lækkar so nógv, at lønarflokkingin fer eitt stig niður. Eigi eg at tola lønarlækking orsakað av lækkaðum barnatali?


Svar:

Svar:

Nei, tú eigur ikki at tola lønarlækking. Reglurnar eru, at skúlastjórar fara ikki niður í løn, tá barnatalið minkar. Tað er ein vanlig regla, at løn hjá tænastumonnum og sáttmálasettum í føstum starvi vanliga ikki lækkar, tá starvið broytist av orsøkum, sum koma uttanífrá. Tað kann t.d. vera minkandi barnatal, starvsbroytingar ella flyting eftir áheitan frá myndugleikanum.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

8. juni 2011

Setanarviðurskifti : Havi eg rætt at undirvísa í mínum lærugreinum?

Eg fekk fast starv fyri 4 árum síðan. Mær dámar væl at arbeiða sum lærari, og eg havi góðar arbeiðsfelagar, sum gera nógv fyri trivnaðin millum okkum starvsfelagar. Mín stóri trupulleiki er, at eg sleppi ikki at undirvísa í mínum linjulærugreinum. Vit hava latið ynskisseðil til skúlastjóran á hvørjum ári, men hvørja ferð er hann komin aftur til mín, og hevur sagt, at tíverri kann eg ikki fáa mínar linjulærugreinir, sum eru støddfrøði og náttúra og tøkni. Eg fái ongar veruligar grundgevingar, men kenni meg illa viðfarnan. Kann eg gera nakað við hetta?


Svar:

Svar:

Spurningurin er ógvuliga viðkomandi og samstundis trupul at svara. Nógvir fyri ikki at siga flestu lærarar hava av og á í sínum læraralívi verið í somu støðu sum tú. Uppgávan hjá skúlastjórum er at leiða og fordeila arbeiðið, og hann hevur tí rætt til at leggja títt skema, eftir síni egnu námsfrøðiligu fatan og meting, men við grundarlagi í sakligum grundgevingum. Tað er lítil ivi um, at lærarar hava ynski um at verða tiknir við uppá ráð, tá ætlanir verða lagdar fyri komandi ár. Tað er gott fyri sjálvsálit og sjálvsuppfatan. Tað hevur eisini  avgerandi ávirkan á trivnaðin hjá tí einstaka og øllum arbeiðsplássinum at taka lut í ráðleggingini. Opinleiki í tilgongdini hevur stóran týdning fyri tann einstaka. Opinleiki krevur umhugsni og dirvi. Tað krevur umhugsni og dirvi og er ein trupul uppgáva hjá skúlastjóranum at grundgeva sakliga fyri, hví ávísir lærarar skulu hava ella ikki hava ávísar lærugreinir ella ávísar flokkar. Grundgevingarnar kunnu vera ringar at geva og ringar at taka ímóti, tí tær snúgva seg ofta um manglandi námsfrøðiligar ella persónligar førleikar, sum hava avgerandi ávirkan á arbeiði og samstarvi. Í nógvum førum er tó neyðugt at koma til kjarnuna í málum um lærugreinabýti millum lærarar. Hetta gerst best við opnum samrøðum við partarnar. Mítt ráð er tí, at tú biður um eina samrøðu við stjóran og sigur frá tíni ónøgd. Sjálvandi er ein ávísur vandi fyri, at tú einki fært burtur úr tí, men heldur tað enn at bíða eftir nøkrum, sum kanska ikki broytist.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

22. juni 2011

 

Setanarviðurskifti : Kann eg fáa vart starv í skúlanum?

Eg eri 56 ára gomul og havi verið lærari í framhaldsskúla í 22 ár. Eg eri nú komin í ta støðu, at eg orki illa at arbeiða sum lærari longur. Mítt læraralív hevur verið upp og niður. Mær dámdi væl at undirvísa tey fyrstu árini, men sjúka og trupulleikar á arbeiðsplássinum hava so við og við havt við sær, at tað er ein byrða at fara til arbeiðis hvønn morgun. Eg hevði krabbamein fyri 4 árum síðan, og annað bróstið er tikið, og blóðtrýstið hevur eisini verið alt ov høgt seinastu 2 árini. Eg havi verið sjúkrameldað í fleiri longri tíðarskeið seinastu 4 árini. Eg vil helst halda fram at arbeiða nøkur ár afturat, men ikki fulla tíð. Nú havi eg hoyrt frá einum starvsfelaga her í skúlanum, at møguleikar er fyri at fáa sokallað vart starv við somu løn. Havi eg møguleikar fyri fáa tílíkt starv?


Svar:

Svar:

Seinastu árini eru fleiri lærarar farnir undir skipanina við vardum starvi, og henda skipan hevur uttan iva bjargað fleiri teirra undan at fara úr starvi ella í fyritíðarpensjón.

Endamálið við vardum starvi er í fyrsta lagi at geva fólk við sjúku ella breki arbeiðsmøguleikar og í øðrum lagi geva fólki, sum eru í starvi, møguleika at halda fram, hóast arbeiðsførleikin er minkaður. Vart starv ein lønarískoytisskipan, sum ger, at starvsfólk kunnu varðveita fulla løn, hóast arbeiðsførleikin er minkaður. Almannastovan kann við grundarlagi í heilsuligu støðuni, samrøðum og kanningum áseta arbeiðsførleikan hjá umsøkjara til ein ávísan prosentpart av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsførleikin hjá lærara kann vera niðursettur við t.d. 25 ella 50%. Við grundarlagi í avgerðini á Almannastovuni kann Mentamálaráðið fáa eitt lønarískoyti, sum er 25 ella 50 % av lønini hjá umsøkjaranum. Útgangsstøðið í vardum starvi er, at viðkomandi heldur fram fulla tíð, men kann setast til annað lættari arbeiði ein part av tíðini, hava frí ávísa tíð á degnum ella kanska hava frí í ávís tíðarskeið um heilsan bilar. Lærari, sum kemur undir skipanina, varðveitir sítt formliga tilknýti til arbeiðsgevaran og hevur framvegis somu rættindi og skyldur mótvegis sínum arbeiðsgevara. Varda starvið verður eftirmett av Almannastovuni eina ferð um árið.

Sjúkrasøgan hjá tær og umstøðurnar annars tala fyri, at tú eigur at søkja um vart starv. Tað er ikki møguligt hjá okkum at siga, um tú fært vart starv, tí arbeiðsførleikin er ein meting, sum Almannastovan ger við grundarlagi í heilsustøðuni. Tú skalt rokna við, at viðgerðin av málinum tekur nakrar mánaðir. Umsóknarbløð eru á heimasíðuni www.almannastovan.fo undir oyðubløð. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið fyri at tosa um møgueikarnar og fáa hjálp í sambandi við umsóknina.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

10. august 2011

Setanarviðurskifti : Hvørja løn hava eg rætt til?

Eg havi tosað við lønardeildina á MMR. Tey siga, at eg sum eftirløntur lærari skal hava løn sum vikarur uttanífrá fyri eykatímar, hóast tað, at eg eri settur í starv í eitt skúlaár við 12 skemaløgdum tímum.


Svar:

Svar:

Leysir undirvísingartímar verða løntir eftir um vikarurin er lærari á skúlanum, tá er tímalønin 312,63 kr. Ella læraralærdur uttanífrá, tá er tímalønin 249,53 kr.

Hetta er tó ikki galdandi fyri eftirløntar lærarar, hóast teir eru settir í starv á skúlanum. Í skrivi til Gjaldstovuna frá 16. juli 2009 sigur lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, at hægra lønin er at meta sum yvirtíð. Eftirløntir lærarar eru settir við niðursettari tíð, og tí verða leysir undirvísingartímar ikki roknaðir sum yvirtíð. Eftirløntir lærarar fáa sostatt lægru tímalønina, hóast teir eru settir í starv á skúlanum.

Vinaliga
Herálvur Jacobsen, formaður

2. november 2011

Setanarviðurskifti : Sjúk børn

Hvussu nógvar sjúkradagar kann ein lærari hava í samband við, at hann hevur sjúkt barn heima? Kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 2. sjúkradag?


Svar:

Svar:

Í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag er ásett í § 9, stk 4, at lærari kann fáa frí við løn, tá ið børn hansara eru sjúk, tó í mesta lagi 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar um árið. Eigur lærari 3 børn ella fleiri undir 10 ár, kann viðkomandi fáa frí í 20 dagar í einum skúlaári.

Seinni partur av spurninginum snýr seg um læknaváttan. Tað sæst ikki á spurninginum, um tað  snýr seg um læknaváttan fyri børnini ella læraran. Mær vitandi krevja skúlastjórar ikki læknaváttan fyri sjúk lærarabørn, tá lærari er heima vegna sjúk børn. Ongar ásetingar eru í lóg ella sáttmála um hesi viðurskiftini. Niðurstøðan er, at tað er eingin heimild at krevja læknaváttan.  

Er lærari fyri sjúku ikki førur fyri at koma til arbeiðis, verður hetta at rokna sum lógligt forfall. Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 14 sjúkradøgum. Arbeiðsgevarin kann krevja at fáa kunnleika frá lækna um, hvussu útlitini fyri arbeiðsføri eru. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina. Títtar sjúkrafráverur einstakar dagar kunnu í summum førum eisini heimila skúlastjóranum at krevja læknaváttan.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

27. september 2011

Læraraviðurskifti : Fundarfráboðan

Er nakað ásett viðvíkjandi fundarfráboðan? Vit fáa javnan fráboðan sama dag ella dagin fyri, at vit skulu møta til námsfrøðiligan fund. Hetta er keðiligt, tí at tað ger tað ógjørligt at leggja aðrar avtalur henda dagin. Finnast nakrar reglur hesum viðvíkjandi?


Svar:

Svar:
Fundir í námsfrøðiliga ráðnum eiga at verða fráboðaðir í minsta lagi eina viku frammanundan.

Í rundskrivi um námsfrøðiliga ráðið frá 20.juni 2001 stendur:
§ 4. Lýst verður til fundar í námsfrøðiliga ráðnum á lærarastovu skúlans ella á øðrum hóskandi staði í skúlanum. Fundarboð eiga vanliga at verða givin við í minsta lagi 7 daga freist, men kunnu vegna átroðkandi umstøður verða givin við styttri freist.

Vinarliga
v/Lærarafelagið
Herálvur Jacobsen, formaður

11. desember 2011

Eftirlønarviðurskifti : Hvussu við makanum?

Hey Poul! Bert ein fyrispurningur, hvussu er støðan hjá konuni - um 'så fremt i fald', altso við deyða. Eg eri 68 og fylli 69 1. nov. Eri útbúgvin í 1967. Fór frá eftir 35 ára starvsaldur. Fái nú í lærarapensión: kr. 16.902,68 kr. um mánaðin. Kona mín er 69 ár og fyllir 70 3. nov í ár. Hvussu nógva pensión fær hon, um eg skuldi farið herfrá? Vinarliga og gott nýggjár


Svar:

Svar:

Hjúnafelagaeftirlønin eftir tænastumann er 74 % av egineftirlønini hjá tænastumanni. Hetta merkir í tínum føri, at eftirsitandi hjúnafelagi, ’så fremt så fald’, fær 74% av kr. 16.902,68 = kr 12.507,98.

Hav tað annars gott.

Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
18. januar 2012

Eftirlønarviðurskifti : Hvussu lang er fráboðanarskyldan?

Havi fylt 60 ár og havi í hyggju at gevast at arbeiða, tá skúlaárið 2011/2012 er liðugt. Eftir at hava lisið tænastumannalógina haldi eg meg hava skilt, at eg 3 mánaðar frammanundan skal søkja Mentamálaráðið um at verða loyst úr starvi. Er tað rætt skilt?


Svar:

Svar:

Jú, tað er rætt skilt. Sambært § 24 kann tænastumaður krevja at verða loystur úr starvi við 3 mánaða fráboðan til mánaða útgang. Tað er vert at leggja dent á, at bert heil eftirlønarár telja við í eftirlønarútrokningini, og tað er tí skilagott at fáa yvirlit yvir eftirlønarárini, áðrenn sagt verður upp. Í nøkrum førum er betri at bíða nakrar mánaðir longur enn ætlað fyri at fáa eftirlønina eitt vet hægri. Lærarafelagið kann vera til hjálpar við vegleiðing.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

26. januar 2012

Setanarviðurskifti : Hvør rindar sjúkraváttan?

Havi fýra sjúkraváttanir. Er møguleiki fyri at fáa hesar afturrindadar? Um so er, hvør skal so gjalda?


Svar:

Svar:

Um so er, at arbeiðsgevarin hevur kravt læknaváttanirnar, so eigur hann eisini at gjalda tær. Hetta er ásett í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og í § 5, stk 4 í Løgtingslóg um starvsmenn. Av tí at, skúlastjórar ikki hava heimild at gjalda rokningar vegna Mentamálaráðið, so eigur skúlastjórin at senda rokningarnar víðari til Mentamálaráðið. Hevur skúlastjórin ikki kravt læknaváttanirnar, so má lærarin sjálvur gjalda tær.

Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. januar 2012

Læraraviðurskifti : Hvør hevur ábyrgdina av heilivági hjá næmingunum?

Skal lærari átaka sær ábyrgdina av at útflýggja barni heilivág? Er tað hansara uppgáva? - Um ja. Hvat so, um hann sjúkur ella av eini ella aðrari orsøk ikki er í skúla? Hvør eigur so uppgávuna? Við uppgávuni fylgir ábyrgd. Hvat nú um uppgávan ikki verður røkt nøktandi? Kann lærarin ábyrgdast fyri tað? Tað eru tvey øki innan skúlan. Serøkið og tað vanliga økið. Er aðrar reglur galdandi fyri serøkið? Í Runavíkar skúla eru fleiri børn, sum skulu hava heilivág upp á klokkuslett. Eisini eru tað lærarar, sum kenna seg noyddar at ganga við heilivágspakkum og leita eftir børnum, sum skulu hava tablettir. Hetta er ein lítil eykauppgáva, sum fyllir nógv afturat øllum hinum uppgávunum. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu mannagongdin er úti á tykkara skúlum. Annars haldi eg, at hetta fyrst og fremst er ein fakfelagsligur spurningur. Eru nakrar leiðreglur/skipanir á økinum?


Svar:

Svar:

Lærarafelagið hevur ikki fastar leiðreglur fyri útflýggjan av heilivági til næmingar. Nevndin hevur viðgjørt spurningin og er komin til ta niðurstøðu, at felagið ræður lærarum frá at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar. Útflýggjan av heilivági er ikki partur av vanligu arbeiðuppgávuni  og kann ikki áleggjast lærarum við tænastuboði. Um lærari átekur sær uppgávuna fylgir ábyrgdin við av sær sjálvum. Hetta merkir, at lærari kann koma at standa til svars fyri skeivt givnum heilivági ella bert fyri at hava gloymt heilivágin.

Størri næmingar eru sum oftast sjálvir førir fyri at handfara sín heilivág, og við størru skúlarnar er sum oftast ein heilsuskipan, sum kann taka sær av hesum viðurskiftunum. Innan serøkið kunnu serlig viðurskifti gera seg galdandi. Tað skerst ikki burtur, at lærari í serligum føri kann kenna seg noyddan at átaka sær útflýggjan av heilivági, tí annars sleppur næmingurin ikki í skúla. Felagið ræður til at gera skrivligar avtalur millum skúla og foreldur. Hesar eiga m.a. at áseta vavið av uppgávuni, ábyrgdarbýti og ta tíð, sum skal setast av til endamálið. Tað kann í tílíkum førum gerast neyðugt, at skúlaleiðslan átekur sær medábyrgd og tekur um endan, um læraranum berst frá.
Tað kann vera ásett í lýsingini eftir starvsfólki, at útflýggjan av heilivági er ein partur av arbeiðsuppgávuni. Tá er støðan ein onnur. Tá hava fólk við umsóknini góðtikið útflýggjan av heilivági sum ein part av arbeiðinum.
Um limir eru í iva, so eiga teir at tosa við felagið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

16. februar 2012

Læraraviðurskifti : Næmingur og heilivágur

Kann nakar krevja av flokslæraranum, at hann skal syrgja fyri, at næmingur í 6. flokki tekur sítt medisin til ásettar tíðir á degnum? Næmingurin gongur við medisininum í lummanum.


Svar:

Sí annað svar í hesum teigi.

Setanarviðurskifti : Fái eg frí í samband við brúdleyp?

Eg eri ein ungur lærari sum skal giftast ein av komandi døgunum. Eg havi hoyrt, at til ber at fáa frí til slík høvi, er tað so?


Svar:

Svar:
Í sambandi við brúdleyp og silvurbrúdleyp loyvir Mentamálaráðið skúlaleiðslum at geva lærarum fríloyvi við løn í mesta lagi 2 dagar til hesi høvi.
Víst verður til reglurnar frá 21. juni 2002 um nýtslu av leysum vikartímum § 1, pkt. c) til aðra stutta persónliga fráveru.

Vinaliga

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

27. apríl 2012

Læraraviðurskifti : Skal eg boða frá tí eg havi hoyrt?

Eg eri flokslærari í einum 6. flokki í einum framhaldsskúla. Í mínum arbeiði hoyri eg ofta av tilvild næmingar tosa sínámillum um viðurskifti, sum eru privat. Nú ein dagin hoyrdi eg tveir av mínum næmingum tosa um seinasta vikuskiftið, tá teir høvdu drukkið rúsdrekka í størri nøgdum. Eg stóð soleiðis fyri, at næmingarnir hvørki sóu ella hoyrdu meg. Eg havi hugsað nógv um tað, sum eg hoyrdi, og mín spurningur er: Skal eg boða barnaverndini frá, tí eg havi hoyrt ella skal eg fara til skúlastjóran?


Svar:

Svar:

Næmingar í 6. flokki eiga ikki at drekka rúsdrekka í frítíðini, og tað er tí neyðugt, at okkurt verður gjørt við málið. Tú hevur sambært lóg fráboðanarskyldu um viðurskifti, sum kunnu skaða vælferð og trivnað næminganna. Tað er undir lágmarkið, at næmingar í 12 ára aldri drekka rúsdrekka. Í summum førum, t.d. tá talan er um siðamisbrot, kann vera best at fara til myndugleikar, uttan at boða næmingi ella foreldrum frá tí, men í hesum førinum haldi eg, at næmingar og foreldur eiga at takast við frá byrjan av. Mítt ráð er, at tú tosar við dreingirnar fyrst. Tú greiðir teimum frá, at tú óvarandi hevur hoyrt um teirra rúsdrekkanýtslu, og at tú metir hetta vera so álvarsamt, at tú hevur skyldu at tosa við foreldrini um tað. Tú kunnar síðan skúlastjóran um hendingina og biður hann koma á fund við foreldrini saman við tær. Skúlin eigur at fylgja málinum upp við samrøðum við foreldur og næmingar. Ein seinni meting má avgera, um málið skal fara víðari til barnaverndina. Fyri teg er tað neyðugt at fáa part av ábyrgdina og loysnina av málinum flutta yvir á foreldur og skúlaleiðslu.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

2. mai 2012

Læraraviðurskifti : Hvørjar upplýsingar kann eg lata øðrum stovnum?

Eg havi nógvar sertímar við einum næmingi, sum hevur stórar innlæringartrupulleikar. Hesin næmingurin hevur eisini sálarligar trupulleikar, og tað er neyðugt at leggja undirvísing, viðgerð og okkara egnu atferð móti honum til rættis í samráð við læknar, sálarfrøðing o.o. Vit hava nógv samstarv við frítíðarskúlan og stuðulsfólk. Eg eri nú komin í iva um, eg kann loyva mær at greiða øðrum stovnum og persónum frá teimum ógvuliga persónligu upplýsingunum og trupulleikunum hjá næminginum. Havi eg tagnarskyldu um hesi viðurskiftini?


Svar:

Svar:

Tú hevur tagnarskyldu um viðkvæmar upplýsingar, sum snúgva seg um næmingar í skúlanum. Upplýsingar frá lækna og sálarfrøðingi eru í flestu førum viðkvæmir og skulu tí viðgerast við serligum ansni og atliti. Frítíðarskúli og stuðulsfólk arbeiða í flestu førum undir aðrari myndugleikaleiðslu enn lærarar skúlans, og tí er neyðugt, at lærarar taka serlig atlit, tá teir samstarva við hesi starvsfólk. Reglurnar fyri hvørjar upplýsingar og til hvørjar myndugleikar loyvt er at lata upplýsingar, er m.a ásett í persónsupplýsingarlógini. Reglurnar kunnu í summum førum vera truplar at tulka, men ein av høvuðsreglunum er, at tað eru foreldrini hjá næminginum, sum hava rætt at avgera, hvørjar upplýsingar kunnu latast víðari og eisini til hvønn. Lættasta og tryggasta loysnin er uttan iva at fáa loyvi frá foreldrunum at samskifta við ávísu fólkini í frítíðarskúlanum og stuðulsskipanini. Tað er best at vera heilt opin og erligur við foreldrini og vísa á, at tað er neyðugt hava gott samstarv við hesi fólk fyri at tryggja barninum best møguliga viðgerð og røkt. Í flestu førum eru foreldur glað fyri samstarvið millum stovnarnar og geva loyvi uttan treytir. Í teimum førum, har foreldur siga nei, er neyðugt at viðgera málið av nýggjum saman við foreldrum, skúlaleiðslu og møguliga barnavernd fyri at fáa eina loysn.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

9. mai 2012

Eftirlønarviðurskifti : Fáa eftirlønt frítíðarløn?

Fær eftirløntur lærari frítíðarpening(1,5%) av eftirlønini? Eg haldi, at eg havi bert havi fingið av tímalæraralønini.


Svar:

Svar:
Sambært Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum fáa løntakarar í almennum ella privatum starvi frítíðarløn. Eftirlønt eru ikki í starvi og fáa tí ikki 1, 5 % í frítíðarískoyti av eftirlønini. Tey hava rætt til frítíðarískoyti av vanligari lønarinntøku.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

10. mai 2012

Setanarviðurskifti : Skal eg greiða frá sjúkuni undir setanarsamrøðuni?

Fyri 2 árum síðan fekk eg staðfest diagnosuna sclerosa. Eg havi ikki havt serligan ampa av sjúkuni síðan tá, men ongin kann siga mær, hvussu framtíðin fer at laga seg. Eg ætli mær at søkja nýtt lærarastarv. Havi eg skyldu at upplýsa um sjúkuna?


Svar:

Svar:
Í lógini um starvsmenn er m.a. ásett um sjúku í § 5, stk 1, at:
Verður starvsmaður orsakað av sjúku ikki førur at gera sítt arbeiði, er hansara tænastuvanrøkt at meta sum lógligt forfall, uttan so, at starvsmaður í starvstíðini hevur verið úti eftir sjúkuni við vilja ella grovum ósketni, ella at hann við svik hevur dult, at hann hevur gingið við sjúkuni.
Tulkingin av § 5 vil vanliga hava við sær, at tú eigur at siga frá sjúku tíni, um hon kemur at hava ávirkan á starvið. Tú hevur ikki havt ampa av sjúkuni í 2 ár, og tí meti eg, at tú ikki hevur skyldu at greiða frá sjúkuni undir setanarsamrøðuni. Danskir dómar stuðla hesi tulking.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

18. mai 2012

Setanarviðurskifti : Hvat verður mín grundløn?

Eg havi tey seinastu 12 árini verið búsitandi í Keypmannahavn, har eg havi lisið til lærara og tey seinastu 7 árini arbeitt á einum skúla á Frederiksberg. Eg umhugsi nú at flyta heim til Føroyar og starvast sum lærari í Havn. Hvat verður mín grundløn?


Svar:

Svar:

Starvsárini í Danmark verða góðkend við flokkingina í Føroyum. Hetta merkir, at tú kemur í lønarflokk 21.4 í lønartalvuni. Lønin er kr. 26.573,91 um mánaðin. Lagt skal verða afturat, at 7 flokkingar eru í lønartalvuni, og lærari er 2 ár í hvørji flokking.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

11. mai

Setanarviðurskifti : Hví fái eg ongar yvirtímar?

Eg eri farin um tey seksti, og arbeiði í einum stórum skúla. Eg eri rættiliga væl fyri í allar mátar og havi tí bæði hug og tørv á at arbeiða meira enn vanliga ásettu arbeiðstíðina, men skúlastjórin vil ikki geva mær fleiri tímar. Kann hann sýta mær hetta, tá onnur í skúlanum fáa yvirtímar hvørja viku?


Svar:

Svar:
Sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag kunnu lærarar, sum eru farnir um tey seksti fáa niðurskurð í arbeiðstíðini orsakað av aldri. Hetta er ein skipan sum so at siga allir lærarar taka av. Niðurskurðurin er uml. 17 % av arbeiðstíðini, tá lærari hevur fult starv. Niðurskurðurin hevur ta avleiðing, at nógvir lærarar orka at halda fram eftir 60 ára aldur, og tað er eingin loyna, at arbeiðsgevarari okkara fegin vil tosa nærri um hesa semjuna. Á sama hátt sum tú eru einstakir lærarar so væl fyri, at teir uttan størri trupulleikar kunnu arbeiða fulla tíð og meira enn tað, men tað er lítil ivi um, at lærarar, sum eru yvir 60 ár og taka yvirtímar, eru við til at undirgrava skipanina. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsreglu ásett, at lærarar, sum fáa aldursniðurskurð, ikki kunnu taka yvirtímar. Lærarafelagið metir ikki, at nøkur grund er til at seta seg ímóti hesi høvuðsreglu. Okkara svar til tín er tí, at tað er í lagi, at skúlastjórin sýtir fyri at geva tær yvirtímar.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

23. mai 2012

Læraraviðurskifti : Truplir næmingar koma altíð í mín flokk. Hvat kann eg gera?

Eg eri flokslærari í einum 6. flokki. Eg havi havt henda flokk frá byrjan av. Við árunum er hetta ikki sami flokkur, sum eg byrjaði við. Fyrstu árini var tað ein friðarligur flokkur, har øll vóru góð við hvør annan. Tey hjálptu hvør øðrum, og happing var ókend. Í triðja flokki kom ein sera trupul næmingur í flokkin. Bæði næmingar og lærarar royndu at hjálpa honum, og tað gekk nøkulunda. Við endan á triðja flokki kom aftur ein trupul næmingur úr Danmark, og nú var tað, sum um hini børnini høvdu fingið nokk. Hesir báðir dreingirnir hildu saman og settu kílar í flokkin. Síðan triðja flokk eru tvey onnur børn komin úr øðrum skúlum. Eg havi ikki tamarhald á flokkinum longur og havi mist hugin at fara til arbeiðis. Eg havi roynt at tosa við stjóran um viðurskiftini, men hann víkir undan alla tíðina. Hvat kann eg gera við støðuna?


Svar:

Svar:

Hetta er ein trupul støða. Truplir næmingar, sum larma nógv, ikki samstarva og happa onnur, eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum lærarum. Lærarafelagið fær nógvar fráboðanir frá lærarum um tílíkar støður. Tá ið fleiri næmingar við trupulleikum koma í sama flokk, gerst støðan fyri læraran ofta ómøgulig. Skúlaleiðarar flyta ofta trupul børn í vælvirkandi flokkar, sum hava lærarar, sum eru dugnaligir og hava sett sær høg mál við undirvísingini og trivnaðinum í flokkinum. Flyting av næmingum í ávísan flokk verður oftast gjørd eftir miðvísari og nærri umhugsan av skúlastjórum. Tað er einki at ivast í, at truplir næmingar ofta verða fluttir í ein vælvirkandi flokk, tí metingin hjá skúlastjóranum er, at møguleikar eru fyri, at næmingurin hevur best av at koma undir væl skipaðar og góðar umstøður.

Ofta koma skúlastjórar samstundis ótilvitað at gera stóran skaða á vælvirkandi flokkar. Tað er sera trupult at taka støðu til, hvat er rætt ella skeivt í tílíkum málum. Tað snýr seg um eina avgerð, sum er torfør at taka, tí ofta eru sera nógv viðurskifti at taka atlit til og taka støðu til, og ofta tolir ongin flokkur í skúlanum ein truplan næming afturat. Støðan gerst ikki betri av, at tað næstan er ómøguligt at fáa eyka tímar til truplar næmingar og líka ómøguligt at fáa serkøna hjálp frá sálarfrøðingi. Samanumtikið er hetta eitt av teimum størstu avbjóðingunum til einstaka læraran og skúlan í dag.

Fyri at koma aftur til tína støðu, so er hon alt annað enn góð. Tá lærari hevur mist tamarhald á flokkinum, og hugurin at fara til arbeiðis er burtur, er støðan sera álvarssom. Tú ert í kreppustøðu og eigur at hugsa um tína egnu heilsu fram um alt annað. Ein møguleiki er, at tú biður um at fáa broytt tímatalvuna, so tú ikki hevur henda sama flokk ella hevur færri tímar við honum. Tað kann kennast sum ein missur og eitt persónligt tap, men kann í nógvum førum vera einasta og besta loysn fyri allar partar. Tú eigur at hugsa um heilsuna og verður kanska noydd at sjúkramelda teg í eitt tíðarskeið fyri at meta um støðuna og fáa serkøna hjálp. Lærarafelagið hevur javnan samband við lærarar í tíni støðu. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið, so vit kunnu meta um støðuna saman við tær.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. mai 2012

 

Setanarviðurskifti : Havi eg skyldu at siga frá at eg eri upp á vegin?

Eg havi søkt starv í einum nýggjum skúla komandi skúlaár. Eftir at eg læt umsóknina inn, havi eg funnið út av, at eg eri upp á vegin. Havi eg skyldu at boða frá hesum undir setanarsamrøðuni?


Svar:

Svar:
Nei , tú hevur ikki skyldu at boða frá, at tú ert upp á vegin. Setanarnevndin hevur ikki rætt at spyrja teg, um tú ert upp á vegin. Upplýsingar av tílíkum slag kunnu ikki nýtast í sambandi við eina heildarmeting av tær. Um so er, at tú sjálv boðar frá, at tú ert upp á vegin, kann fráboðanin helst minka um tínar møguleikar fyri at verða sett, og tí eru ráðini frá Lærarafelagnum, at tú ikki boðar frá, at tú ert upp á vegin. Hinvegin eigur tú at boða arbeiðsgevaranum frá støðuni innan 3 mánaðir áðrenn barnsburð.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

6. juni 2012

Setanarviðurskifti : Havi eg rætt til løn?

Eg havi eina 5 ára gamla dóttur. Hon hevur fingið eina álvarsliga sjúku, sum ger tað neyðugt at fara á Ríkissjúkrahúsið nakrar ferðir næstu tvey til trý árini. Eg havi tosað við skúlastjóran um væntaðu fráveruna. Hann sigur mær, at so vítt hann veit, havi eg ikki rætt til løn, tá ið eg fari til Danmarkar við mínum sjúka barni. Vit sita í nýggjum húsum og eru hart fyrispent fíggjarliga. Vit hava ikki ráð at missa nakað av okkara løn. Er tað veruliga rætt, sum skúlastjórin sigur um lønarmissin. Eg eri burtur umleið eina viku hvørja ferð, og tað eru eisini nógvar eykaútreiðslur, tá ið tú fert av landinum við sjúkum barni.


Svar:

Svar:

Tað er rætt, sum skúlastjórin sigur. Tú hevur ikki rætt til løn, um tú ert burtur úr arbeiði í eina viku orsakað av sjúkum barni. Sambært galdandi sáttmála hevur lærari frí við løn, tá ið barn/børn hansara er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur hann fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann hann fáa frí upp í 20 dagar í einum skúlaári. Tú ert burtur eina viku hvørja ferð, og 2 frídagar røkka minni enn so til fráveruna.

Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki hjá foreldrum, sum skulu niður á Ríkissjúkrahúsið við sjúku børnum sínum. Hetta átti fyri langari tíð síðan at verið loyst sum ein partur av sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevaran, men okkum kunnugt hevur onki fakfelag avtalu um hesi viðurskifti.

Foreldur eru vanliga illa fyri sálarliga, tá børnini eru sjúk. Lærarafelagið hevur í fleiri førum mælt limum sínum til at fáa sjúkraváttan upp á seg sjálvan, meðan tey eru í Danmark við sjúkum barni. Fólk hava rætt til løn undir sjúku, men bert um tey sjálv eru sjúk. Í hesum sambandi eiga limir okkara ikki at gloyma, at teir eru tryggjaðir í sambandi við álvarsliga sjúku hjá børnum. Foreldur fáa útgoldið kr 100.000, um barn teirra er sjúkt av álvarsligari sjúku. Fyri at fáa útgjaldið skal sjúkan vera á listanum frá tryggingarfelagnum. Ein listi við hesum sjúkum fæst frá Lærarafelagnum ella Betri pensjón. Mælt verður limum at venda sær til felagið, um teir hava børn við álvarsligari sjúku.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

13. juni 2012

Setanarviðurskifti : Fái eg minni í barsilsgjaldi?

Eg fór í barsilsfarloyvi fyri fjúrtan døgum síðan, og fái mína vanligu løn í barsilstíðini. Eg havi nú hoyrt frá einari vinkonu, at lønin fellur burtur seinni í farloyvistíðini, og at eg tá skal fáa úr Barsilsgrunninum. Vinkonan hevur eisini sagt mær, at upphæddin minkar, tá eg fái úr Barsilsgrunninum. Er hetta rætt?


Svar:

Svar:
Ja, tú hevur skilt hetta rætt. Hjá limum Lærarafelagsins er barsilsgjaldið skipað sambært tveimum ymiskum regluverkum. Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 skipar vanligu almennu viðurskiftini um barsil og barsilsgjald, meðan sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag ásetur onnur viðurskifti m.a., at limir Lærarafelagsins fáa vanliga løn í størsta partinum av barsilstíðini.
Sambært løgtingslóg um Barsilsskipan er høvuðsreglan, at kvinna fær barsilsgjald 4 vikur innan barnsburð og 30 vikur eftir barnsburð. Eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið fáa limir felagsins vanliga løn í tilsamans 24 vikur í sambandi við barnsburð. Lógin gevur sostatt rætt til barsilsgjald í 10 vikur meira enn sáttmálin á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at fáa gjald hesar seinastu 10 vikurnar er neyðugt, at kvinnur sjálvar søkja úr barsilsgrunninum. Høvuðsreglan í § 12 og 13 í lógini er, at barsilspeningur verður útroknaður við 100% av útrokningargrundarlagnum av miðal mánaðarligu gjaldskyldugu inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, tó er størsta upphæddin sett til kr. 25.000. Eftir lógini verður frítíðarløn drigin frá, og upphæddin verður tí deild við 1,12, soleiðis at hægsta nettoútgjaldið er kr. 22.321. Vanliga læraralønin er størri enn nettoútgjaldið, og umframt hetta verður 17 % inngoldið í eftirlønargjaldi. Kvinna í barsil kann sostatt hava rættiliga stóran fíggjarligan miss hesar seinastu vikurnar í barsilstíðini.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

20. juni 2012

Setanarviðurskifti : Sjálvstýrandi toymi og sjúkir lærarar

Eg arbeiði í einum av teimum stóru nýggju skúlunum í Havn. Vit hava sjálvstýrandi toymi. Hetta merkir, at nógvar av leiðsluuppgávunum, sum skúlastjórin fyrr hevði, eru lagdar til okkum. Vit eru tríggir lærarar, sum arbeiða saman um tríggjar 7. flokkar. Ein av lærarunum er tíverri ofta burtur vegna sjúku, og vit hava fingið at vita frá skúlastjóranum, at vit ikki skulu koma til hansara, tá ein av okkum er burtur. Vit skulu klára tað sjálvir. Hetta merkir, at vit eru tveir lærarar til uppgávuna, sum er ætlað trimum lærarum. Hvat sigur Lærarafelagið til hetta? Eiga vit at finna okkum í tí?


Svar:

Svar:
Nei, tað skulu tit ikki. Sambært fólkaskúlalógini er skúlin flokkabýttur, og hvør flokkur skal hava sín lærara. Talið á næmingum í hvørjum flokki skal, sum høvuðsregla, ikki fara upp um 24 næmingar. Talið á lærarum í toyminum skal svara til flokkatalið í toyminum. Nevndin í Lærarafelagnum hevur umrøtt spurningin fleiri ferðir, og felagið heldur fast við, at læraratalið skal svara til flokkatalið í øllum lærugreinum og tímum. Sjálvandi kunnu serligar støður taka seg upp, og læraratalið gerst ov lítið. Tað eiga tit at tola, men um so er, at tit ella skúlans leiðsla ein ella fleiri dagar frammanundan vita, at onkur ikki kann møta, so eigur eykafólk at verða kallað til toymið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

27. juni 2012

Eftirlønarviðurskifti : Hvat er hjúnafelagseftirlønin?

Eg eri 75 ár og eftirløntur tænastumaður. Eg fái kr. 13.687 um mánaðin í eftirløn. Mín spurningur er, hvussu nógv fer konan at fáa eftir meg?


Svar:

Svar:
Hjúnafelagseftirlønin er 74% av egineftirlønini hjá tænastumanninum. Hetta merkir, at konan fær kr. 10.128,38 um mánaðin, um tú fellur frá.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

20. august 2012

Setanarviðurskifti : Løgið svar

Undrist eitt sindur inn á svarið, ið tú gevur til kvinnuna, ið er við barn. Tú byrjar svarið við at siga, at hon ikki hevur skyldu at boða frá. Og endar so svarið við, at hon ‘eigur’ at boða frá innan 3 mánaðir áðrenn barnsburð. Er tað ikki so, at ein hevur ‘skyldu’ at boða frá í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn barnsburð. Og um ein ikki yvirheldur hesa skyldu, kann arbeiðsgevarin slíta samstarvið frá tí degi, kvinnan gerst óarbeiðsfør vegna barsil? Og er tað ikki soleiðis, at tað er ólógligt hjá arbeiðsgevara at brúka upplýsingar um barsil í heildarmetingum av starvsfólki? Sera undarlig kensla eg siti við eftir at lesa, hvussu lærarafelagið pr. definitión velur at undirgrava arbeiðsgevaran sum ein lúshund, sum limir felagsins helst skulu dylja slíkar upplýsingar fyri. Munnu arbeiðsgevarafeløg eisini ráðgeva sínum limum at uppføra seg soleiðis, at teir helst ikki skulu stóla upp á arbeiðsfólkið, og helst halda allar upplýsingar um starvið loyniligar til í seinastu løtu, og til eftir at starvsfólkið hevur sagt ja og bundið seg til eina avtalu? Undarligt útgangsstøði fyri einum góðum samstarvi, og mær sera veruleikafjart ...


Svar:

Viðmerkingar til viðmerkingarnar:
Spurningurin snýr seg um skylduna at boða setanarnevndini frá, tá umsøkjari er upp á vegin og søkir nýtt lærarastarv. Í sambandi við henda spurning hevur lærarin funnið út av, at hon er upp á vegin eftir, at umsóknin er latin inn. Hon er tí komin stutt í viðgongutíðini, og ávirkanin á læraraarbeiðið verður tí rættiliga avmarkað fyrstu tíðina. Fráboðanarskyldan er ein rættiliga áhugaverdur spurningur, tí javnstøðulógin og loyalitetsskyldan móti arbeiðsgevaranum skulu vigast móti hvørjum øðrum. Í “Funktionærret” árg. 2004, bls. 108, er niðurstøðan, at javnstøðulógin vinnur á loyalitetsskylduni. Upplýsingar um komandi barnsburð eiga ikki at hava ávirkan á setanina, og umsøkjari hevur ikki skyldu sjálvboðin ella eftir fyrispurningi at upplýsa um komandi barnsburð. Hetta er eisini í samsvari við ta ráðgeving flestu donsku fakfeløg geva sínum limum. Tá talan er um so langt tíðarskeið til barnsburðin sum í okkara spurningi, hevur skúlastjórin rættiliga góðar stundir at fyrireika eitt møguligt vikarstarv, og tí minkar týdningurin av upplýsingarskylduni enn meira. Veruleikin er tíverri, at kunnleikin um komandi barnsburð óbeinleiðis hevur ávirkan á nógvar avgerðir um setan eisini í Føroyum. Lærarafelagið hevur havt fleiri mál, har lærarar siga seg verða settar til viks í sambandi við setan orsakað av komandi barnsburði. Í hesum málum hava skúlaleiðarar ikki mett seg hava gjørt nakað skeivt og hava heldur ikki grundað setanaravgerðina á ein komandi barnsburð, men óbeinleiðis gerst spurningurin álíkavæl kjarnin í ónøgdini í sambandi við setanina. Tað er tí best fyri allar partar, at upplýsingar um barnsburð ikki koma fram ov tíðliga, tí tær ávirka setanartilgongdina óbeinleiðis. Mál av tílíkum slag kunnu enda í javnstøðunevndini. Tað er stórur almennur áhugi fyri teimum, og øvugta próvbyrðan kann gerast ein trupulleiki fyri leiðsluna. Eg dugi als ikki at síggja, at hetta undirgrevur viðurskiftini millum skúlastjóra og lærara. Arbeiðsgevarin hevur ikki krav upp á upplýsingarnar, og tær skulu ikki nýtast til at velja best egnaða umsøkjaran. Tí eigur arbeiðsgevarin ikki at kenna seg settan til viks, sjálvt um hann ikki hevur fingið upplýsingarnar. Hann kann í ringasta føri sleppa undan trupulleikanum við at verða ákærdur fyri at gera mismun orsakað av barnsburði. Rættartrygdin hjá kvinnum, sum eru upp á vegin, má í hesum føri setast fram um arbeiðsgevarans møguliga trupulleika við at leggja arbeiðið til rættis.

Lærarafelagið vil tí halda fast við upprunaligu støðuna, men samstundis gera vart við, at tað er ein fyritreyt fyri góðum samstarvi millum starvsfólk og leiðslu, at leiðslan fær fráboðan um barnsburð frá starvsfólki, sum er í skúlanum, í góðari tíð og í seinasta lagi innan 3 mánaðir undan barnsburði.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

22. august 2012

 

Læraraviðurskifti : Lærari happar næming. Hvat geri eg?

Ein av okkara lærarum hevur tann óvana, at hann ofta happar ein ávísan næming í 5. flokki. Hann speirekur hann við útsjónd og atferð. Hetta hevur gingið fyri seg í uml eitt ár. Ofta fer tað fram, tá lærarin heldur, at ongin sær, men eg havi fleiri ferðir sæð næmingin koma hálvgrátandi út á gongini undan nevnda lærara. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal gera við tað. Um eg fari til læraran og sigi tað beinleiðis við hann, so verður helst illstøða okkara millum. Fari eg til skúlastjóran, verði eg helst ákærd fyri at stinga hann í ryggin ella fyri at vera ókollegial. Hvat skal eg gera?


Svar:

Svar:
Tað er undir alt lágmark, at lærari happar næming. Hetta átti at verið eitt yvirstaðið kapittul í føroyska fólkaskúlanum. Tað er lættast fyri teg at lata sum onki, men tað er ikki rætt mótvegis næminginum, umdøminum hjá skúlanum og kann eisini gerast ein samvitskuspurningur. Tað er trupult at fara víðari við einum tílíkum máli einsamallur, tí spurnartekin verða sett við tín rætt at finnast at einum starvsfelaga, og fólk ivast í, um tú kanska hevur onkra dulda dagsskrá í huganum. Tú átti kanska í fyrsta umfari at drigið ein av tínum samstarvsfólkum ella álitisfólkið inn í málið. Hetta fyri at stuðla tær í eygleiðingunum og í tilgongdini. Hetta er eitt viðkvæmt mál, sum kann enda friðarliga, men tað kann eisini enda við roki, tí viðkomandi lærari vísir øllum frá sær. Tað kann í summum førum vera tað rættasta at fara beinleiðis til viðkomandi lærara, meðan tað í øðrum førum er best at fara beinleiðis til skúlastjóran. Tú eigur at meta um hetta, áðrenn tú fert víðari við málinum. Undir øllum umstøðum er skúlastjórin lyklapersónurin og tann, sum natúrliga eigur at taka sær av tílíkum máli. Hann hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og hevur skyldu at fara inn í málið, um hann fær fráboðan ella kunnleika til tað. Flestu skúlastjórar gera heilt vist nakað við tílík viðurskifti, um teir fáa kunnleika til tey.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

23. august

Læraraviðurskifti : Kann eg sleppa av við ein truplan næming?

Fyri umleið einum ári síðan fekk eg ein sera truplan næming í mín 6. flokk. Hann er harðligur, harðmæltur og skapar javnan ófrið í flokkinum. Hann hevur havt samband við løgregluna um okkurt smávegis, tó uttan, at eg veit nærri, hvat tað er. Flokkurin er broyttur, og fleiri næmingar kenna seg ótryggar. Eg kenni meg strongda av hesum næminginum. Kann eg sleppa av við hann aftur?


Svar:

Svar:
Hetta er ein spurningur, sum nógvir lærarar hava sett sær sjálvum millum ár og dag. Í flestu førum er ikki møguligt at sleppa av við ein tílíkan næming. Í serligum føri kunnu ógvusligar hendingar gera, at næmingar verða fluttir til serflokk ella fáa serligan eftiransingarstuðul, men tað er ógvuliga sjáldan. Skúlastjórin hevur við ávísum fyrireikingararbeiði møguleika at flyta næmingin í annan flokk, men so vilja aðrir lærarar og foreldur gera vart við seg, og flestu skúlastjórarar aftra seg av tí sama. At flyta børn í annan skúla kann gerast trupult, bæði tí at móttakandi skúlin setur seg ímóti tí, og flestu foreldur seta seg harðliga ímóti, at teirra barn verður flutt í annan skúla, tó undantikið tá tey sjálvi ynskja tað. Øll børn hava rætt til at ganga í ein fólkaskúla, so tað skulu heilt serligar umstøður gera seg galdandi, um tú kanst sleppa av við tín næming. Tað er ikki møguligt at meta um viðurskiftini í tínum máli eru so heilt serlig við grundarlagi í upplýsingunum í spurninginum. Manglandi mannagongdir og avtalur millum skúlar gera støðuna sera trupla í sambandi við tílíka flyting.

Tá talan er um næmingar við serligum tørvi eru serligir undirvísingarstovnar ella tiltøk gjørd fyri hesi børn, men harðlig, harðmælt ella ófriðarlig børn verða, um tey ikki hava serliga diagnosu, vanliga ikki flokkað undir serligan tørv, hóast tey í nógvum førum hava tørv á serligum undirvísingartilboðum og nógvari serkønari hjálp. Í Føroyum er so at siga onki undirvísingartilboð ella nágreinaðar viðgerðarætlanir gjørdar, sum hóska til tín næming. Einasti møguleiki er tí helst, at hann verður undirvístur í flokkinum saman við hinum børnunum. Bíðilistarnir til sálarfrøðiliga hjálp eru so langir, at flestu lærarar og foreldur geva upp frammanundan, tí í nógvum førum er hjálpin bert eitt eiti, tá hon endiliga kemur. Harðligu, harðmæltu og ófriðarligu børnini gera stóran skaða á sosiala lívið í einum flokki og sindra samanhald og trivnað, og tað er tí helst ein av størstu avbjóðingunum hjá kommunu- og landsmyndugleikum í framtíðini at fáa størri játtan og betri samskipaðar ætlanir til ófriðarligu og harðligu børnini.

Hóast møguleikarnir kunnu tykjast smáir, eigur tú saman við hinum lærarunum í flokkinum, skúlastjóranum og foreldrunum at streingja á at fáa fleiri tímar og dyggari serkønari hjálp til næmingin og flokkin. Barnaverndin hevur møguleikar fyri at seta tiltøk í verk og fíggja hesi. Tí eigur skúlin at hava serliga tætt samskifti við Barnaverndina um næmingin.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur 

30. august 2012

Læraraviðurskifti : Kann eg krevja at álitisfólkið luttekur?

Eg havi havt ávísar trupulleikar við skúlastjóran. Hann heldur, at nú er nokk. Hann hevur sent mær teldupost og boðað frá, at eg skal koma til eina tænastliga samrøðu um viðurskiftini í komandi viku. Eg kenni meg ótryggan og vil hava álitisfólkið við á fundin. Álitisfólkið hevur hug at bera seg undan, tí hann vil ikki koma uppá tvørs av stjóranum. Hvat skal eg gera?


Svar:

Svar:
Álitisfólkið er valt at taka sær av tí uppgávu, tú vísir á. Tað kunnu vera serlig viðurskifti t.d. nært persónligt samband við lærara ella stjóra, sum gera, at álitisfólk vil sleppa undan at vera hjásitari til eina tænastliga samrøðu saman við tær. Grundgevingin hjá álitisfólkinum um, “ikki koma uppá tvørs av stjóranum” er ein vánalig umbering, men tað loysir seg helst ikki at hava eitt fólk við, sum ikki vil koma “upp á tvørs“ av stjóranum.
Tú kanst altíð taka onkran annan við, og somuleiðis kunnu formaður ella løgfrøðingur Lærarafelagsins altíð avloysa álitisfólk í tílíkum málum. Í álvarsomum málum, t.d. tá talan kann gerast um uppsøgn, eigur hjásitari sum høvuðsregla at koma frá felagnum. Okkara ráð til tín er tí, at tú vendir tær til felagið, sum í samráð við teg útvegar ein hjásitara til samrøðuna.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

6. septembe

Setanarviðurskifti : Kann skúlastjórin sýta fyri at álitisfólkið er við á fundinum?

Eg eri biðin um at koma til eina starvsfólkasamrøðu um míni viðurskifti. Eg havi ikki fingið nakra dagsskrá, men havi varhugan av, at hann ætlar at geva mær eina munnliga ávaring fyri vánaliga uppmøting. Eg segði við stjóran, at eg vildi hava álitisfólkið við á fundin, men hann segði, at tað var óneyðugt. Eg skilti á honum, at álitisfólkaskipanin í besta føri var óneyðug og í ringasta føri til stóran ampa. Hvat kann eg gera?


Svar:

Svar:

Tað hevur stóran týdning fyri teg, at tú frammanundan veitst, um talan er um eina vanliga hugnaliga samrøðu við stjóran ella talan er um eina tænastliga samrøðu, sum kann enda við ávaring ella øðrum revsilíknandi tiltøkum. Um so er, at talan er um eitt revsilíknandi tiltak, eigur álitisfólkið ella hjásitari frá Lærarafelagnum at luttaka í samrøðuni við tína lið fyri at tryggja tíni áhugamál. Tú eigur tí at krevja av skúlastjóranum, at hann frammanundan kunnar teg um ætlanina við samrøðuni. Í sambandi við munnliga ávaring hevur tú rætt at hava hjásitara við tær, og tú hevur somuleiðis rætt at fáa skrivliga fráboðan frammanundan um ætlanina at geva tær ávaring. Um tú ert í iva, so vend tær til Lærarafelagið.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

12. september 2012

Læraraviðurskifti : Danska útbúgving og starv í Føroyum?

Eg eri undir læraraútbúgving í Danmark og havi bert hálvt ár eftir nú. Eg ætli mær at byrja at søkja arbeið í Føroyum beinanvegin. Men so havi eg hoyrt, at av tí at eg havi tikið læraraútbúgvin í Danmark, kann eg ikki fáa starv í Føroyum, fyrrenn eg havi fingið undirvísing í føroyskum. Hvussu er við hesum, er tað rætt, og um tað er so, hvørja undirvísing skal eg so taka, er tad nokk við undirvísing á HF ella hvussu hongur tað saman? Og kann eg fáa starv upp á tað, at eg taki undirvísing í føroyskum ímeðan?


Svar:

Svar:

Við danskari læraraútbúgving kann mann søkja starv sum øll onnur í føroyska fólkaskúlanum. Mann fær tó ikki fast starv, fyrr enn mann hevur lokið prógv í føroyskum, sum Læraraskúlin av og á skipar fyri. Eitt skeið hevur júst verið, so óvist er nær næsta skeiðið verður hildið aftur.
Men tað er eingin forðing fyri at søkja og fáa starv, at prógvið er danskt.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

21. januar 2013

Setanarviðurskifti : Løn í farloyvistíðini?

