Sáttmálar og semjur

Nýggja semjan

Semja millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið

1. Sáttmálalaskeið og lønarhækkingar
Verandi sáttmáli verður endurnýggjaður frá 1. oktober í 2015 til tann 1. oktober í 2017.
· Tann 1. oktober í 2015 hækka mánaðarlønirnar 2,25%
· Tann 1. oktober í 2016 hækka mánaðarlønirnar 1,9%

2. Arbeiðstíðaravtalan
Avtalan er dagførd, og einstakar broytingar eru gjørdar galdandi frá 1. august í 2016:
· Ásetingarnar um rættiniðurskurð í § 9 eru umskipaðar. Frá at hava fingið ávísa tíð pr. næming er tað nú ásett, hvussu nógva tíð lærari fær til at rætta hvørja uppgávu.
Samstundis fer “Semja millum Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag um uppgávurætting” frá Summarmála í 2004 úr gildi
· Fyri at stuðla og vegleiða nýútbúnum lærarum er avtala um skipan við akkerslærara gjørd – grein 10.
· Skúlaleiðarar fáa samsýning eftir almennum reglum fyri skúlastýrisfundir.

3. Sáttmálin og lønartalvunar eru dagførd í mun til hesa semjuna. Eisini er flokkingaravtalan dagførd við teimum flokkingum gjørdar í sáttmálaskeiðinum (leiðslurnar í teimum stóru samanløgdu skúlunum í Tórshavn og Klaksvík).

Á Argjum tann 4. mars í 2016

 

Føroya Lærarafelag                            Fíggjarmálaráðið

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan