Tíðindi


Royndirnar í fólkaskúlanum skulu varðveitast

Greiða yvirskipaða tilmælið frá arbeiðsbólki, sum landsstýriskvinnan setti í fjør at viðgera spurningin um royndarúrslit, og hvussu mest fæst burtur úr royndarúrslitum, er, at landsroyndirnar í 4. og 6. flokki, fráfaringarroyndirnar í 9. flokki, víðkaða fráfaringarroyndin í 10. flokki umframt PISA-kanningin verða varðveidd

20. mars 2017

Í samgonguskjalinum stendur, at eftirmetingar í fólkaskúlanum verða endurskoðaðar. Henda endurskoðan ella eftirmeting eigur at vísa á, hvussu vit eiga at fáa størri námsfrøðiliga nyttu burtur úr øllum teimum hagtølum og útgreiningum, sum hesar royndir útvega okkum.

Arbeiðsbólkurin, sum landsstýriskvinnan í fjør setti at eftirmeta, er av teirri greiðu fatan, eins og landsstýriskvinnan sjálv, at vit fáa ov lítla nyttu burtur úr royndunum.
- Yvirskipað verður mælt til, at royndarúrslitini verða brúkt meiri miðvíst til at menna skúlaverkið. Hetta krevur, at fígging og arbeiðsorka og verða sett av til tað. Tað er okkara greiða fatan, at talgrundarlagið og vitanin, sum er til skjals í royndaúrslitunum, bara verður nýtt avmarkað.

Soleiðis siga tey fýra, ið hava eftirmett royndarúrslitini; tey eru Magnus Tausen, fulltrúi í MMR, Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini, Frida Poulsen, fulltrúi  í MMR, og Regin Marnersson, stjóri á Námi og Próvstovuni. Arbeiðssetningurin, tey fingu, var í høvuðsheitum at lýsa, hvat gerast kann, so størri gagn fæst burtur úr royndarúrslitunum.

Viðvíkjandi landsroyndunum mælir arbeiðsbólkurin til, at næmingurin upplýsir sítt bakstøði; hetta kann verða við til at siga nakað um sosialu støðuna hjá næminginum. Náttúra og tøkni eiga ikki at vera royndarlærugreinir, í staðin eiga enskt og danskt at koma inn í staðin, og royndirnar eiga at liggja aðra tíð á árinum og í øðrum flokki, til dømis í juni í 3. og 6. flokki ella september í 4. og 7. flokki. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at allir lærararnir hjá næminginum eiga at fáa innlit í royndarúrslitini, nýggj og gomul, og royndin skal brúkast til at tillaga og betra um undirvísingina heldur enn at undirvísingin verður tillagað royndina.

Viðvíkjandi próvtøkunum heldur arbeiðsbólkurin, at úrslitini eiga at verða gjørd upp sum landsmiðal, skúlamiðal og floksmiðal, soleiðis at einstaki skúlin sær, hvussu teirra næmingar klára seg í mun til miðal. Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at ein neyvari almenn ársfrágreiðing eigur at verða skrivað út frá landsroyndar- og próvtøkuúrslitunum; henda skal siga nakað um støðuna í skúlunum sum heild.

Alt tilfarið frá øllum PISA-kanningunum eigur at vera tøkt til gransking, gransking eigur at verða sett í verk, og ein neyvari og gjøllari almenn frágreiðing við viðgerð, lyklatølum og øðrum eigur at verða skrivað til almenningin.

Skulu tilmælini frá arbeiðsbólkinum setast í verk, krevja summi lógarbroytingar; øll krevja, at neyðug fígging og arbeiðsorka verður sett av.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.