Vit hava ein lærara, sum skal í farloyvi 13/14 - 15/16. Skal hon hava løn í summarferiuni 2013?


Svar:

Svar:

Innvinningartíðarskeiðið hjá lærarum í fólkaskúlanum er frá 1. august til 31. juli árið eftir. Lærari í føstum starvi, sum fer í farloyvi 1. august 2013, hevur tí rætt til løn í summarfrítíðini fram til 31. juli 2013. Tá hon kemur aftur í starv 1. august 2015, fær hon løn frá 1. august, hóast hon ikki er til arbeiðis fyrstu vikurnar í august.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

13. juni 2013

Eftirlønarviðurskifti : Fult eftirlønargjald hóast niðursetta arbeiðstíð?

Í rundskrivi dagf. 12.12.2008 frá Lønardeildini "Rundskriv um eftirlønargjald, tá ið fólk starvast eftir 67 ára aldur" verður sagt í 4. petti: "Tey, sum arbeiða niðursetta tíð, men fáa eftirlønargjald sum var starvstíðin ikki sett niður, kunnu ...". Mínir spurningar eru: 1. Veit fakfelagið um limir, sum fáa fult eftirlønargjald, hóast teir arbeiða niðursetta tíð? 2. Er henda regla galdandi fyri fólk, sum vegna sjúku eru noydd at arbeiða niðursetta tíð?


Svar:

Svar:
1. Lærarar undir 67 ár í føstum starvi kunnu fáa niðursetta tíð vegna sjúku eftir umsókn til Mentamálaráðið og við átekning av landslæknanum. Fyri at fáa niðurskurð í arbeiðstíðini skal talan vera um álvarsligar heilsutrupulleikar. Í tílíkum føri fær lærari fulla løn og fult eftirlønargjald, hóast viðkomandi arbeiðir niðursetta tíð. Talan er um eitt umsóknarmál, har avgerðin er grundað á læknaligar metingar.
2. Rundskrivið frá 12. desember 2008 er bert galdandi fyri fólk yvir 67 ár. Tey fáa ikki fult eftirlønargjald í sambandi við niðursetta tíð.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

5. mars 2014

Eftirlønarviðurskifti : Hvussu er við mínari pensjón?

Eg var lærari í Føroyum - tænastumaður - frá 1986-1991 og so aftur 1993-1994. Havi verið búsitandi í Danmark síðani 1994. Hvussu er við mínari peansjón ella eftirlønaraldri? Eg haldi tað kallast uppsett pensjón. Hvar kann ein finna uplýsningar um tílíkt?


Svar:

Svar:
Tú hevur rætt til útsetta eftirløn. Av tí at tú ert farin úr tænastumannastarvinum áðrenn 1997, hevur tú rætt til útsetta eftirløn eftir donskum reglum frá 60 ára aldri. Eftir føroyskum reglum fellur útsett eftirløn ikki til gjaldingar fyrr enn eftir 67 ára aldur.

Sambært tínum upplýsingum hevur tú 6 eftirlønarár. Hesi fyrstu eftirlønarárini geva lutvíst mest í eftirløn. Tú eigur sum skjótast at venda tær til Føroya Gjaldstovu og biðja um eitt yvirlit yvir tíni tænastumannaeftirlønarár og eina útrokning av eftirlønini. Um so er, at tú ert yvir 60 ár, eigur tú at fáa hana útgoldna beinanvegin.

Vinaliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

19. desember 2014

Eftirlønarviðurskifti : Fangar borðið?

Sum kunnugt arbeiðir politiska valdið í hesum døgum við uppskoti til eina nýggja eftirlønarskipan. Útmeldingarnar higartil hava, milt sagt, verið ræðandi. Her verður sjálvsagt hugsað um ætlaðu avtøkurnar av "fólkapensiónini" og "samhaldsfasta" hjá m.a. tænastumannasettum lærarum. Sæð í ljósinum av døpru framtíðarútlitunum, tá um eftirlønarskipan ræður, kundi eg hugsað mær at fingið svar upp á fylgjandi spurning: Velji eg at fara frá nú, við galdandi lóggávu á økinum sum grundarlag, "fangar so borðið", soleiðis at skilja: verði eg leysur av einari nýggjari, og eftir øllum at døma, fyri mítt viðkomandi, vánaligari eftirlønarskipan? Hvat vil løgfrøðingurin annars ráða mær til at gera? Hvussu verður U67 viðbótin annars ásett/útroknað?


Svar:

Svar:

Hetta eru viðkomandi spurningar, nú vit javnan hoyra um ætlaðar broytingar av eftirlønarskipanini og almennu pensjónunum. Tað ber ikki til í dag at svara spurningunum nágreinliga, tí politiska viðgerðin er ikki komin so langt ávegis, at tað kann hómast, hvussu endaliga úrslitið verður. Tó kunnu vit gera nakrar viðmerkingar.

Okkum vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta tænastumannaeftirlønarlógina og samhaldsfasta. Grundarlagið undir tænastumannaeftirlønini er, at tænastumaður hevur vunnið sær ein ávísan prosentpart av endalønini, útroknað eftir talinum av arbeiðsárum. Hetta eru innvunnin rættindi, sum myndugleikar vanliga ikki nerta við. Tí “fangar borðið” viðvíkjandi grundupphæddini í tænastumannaeftirlønini. Tað er at meta sum ognartøka um myndugleikar minka um innvunnin rættindi afturlítandi. Hinvegin kunnu broytingar verða gjørdar fram í tíðina, m.a. kunnu mótrokningarprosentini í samband við fráferð, áðrenn 67 ára aldur, verða broytt við lóg ella avtalu. Hetta kann í ávísan mun minka um útgjaldið. Viðmerkjast skal, at Lærarafelagið í løtuni onki kennir til tílíkar ætlanir.

Hinvegin eru ætlanir nú aftur frammi um at broyta fólkapensjónina, soleiðis at grundupphæddin fellur burtur, og mótrokning verður gjørd í fólkapensjónini, sum tá bert kemur at hava eina samlaða grundupphædd. Um hetta uppskotið vinnur frama, merkir tað, at eftirløntir tænastumenn fáa lægri ella onki útgjald av fólkapensjónini í framtíðini. Fyri nøkrum árum síðani hevði politiski pensjónsfylgibólkurin uppskot um, at grundupphæddin hjá hesum bólki skuldi minka yvir eitt longri tíðarskeið tíðarskeið, td. 10 ár, men hetta uppskotið er síðan lagt til viks. Ongin politisk semja tykist at hómast enn, tí er tað ómøguligt at siga, hvat fer at henda á økinum. Val er í hesum árinum, og vanliga plaga politikkarar at vera varnir við at leggja umstrídd uppskot fram í valárinum.

Samanumtikið kunnu vit siga um spurningarnar.
Tú hevur vunnið ávís rættindi sum tænastumaður. Hesi rættindi verða neyvan broytt afturlítandi í sambandi við nýggja pensjónsskipan. Hinvegin eru ætlanir frammi um at broyta fólkapensjónina, soleiðis at grundupphæddin fellur burtur. Ongar ítøkiligar ætlanir hava verið frammi um at broyta samhaldsfasta.

Lærarafelagið kann ikki ráða tær, um tú skalt fara úr starvi nú ella seinni. Heilt einfalt, tí vit vita ikki, hvat fer at henda í pensjónsmálinum. Okkara fatan er tó, at tað verða neyvan gjørdar nakrar kollveltandi broytingar beint nú.

U 67 viðbótin var upprunaliga útroknað soleiðis: grundupphæddin í fólkapensjónini falda við eftirlønarárum dividera við 37. Hetta er eisini leisturin í dag, men í ávísan mun eru smærri tillagingar gjørdar.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

29. januar 2015

Eftirlønarviðurskifti : Nær er skilabest at fara frá?

Eg eri tænastumaður og verði 63 ár. Havi verið í starvi síðan 1976 og kundi sostatt, fyri aldur, starvast í fýra ár afturat, men, satt at siga, so havi eg nú í seinastuni álvarsliga umhugsað at lagt frá mær. Eg orki snøgt sagt ikki longur. Nú er tað so, at allir møguligir spurningar stinga seg upp í huganum: Hvagar skal eg venda mær, hvar skal eg byrja, til tess at fáa greiðu á, hvar eg standi løgfrøðiliga (eftirlønarár og hvørt av sínum), hvat havi eg rætt til, og kunnu útrokningar fáast til vega, frá nú av og fýra ár fram, so finnast kann útav, hvat eg havi eftir um mánaðin eftir skatt, og annars nær er mest skilagott "lukrativt" fyri meg at stinga í sekkin. Vinaligast ráðgev mær og leið meg gjøgnum lógar-"frumskógin", so eg ikki taki nøkur óráð fyri við at fara frá í óðum verkum.


Svar:

Svar:

Tað er altíð eitt stórt stig at fara úr starvi eftir eitt langt arbeiðslív, men tú ert komin í tann aldurin, har flestu tænastumenn gevast. Seinastu eftirlønarárini geva ikki so nógv sum tey fyrstu, so í nógvum førum eiga tænastumannasettir lærarar at umhugsa, um tað loysir  seg at halda fram í starvinum, bert fyri at vinna seinastu krónurnar í eftirlønini.

Føroya Gjaldstova hevur í dag allar útrokningar av tænastumannaeftirlønum. Lærarafelagið vil fegin, um tú sendir okkum ein teldupost við umbønini, fáa eftirlønarár og útrokning til vega frá Gjaldstovuni. Teldupostadressan er: lararafelag@lararafelag.fo

Tú hevur verið í starvi síðan 1976, og sambært hesum hevur tú fullan eftirlønaraldur, sum er 37 ár. Ongin mótrokning er í tænastumannaeftirlønini, um tú hevur fylt 64 ár við fráferð. Lærari, sum fer úr starvi 64 ára gamal og hevur 37 ára eftirlønaraldur, fær 60% av endalønini+serliga viðbót, sum er millum kr. 2471 og kr. 3085  um mánaðin. Tá farið verður úr tænastumannastarvi skal ansast eftir, at innvunnin frítíð fyri seinasta skúlaárið skal takast, áðrenn formliga fráfaringardagin. Uppsagnarfreistin hjá tænastumonnum er 3 mánaðir, og uppsagnarskrivið skal sendast Mentamálaráðnum innan nevndu freist og stílast til landsstýrismannin í mentamálum.

Annars er tað, sum áður nevnt, skilabest at tosa við Lærarafelagið nakrar mánaðir áðrenn fráfaringardagin.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. september 2015

Skúlastýri : Kann skúlastýrið biðja um persónligar upplýsingar um lærarar?

