Sáttmálar og semjur

Avtala um flokking


Avtala millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag um, hvussu lærarastørv verða flokkað og lønt

§ 1. Lønin er ásett í galdandi lønartalvum.


§ 2. Lærarar. Útoyggjalærarar við setanarbroti millum 0,52 og 0,85:
18-1
18-4
20-3
21-4
23-4
29-1
29-2


§ 3. Einalærarar. Útoyggjalærarar við setanarbroti hægri enn 0,85:
27-1
28-1
29-1
29-2
31-2
 

§ 4. Fyrstulærarar

næmingar flokking  
0-39 31-2 31-3
40-69 32-2 33-1
70-99 33-1 34-1
100- 35-1  

 

§ 5. Deildarleiðarar

Í skúla, har undirvíst verður á ymiskum deildum, sum eru langt frá hvør aðrari, og har meir enn ein deild hevur ávísa stødd, kann deildarleiðarastarv verða skipað.
Stk. 2. Deildarleiðarastørv verða flokkað soleiðis:
 

Trongisvágur  33-1
Runavík 34-1


Stk. 3. Verður nýtt deildarleiðarastarv skipað, sum ikki higartil er flokkað, verður flokkingin ásett í samráð við felagið.
 

§ 6. Varaskúlastjórar
Varaskúlastjórastarv verður skipað í øllum skúlum, sum hava fleiri enn 300 næmingar.
Stk. 2. Varaskúlastjórastarv verður skipað í øllum teimum skúlum, sum hava framhaldsdeild (8. – 10. flokk), sama ger, hvussu nógvir næmingar eru.
 

Stk. 3. Varaskúlastjórastørv verða flokkað soleiðis:

Næmingar Flokking
0-149  31-3
150-249  33-1
250-399  34-1
400-550  35-1
551-849  36-1

Stk. 4 Varaskúlastjórar á størstu skúlnum (ein í hvørjum)
 

Næmingar Flokking
700-849 37-1


§ 7. Skúlastjórar
Skúlastjórastørv verða skipað í øllum skúlum, ið hava fleiri enn 200 næmingar.
Stk. 2. Skúlastjórastarv verður skipað í øllum teimum skúlum, sum hava framhaldsdeild (8.–10. flokk), sama ger, hvussu nógvir næmingar eru.
Stk. 3. Skúlastjórastørv verða flokkað soleiðis:
 

Næmingar Flokking
0-249  35-1
250-399  36-1
400-499  37-1
500-599  38-1
600-699  39-1
700-899  40-1

 

§ 8. Tali- og hoyrilærarar
23-2
23-3
23-4
24-4
25-4
30-3
 

§ 9. Savnslærarar
30-3

§ 10. Serráðgevar, ritstjórar, ráðgevar í NÁM
30-1
30-2
30-3
32-2
 

§ 11. Leiðari í NSR – tænastu
35-1
 

§ 12. Undirvísingarleiðarar
35-1
Viðbót verður latin sambært galdandi lønartalvu
 

§ 13. Leiðarin í Skúlanum á Trøðni
36-1
 

§ 14. Leiðarin á Rásini
33-1
 

§ 15. Flokkanargrundarlag
Verður næmingatalið brúkt sum flokkanargrundarlag, so eigur at verða roknað eftir næmingatalinum tann 1. september.
Stk. 2. Fer næmingatalið í einum skúla ella kommunu (skúlaøki) niður um ásetingarnar um starvsflokkanir sum varaskúlastjóri ella skúlastjóri, verður flokkanin broytt, tá ið størv verða leys.

§ 16. Annað starv
Lærari, ið verður settur í lægri lønarflokki enn í starvinum frammanundan, fær lønaraldurin í tí hægra starvinum við.
Lærari, ið verður settur í starv í hægri lønarflokki enn í starvinum frammanundan, verður løntur eftir nærmasta hægra lønarstigi í nýggja lønarflokkinum. (galdandi frá 1. mars 2001)
 

§ 17. Tímalønir
Lærari í starvi í fólkaskúlanum fær fyri leysar vikartímar eina samsýning sambært galdandi lønartalvu.
Stk.2. Lærari, sum er ikki í starvi í fólkaskúlanum, fær fyri leysar tímar eina samsýning, sum fyri hvønn tíman er árslønin í 29.2 býtt við 2080 býtt við 60 faldað við 85.
Stk. 3. Sergreinalærarar fáa fyri hvønn undirvísingartíma eina samsýning, sum er roknað sum árslønin í 23.2 býtt við 2080 býtt við 60 faldað við 85.
Stk. 4. Tey, sum hava ikki læraraútbúgving, fáa fyri hvønn undirvísingartíma eina samsýning, sum er 80% av árslønini í 18.1 býtt við 2080 býtt við 60 faldað við 85.
 

§ 18. Yvirtíðarløn
Tímar, sum fara útyvir ársnormin, verða at rokna og løna sum yvirtíð (er í forritinum hjá MMR nevnt tímajavni). Yvirtíðargjaldið verður vanliga býtt javnt yvir 12 mánaðir. Yvirtíðargjaldið verður roknað soleiðis:
Tímalønin verður roknað sum ársløn býtt við 2080.
Yvirtímalønin verður roknað sum tímaløn faldað við 1,39.
Yvirtíðargjaldið fyri árið verður roknað sum yvirtímaløn faldað við tímajavna.
Yvirtíðargjald um mánaðin er so ein tólvtapartur av hesum.

§ 19. Førleikaviðbót
Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving. Hesar viðbøtir eru førleikaviðbøtur og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal útbúgvingin verða kravd og eftirútbúgvingin skal verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um lærari hevur tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bara ein viðbót latin. Er starvið parttíðarstarv, verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.
Eftirútbúgving 120 tímar: 750,- kr.
Eftirútbúgving 160 tímar: 1.000,- kr.
Eftirútbúgving 200 tímar: 1.250,- kr.
§ 20. Skúlastýri
Starvsfólkaumboðið fær fundarpening eftir almennum reglum.
Skúlaleiðarin (skrivarin) fær ikki serskilda samsýning fyri seks teir fyrstu fundirnar um árið. Frá 7. fundinum fær hann fundarpening eftir almennum reglum. (Hendan avmarkingin fellur burtur 1. august 2016)
 

§ 21. Gildiskoma og uppsøgn
Avtalan er í gildi frá 1. oktober 2015, um einki annað er nevnt frammanfyri. Avtalan kann verða søgd upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi til 1. oktober í 2017.
 

Á Argjum tann 4. mars í 2016
 

Føroya Lærarafelag            Fíggjarmálaráðið


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan