Tíðindi


Betri samskifti færri fordómar

Hava lærarar fordómar um foreldur – og øvut? Og hvussu ávirka fordómarnir samstarvið?

17. mars 2017

Hetta er evni í blaðnum Magasinet Skolebørn nr 1, 2017, sum kom fyri stuttum. Í blaðnum er samrøða við Ann-Louise Fischer Kristensen, sum er 38 ár, flokslærari hjá 1. flokki í Vanløse skúla; hon er um somu tíð eisini mamma at tveimum dreingjum, bloggari, og hon hevur skrivað um evnið, sløg av foreldrum, í blaðnum. Blaðið hevur sett henni nakrar spurningar:

Hevur tú fordómar um foreldur?

Tað kunnu koma støður, sum gera, at eg fái ein fordóm um nøkur foreldur. Eg haldi ikki, at tað hevur nakað við lærarastarvið at gera, men meiri nakað, tú ikki sleppur undan sum menniskja. Hevur tú lisið klummuna, sum eg havi skrivað um sløg av foreldrum, skilji eg væl, at onkur hugsar, at lærarar hava nógvar fordómar um foreldur. Men klumman er ætlað at vera eitt humoristiskt íkast, og tað er lætt at finna stereotýpur alla staðni, ikki bara millum lærarar og foreldur. Eg havi við ógvuliga nógv foreldur og børn at gera, so tað hevði verið burturspilt orka, um eg skuldi hildið fast við fordómarnar. Ein fordómur er ikki endaligur, men hann broytist um somu tíð sum samstarvið mennist. Sum professiónell skalt tú kunna hevja teg upp um tað. 

Kanst tú brúka fordómar positivt, tá ið talan er um samstarv við foreldur?

Eg haldi ikki, at tú fært nakað burtur úr við at dyrka fordómar, men kunnleiki til ymisk sløg av foreldrum kann hjálpa tær at møta foreldrunum har, sum tey eru, tí eg vil royna at skilja tey, hóast eg ikki altíð er samd við teimum. Tey stúra um børn síni, annars høvdu tey ikki verið soleiðis sum tey eru og gjørt sum tey gera, og tað krevur so eitt sindur meiri av mær sum lærara – kanska nakrar eyka samrøður ella tiltøk rundan um barn teirra – sum hevur við sær, at tey kenna seg tryggari og at verða hoyrd.

Hvussu kunnu fordómar verða ein trupulleiki?

Eg upplivi viðhvørt at fáa krøv frá foreldrum, sum eru trupul at hava við at gera, serliga um tey bara duga at síggja alt úr sjónarhorninum hjá barni teirra, og ikki hvat er best fyri felagsskapin. Tað kunnu vera foreldur, har tað er ógvuliga trupult fyri meg og aðrar lærarar at skilja, hvørji motiv tey hava. Í okkara skúla hava vit upplivað, at fleiri foreldur ikki vildu loyva børnini fara eina útferð, har tey skuldu henta rusk sum part av evnisviku um burðardygd og umhvørvi, tí at tað er ólekkurt at henta rusk. Sum lærari var tað ringt at skilja, hví foreldrini ikki dugdu at síggja, hvat næmingarnir kundu læra av vera við í hesum, og tað kann sjálvandi blása lív í nakrar fordómar.

Hvat heldur tú foreldrini hugsa um teg?

Eg havi ikki hugsað, um ’míni’ foreldur hava fordómar um meg, men eg kann skemta og vera minni pedagogisk, so onkuntíð átti eg kanska at umhugsað, um tað er ov nógv av tíð góða. Tann almenna fordómin um lærarar, serliga eftir at fólkaskúlin er nýskipaður, havi eg tó merkt, eisini frá foreldrum. Vit hava hoyrt nógv fyri, at vit áðrenn nýskipanina høvdu heimsins besta hálvtíðarstarv, og at vit nú grenja, tí vit skulu arbeiða tað sama sum onnur. Teir flestu lærararnir arbeiddu tó nógv meiri áðrenn nýskipanina, tí tá kundu vit sjálv leggja til rættis, nær vit fyrireikaðu okkum, og vit arbeiddu ofta um kvøldið. Nú verður fyrireikingin í skúlanum etin upp av fundum og at skriva teldupostar, so dygdin á undirvísingini er munandi versnað. Tá ið tú fært skotið í skógvarnar, at tú grenjar, er tað trupult at taka – og eitt sindur paradoksalt, tí tað er í veruleikanum børnini hjá foreldrunum, sum tað gongur út yvir.

Hvussu koma vit fordómunum til lívs?

Dialogur, dialogur, dialogur. Lykilin til gott samstarv er positivur dialogur, har øll royna sítt ítasta at skilja hvønn annan. Eg haldi, at fordómarnir hjá lærarum um foreldur snúgva seg nógv um, hvussu tey samskifta við okkum. Teir snúgva seg ikki um, hvørjum klæðum vit ganga í, ella um vit eta speltbollar, men um, hvussu tey møta okkum. Men um eg ferð eftir ferð verði spurd spurningar, so sum ”kanst tú líka greiða mær frá” og ”kann tað veruliga passa?”, kann eg fáa varhugan av, at foreldrini halda, at eg mistaki meg, og at tey ikki hava álit á, hvussu eg megni flokkin. Sum lærari hevði eg viljað, at tað var meiri tíð til skúla-heim-samrøður og foreldrafundir. Men nýskipanin hevur skorið niður upp á slíkt, sum lærarin kann taka lut í um kvøldið. Tað hevði eg annars hildið hevði verið við til at skapt ein betri dialog og ivaleyst bæst nøkrum fordómum.

Lesið meiri á:

http://www.skoleborn.dk/feb_2017/4forfatterkennethboghandersen%e2%80%9dmodgangerikkekunskidt%e2%80%9d.html


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.