Á seinasta skúlastýrisfundi var spurningurin frammi um, hvussu nógv teir ymisku lærararnir høvdu av fráveru. Sum skúlastjóri eri eg skrivari á fundinum, og formaðurin bað meg taka fráverulistarnar hjá lærarum við til komandi fund, so skúlastýrislimir kundu gera seg kunnugar við støðuna. Eg lovaði at kanna málið nærri. Í hesum sambandi var eisini ynski frammi um at síggja fráverulistarnar hjá teimum eldru næmingunum. Eg eri í iva. Kann eg lata skúlastýrið síggja fráverulistar hjá lærarum og næmingum?


Svar:

Svar:

Skúlastýrið hevur ikki rætt at síggja fráverulistarnar hjá lærarum ella næmingum. Skúlastýrið hevur rætt at fáa eina generella kunning um fráveruna hjá lærarum, men hevur ikki heimild at viðgera fráveruna hjá einstøkum lærarum. Skúlastýrið hevur eftirlit við skúlans virksemi, og skal tí hava allar vanligar upplýsingar, sum tey biðja um fyri at útinna áløgdu uppgávuna. Tað er vanliga skúlastjórin, sum gevur skúlastýrinum kravdu upplýsingarnar, og skúlastjórin kann ofta koma í tvístøðu, tá formaðurin biður um upplýsingar, tí upplýsingar um ávísar persónar kunnu vera av einum tílíkum slag, at teir ikki kunnu latast skúlastýrinum. Skúlastýrið er ikki ein partur av fyrisiting skúlans, og serligar reglur í persónsupplýsingarlógini eru galdandi fyri at lata persónsupplýsingar víðari til annan myndugleika. Sjúkrafráveran hjá einstøkum næmingum koma undir somu strongu reglur í persónsupplýsingarlógini.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Skúlastýri : Kann skúlastýrið halda fund uttan at boða mær frá tí?

Eri í føstum starvi sum lærari í einum størri bygdaskúla og siti sum starvsfólkaumboð í skúlastýrinum seinasta árið. Í okkara skúla hevur verið nakað av kjaki um undirvísingarhættir og læraraførleika seinasta árið, og skúlastýrið hevur eisini kjakast um somu spurningar. Á fundi við skúlastjórin kunnaði hann meg um, at formaðurin í skúlastýrinum hevði spurt, um tað var í lagi, at skúlastýrið helt fund um læraraførleikar og onnur lærarviðurskifti uttan, at eg var við á fundinum, tí tað var trupult at tosa um førleikarnar hjá einstøku lærarunum, tá eg var á fundi. Eg kendi lærararnar so væl, at møguleiki var fyri, at ymiskt lak út av fundinum. Eg gjørdist illa við, men segði einki. Eftirfylgjandi eri eg farin at ivast í framferðini hjá formanninum í skúlastýrinum. Kann skúlastýrið hava fund, uttan at eg havi fingið fundarboð?


Svar:

Svar:

Nei, skúlastýrið kann ikki hava formligan fund uttan, at allir limir fáa boð um fundin. Tú hevur rætt og skyldu at taka lut í øllum fundum hjá skúlastýrinum. Tað kann eisini tykjast løgið, at skúlastýrið ætlar at viðgera førleikan hjá einstøku lærarunum. Skúlastýrið hevur ikki heimild sambært fólkaskúlalógina at viðgera starvs- ella persónsviðurskifti hjá einstøkum lærarum. Henda uppgáva er løgd til skúlaleiðsluna, og skúlastjórin hevur skyldu at gera formannin í skúlastýrinum varugan við hesi viðurskifti. Skúlastjórin eigur at kunna formannin í skúlastýrinum frá ásetingini í fólkaskúlalógini.

Vinarliga

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Skúlastýri : Kann skúlastýrið viðgera míni persónligu viðurskifti?

Eg eri lærari á framhaldsskúla í høvuðsstaðnum, og mín fatan er, at næmingarnir dáma meg væl. Undirvísingin gongur rímiliga væl, og flokkurin hevur altíð ligið frammarlaga í landsroyndum og fakroyndum. Alt kundi verið so gott, um eg ikki hevði trupulleikar við ein av gentunum í flokkinum og kanska serliga foreldrum hennara. Gentan hevur í næstan øllum tímum frekar viðmerkingar um undirvísingina og um meg persónliga, og hon ger heldur ikki ásettar uppgávur heima. Eg havi tosað ótaldar ferðir við hana uttan úrslit. Tá eg tosi við foreldrini, siga tey, at tað eri eg, sum eigi trupulleikarnar og koma tey við ábendingum um, at kanska er orsøkin, at eg havi persónligar trupulleikar á heimafrontinum. Mamman at gentuni er formaður í skúlastýrinum. Eftir seinasta skúlastýrisfund fekk eg at vita frá læraraumboðnum í skúlastýrinum, at formaðurin hevði tikið mín undirvísingarførleika og næmingaviðurskiftini upp á fundinum og er í hesum sambandi komin við ábendinum um, at eg kanska ikki hevði tað so lætt fyri tíðina orsakað av trupulleikum millum meg og sambúgva mín. Mín spurningur er: Kann formaðurin í skúlastýrinum viðgera mítt arbeiði og míni persónligu viðurskifti á skúlastýrisfundi? Eg føli meg úthongda orsakað av, at dóttir hennara hevur trupulleikar í mínum flokki.


Svar:

Svar:

Skúlastýrið hevur ikki heimild at viðgera tíni starvsviðurskifti og førleika á skúlastýrisfundi. Tað er skúlastjórin, sum hevur heimild sambært fólkaskúlalógina at umrøða, viðgera og taka avgerð í tínum starvsviðurskiftum.
Heimildirnar hjá skúlastýrinum eru ásettar í fólkaskúlalógini. Tær eru meiri almennar sum t.d. at gera skúlabygnað, ummæla fíggjarætlan og áseta meginreglur um undirvísingarætlan, foreldrafundir og felagstiltøk. Skúlastýrið skal kunnast um viðurskiftini í skúlanum og kann umrøða skúlaviðurskifti, men persónsmál hjá næmingum og lærarum hoyra heima í skúlanum hjá lærarum og skúlastjóra.
Tað kann í summum málum vera trupult at seta mark millum umrøðu av persónsmálum og almennum trupulleikum í flokki ella skúla. Tað er uppgávan hjá skúlastjóranum ella starvsfólkaumboðnum at gera vart við viðurskiftini, um málið gerst persónligt og tí ikki hoyrir heima á skúlastýrisfundi.

Skúlastýrisformaðurin er farin langt útum øll mørk, tá hon umrøður tíni persónligi viðurskifti á skúlastýrisfundi.

Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

Skúlastýri : Leiðslan tvey umboð í skúlastýrinum?

Kann leiðslan hava tvey umboð í skúlastýrinum? Varaskúlastjórin hevur ikki atkvøðurætt, men rætt at siga sína hugsan. Kann hetta ikki gera, at leiðslan hevur størri ávirkan á avgerðirnar enn hinir bólkarnir, m.a. starvsfólk skúlans, hava?


Svar:

Svar:

Sambært § 50 í fólkaskúlalógini er skúlaleiðarin og eitt starvsfólk umboð í skúlastýrinum. Skúlaleiðarin er føddur skrivari og hevur ikki atkvøðurætt. Leiðslan kann ikki hava 2 umboð í skúlastýrinum, og tað er ikki í samsvari við galdandi lóg, um varaskúlastjórin møtir regluliga á fundi í skúlastýrinum. Formaður skúlastýrisins kann innkalla serkøn fólk at møta á einstøkum skúlastýrisfundum fyri at lýsa serlig mál, og í hesum sambandi kann varaskúlastjórin sjálvandi eisini verða innkallaður. Javnvágin millum áhugabólkarnar foreldur, kommuna, starvsfólk og leiðslu er ásett við lóg. Eitt umboð ov nógv fyri leiðslubólkin kann sjálvandi ávirka avgerðirnar bæði ein og annan veg. Tað er talaða orðið við grundgevingum og argumentatión hjá øllum fundarluttakarunum, sum í síðsta enda ávirkar atkvøðugreiðsluna hjá umboðunum við atkvøðurætti. Niðurstøðan er, at varaskúlastjórin hevur ikki rætt at møta regluliga á skúlastýrisfundum. Ongar reglur eru um frávik í lóg ella kunngerð.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

24. august 2011

Skúlastýri : Er tað lógligt at viðgera mál sum ikki standa á skránni?

1. Er tað lógligt at viðgera mál, sum ikki standa á skránni? Formaðurin tekur ofta mál upp til umrøðu frá einari mammu, sum formaðurin hevur dagligt samskifti við, tí tær eru starvsfelagar. Hetta eru ikki skrivlig mál, sum standa í skránni, men ofta okkurt við, at henda mamman er ónøgd við mátan, skúlin ella onkur lærari eru um son hennara, sum ber brek. 2. Eigur læraraumboðið at rýma av fundi um so er, at starvsfelagi verður umrøddur ella nevndur við navni á skúlastýrisfundi, og hetta ikki var í skránni, men kom undir ’ymiskt’? 3. Er formaðurin ógegnigur at tosa um sonin hjá sínum starvsfelaga?


Svar:

Svar:

Viðvíkjandi spurningi 1: Fundirnir hjá skúlastýrinum eiga sambært reglunum at verða skipaðir við formligari skrá og fundarfrásøgn eftir fundin. Um fundirnir gerast ólógligir, tá evni uttan fyri skránna verða viðgjørd, er ivasamt. Tað ber t.d. altíð til at taka mál upp undir ymiskt, uttan at allur fundurin gerst ólógligur av teirri grund. Hinvegin er tað ikki í lagi at taka evni fram á skúlastýrisfundin, sum ikki eru heimilað sambært fólkaskúlalógini. Tað er ikki lógligt at taka persónsmál hjá næmingum og lærarum fram á skúlastýrisfundi, tí hesi mál hoyra undir heimildarøki skúlastjórans.

Viðvíkjandi spurningi 2: Læraraumboðið í skúlastýrinum eigur at gera vart við, at tað ikki er lógligt at viðgera starvfelagar á fundinum. Læraraumboðið kann krevja sína støðu viðmerkta í gerðabókini og kann rýma av fundinum, um formaðurin ikki tekur støðuna til eftirtektar.

Viðvíkjandi spurningi 3: Formaðurin skal als ikki taka næmingamál til viðgerðar. Skúlastjórin eigur eisini at tala at undir fundinum, tí næmingamál eru hansara heimildarøki, og skulu viðgerast av heilt øðrum fyrisitingarmyndugleika.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur
7. mars 2012

Skúlastýri : Hvat kann skúlastýrið viðgera?

Er tað lógligt at viðgera mál, sum ikki standa á skránni? Hetta var yvirskriftin á spurningi, sum vóru tríggir spurningar. Løgfrøðingurin svarar spurningi nr. 3 soleiðis: Formaðurin skal als ikki taka næmingamál til viðgerðar. Skúlastjórin eigur eisini at tala at undir fundinum, tí næmingamál eru hansara heimildarøki, og skulu viðgerast av heilt øðrum fyrisitingarmyndugleika. Hvat merkir hetta? 1. Kann skúlastýrið ikki viðgera øll mál sum viðvíkja skúlanum? 2. Nær er nakað eitt næmingamál? 3. Kann løgfrøðingurin nevna onkur konkret dømi uppá mál, sum skúlastýrið kann/ikki kann viðgera. 4. Er spurningurin um lærari skal geva næmingi medisin ella ikki ein spurningur, sum skúlastýrið kann viðgera?


Svar:

Svar:

Uppgávurnar hjá skúlastýrinum eru ásettar í fólkaskúlalógini. Skúlastýrið skal fyri mesta partin gera yvirskipaðar reglur og mannagongdir um ymisk viðurskifti viðvíkjandi næmingum. Teirra arbeiðsøki er beinleiðis ásett í lógini. Skúlastýrið hevur tí ikki loyvi at viðgera einstøk næmingamál, til dømis um einstakar ófriðarligar næmingar ella sjúku næminganna, tí hesi sambært fólkaskúlalógini hoyra undir arbeiðsøkið hjá stjóranum. Heldur ikki einstøk læraramál eru partur av uppgávuni hjá skúlastýrinum. Skúlastjórin er sambært fólkaskúlalógini avgerðarmyndugleikin í næminga- og læraramálum. Tann myndugleiki, sum kann taka avgerð, er samstundis viðgerðarmyndugleikin. Skúlastýrið hevur rætt at fáa kunning um viðurskiftini, og hetta kann í nógvum hava ta óbeinleiðis avleiðing, at skúlastýrið fær kunning um persónsviðurskifti hjá lærarum og næmingum, men tey eiga ikki at viðgera málini. Markið millum kunning og viðgerð av upplýsingum er í nógvum førum flótandi, og skúlastjórin eigur á fundinum í skúlastýrinum at gera vart við aktuellu støðuna, um kunningin endar við viðgerð á fundinum. Skúlastýrið kann sostatt ikki ‘viðgera’ øll mál.


2) Eitt næmingamál kann snúgva seg um ein ófriðarligan næming, heilsustøðuna, foreldraupplýsingar hjá barni, fakligt avrik o.a.
3) Einstakar lærarafráverur, sjúka hjá lærara, ódugnaskapur hjá einstøkum lærara hoyra undir leiðslu skúlans.
4) Nei. Medisin til næmingar kemur undir leiðslu stjórans. Hetta kemur eisini undir rættin hjá Lærarafelagnum at gera sáttmála við arbeiðsgevaran um innihaldið í lærarastarvinum.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

29. mars 2012

Skúlastýri : Hvat skal eg: tiga ella upplýsa?

Í fundarbókini stendur bara, at skúlastýrið hevur viðgjørt eitt mál. Ein starvsfelagi spyr meg tí, um eg, sum læraraumboð í skúlastýrinum, kann greiða honum nærri frá, hvat hetta málið snúði seg um. Hvat skal eg: tiga ella upplýsa?


Svar:

Svar:
Eftir spurninginum at døma er fundarfrásøgnin ikki nóg ítøkiliga skrivað. Fundarfrásagnir eiga at geva lesaranum innlit í sjálva viðgerðina og eina møguliga niðurstøðu í málinum. Fundarfrásagnir, sum eru ov stuttar ella einkisigandi, elva til gitingar ella misálit. 
 
Tað er einki til hindurs fyri, at læraraumboðið greiðir starvsfeløgum nærri frá, hvat málið snýr seg um og frá viðgerðini á skúlastýrisfundinum. Í nøkrum málum kann limum verða álagt tagnarskyldu, men hetta eigur at verða kunngjørt frammanundan, so læraraumboðið kann samskifta við starvsfelagarnar við tí í huganum.
 
Poul Nolsøe, løgfrøðingur

25. oktober 2012

Skúlastýri : Hevur læraraumboðið tagnarskyldu?

Hevur læraraumboðið í skúlastýrinum tagnarskyldu yvir fyri lærarunum, sum hann er umboð fyri, soleiðis at hann ikki kann siga starvsfelagum frá, um tey t.d. verða umrødd á fundi?


Svar:

Svar:

Sambært fyrisitingarligum reglum hevur læraraumboðið vanliga tagnarskyldu um viðkvæmar upplýsingar o.a. Skúlastýrisformaðurin kann áleggja limunum tagnarskyldu um ávís viðurskifti ella mál í eitt tíðarskeið. Tað skulu tá vera ítøkiligar grundgevingar fyri at áleggja limum tagnarskylduna. Tað er sostatt ikki tagnarskyldu um øll mál, sum verða umrødd í skúlastýrinum, og limirnir kunnu umrøða flestu mál saman við lærarunum.

Spurt verður um læraraumboðið ikki kann siga starvfeløgum frá, um tey t.d. verða umrødd á fundi. Skúlastýrið er ein kommunal nevnd og hevur ikki heimild at viðgera persónligu- og ella ítøkiligu arbeiðsviðurskiftini hjá einstøku lærarunum. Viðgerð av tílíkum upplýsingum er ein partur av leiðsluuppgávunum hjá skúlaleiðaranum, sum er undir Mentamálaráðnum, og henda viðgerðin er umfatað av tagnarskyldu, eisini mótvegis tí kommunala skúlastýrinum. Viðmerkjast skal, at ein grásona er ofta í tílíkum málum, tí skúlastýrið hevur sjálvandi rætt at fáa nøktandi kunning frá skúlaleiðaranum um viðurskiftini í skúlanum, men um brot verður framt á tagnarskylduna, og einstakir lærarar verða umrøddir ov ítøkiliga, eigur skúlaleiðarin og læraraumboðið at gera vart við hesi viðurskifti beinanvegin.

Læraraumboðið hevur tagnarskyldu um viðkvæmar upplýsingar, sum koma fram á skúlastýrisfundum og kann tí ikki fara beinleiðis til sínar samstarvfelagar og siga teimum frá umrøðuni. Hetta er støðan, hóast brot er framt á tagnarskylduna frammanundan. Ein møguleiki í tílíkum málum er at umrøða málið saman við skúlaleiðaranum fyri at finna eina loysn. Finst eingin loysn, kann læraraumboðið taka málið upp saman við Lærarafelagnum í navnaleysum formi fyri at fáa hjálp og vegleiðing í, hvussu víðari kann farast fram í málinum.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

30. september 2015

Læraraviðurskifti : Møta 10 minuttir áðrenn?

Eiga allir lærarar: 1) at møta 10 min áðrenn sín fyrsta tíma og 2) ikki at fara heim fyrr einn 10 min eftir sín síðsta tíma?


Svar:

Svar:

Lærarar hava ikki skyldu at møta 10 minuttir áðrenn (sín) fyrsta tíma og heldur ikki skyldu at verða á skúlanum 10 minuttir eftir (sín) seinasta tíma. Lærari kann tó fáa álagt ansingarskyldu 10 minuttir undan fyrsta undirvísingartíma í skúlanum. Tá skal tíðin skrásetast í arbeiðstíðini. Teir 10 minuttirnir eftir seinasta tíma eru fríkorter, og leiðslan kann áleggja lærara ansingarskyldu. Fríkorterið er frammanundan íroknað arbeiðstíðina, og verður tí ikki skrásett serskilt.

Vinaliga

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

10. september 2015

Setanarviðurskifti : Tímar til seturskúlar

Hvussu nógvar tímar eigur tú sum lærari at fáa í ársætlanini, um tú fert á seturskúla í tveir dagar, tá ið sovið verður í eina nátt?


Svar:

Tímarnir lærari fær fyri seturskúla verða skrásettir í virksemisætlanini soleiðis:

 

Seturskúli verður roknaður sum 14 tímar tvey tey fyrstu døgnini. Brotin døgn verða roknað lutfalsliga.


Ferðir, sum eru longri enn tveir dagar, verða roknaðar sum 10 tímar fyri hvørt døgnið, sum fer út um tvey døgn. Brotin døgn verða roknað lutfalsliga.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

10. mars 2013

Læraraviðurskifti : Hevur skúlastjórin rætt til at taka tímar frá mær?

Á skrivstovu síni kunnaði skúlastjórin meg um, at hann tíverri sá seg noyddan at taka 5 undirvísingartímar frá mær komandi mánað og restina av skúlaárinum orsakað av lækkaðari tímajáttan frá MMR. Fyri mítt viðkomandi merkir hetta, at lønin minkar við uml. kr. 5.000 um mánaðin. Eg havi verið 9 ár í føstum starvi í skúlanum. Eigi eg at finna meg í hesum?


Svar:

5 undirvísingartímar um vikuna er ein munandi broyting í starvsviðurskiftum tínum. Í slíkari støðu hevur tú eitt krav uppá, at øll tey formligu viðurskiftini verða fylgd, ið eru ásett viðv. uppsøgn. Tú skal hava hoyringsskriv við minst 14 daga hoyringssvartíð. Har hevur tú møguleikan fyri at siga tína hugsan um niðurskurðin.
 

Skúlastjórin kann eftir, at hoyringsfreistin er farin, og við støði í tí, tú hevur víst á, taka avgerð um, at tú fert niður í tíð.

Tekur skúlastjórin avgerð um tímaniðurskurðin, so hevur tú eitt lønarkrav um fulla løn í teir 6 mánaðirnar, ið svara til uppsagnartíðarskeiðið, ið m.a. er ásett í lóg um starvsmenn. Tú hevur verið í føstum fulltíðarstarvi í 9 ár og er fevnd av uppsagnartíðarskeiði, eisini tá talan er um arbeiðsniðurskurð. Sannlíkt er, at skúlastjórin krevur, at tú arbeiðir fulla starvstíð teir 6 mánaðirnar, og eftir tað verður tímatalvan 5 tímar minni og tær uml. 5.000 kr. lægri í løn.

 

Í summum førum loysir tað seg betur at gera avtalu við skúlastjóran um at fara niður í tíð í eitt nærri ásett tíðarskeið.

 

Vinarliga

 

Poul Nolsøe, løgfrøðingur

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan