Tíðindi

Flokslærarin skal hava betri stundir og eftirútbúgving

Neyðugt er at seta fyriskipanir í verk at menna flokslæraraarbeiðið, sum er eitt sera týðandi virkisøki í fólkaskúlanum. Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur handað landsstýrismannin tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini

24.05.2023

Tíðin, sum flokslærarin í dag fær til at røkja flokslæraraarbeiðið, er í 1. flokki 4 tímar til hvønn næming í um árið. Er ein 1. flokkur 20 næmingar, so fær flokslærarin 80 tímar til flokslæraraarbeiðið, ella tveir tímar um vikuna. Hetta munar ikki nóg nógv, um talan er um flokk, har fleiri næmingar hava avbjóðingar, sum støðan í flestu 1. flokkum er,, ella har trivnaðurin ikki er góður. Tá ið talan er um 2.-10 flokk, fær flokslærarin 3 tímar fyri hvønn næming um árið. Er flokkurin 20 næmingar, so er verða 60 tímar um árið tillutaðir til flokslæraraarbeiðið, ella 1,5 tímar um vikuna.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við at tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, skjýtur upp, at lærarin fær fleiri tímar í til flokslæraraarbeiði – flokslærarin í grunddeildini 6 tímar, í miðdeildini 5 tímar og í hádeildini 4 tímar.

Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at flokslærarin hevur ein sera týðandi leiklut bæði viðvíkjandi samskipan, trivnaði og læring.

Flokslæraraarbeiðið er ásett í kunngerð og fevnir rættiliga breitt. Flokslærarin skal fylgja við og hava eftirlit við arbeiðinum og trivnaðinum bæði hjá einstaka næminginum og flokkinum. Hann hevur ábyrgd av at samskipa arbeiðið saman við flokstoyminum og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum. Hann er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu, lærarar og foreldur og skal javnan og í minsta lagi tvær ferðir um árið kunna heimini um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barni teirra. Hann skal boða foreldrum frá, um hann er varugur við, at barn teirra mistrívist ella hevur trupulleikar í skúlanum. Somuleiðis hevur einstaki næmingurin rætt til at fáa ráð og vegleiðing um faklig og trivnaðarlig viðurskifti frá flokslæraranum. 

Víðari verður sagt, at tað eru bæði børn og ung, sum hava avbjóðingar, og sum hava ilt við at fóta sær, tí er so umráðandi at tikið verður hond um barnið, so tíðliga sum til ber. Eitt barn, sum mistrívist, hevur truplari við at finna vinir, at luttaka í felagsskapinum og at hugsavna seg um læringina. Sjálvsvirði, tryggleiki og felagsskapur hava stóran týdning í menningini, og her er flokslærarin lyklapersónurin, sum kann gera stóran mun í lívinum hjá einstaka næminginum og at menna sosiala felagsskapin og vinarlagið í flokkinum.

Flokslæraraarbeiði krevur bæði fakligan førleika, innlit og tíð, at samansjóða, seta karmarnar,  menna felagsskapin, samstarva og seta fyriskipanir í verk, so eingin kennir seg uttanfyri og ikki minst at taka sær av og fáa hjálp til næmingar, sum hava serligar avbjóðingar. Tað eru so nógv ymisk viðurskifti, sum kunnu vera orsøk til, at børn ikki trívast bæði sosialar og fakligar avbjóðingar, eisini angist, stúran og hendingar í lívinum hjá barninum og familjuni. Harumframt kunnu tað verða ymisk menningarórógv, sum ADHD ella autisma, sum ger, at  børn hava ilt við at hugsavna seg og luttaka í einum størri felagsskapi. Relatiónir millum næming og lærara og millum næmingar sínámillum hava ávirkan á trivnaðin, og serliga hevur happing stór árin, sum kunnu fylgja næminginum alt lívið. Flokslæraraarbeiðið er krevjandi, serliga í flokkum, har avbjóðingar eru bæði trivnaðarliga og fakliga. Neyðugt er at seta fyriskipanir í verk at menna flokslæraraarbeiðið, sum er eitt sera týðandi virkisøki í fólkaskúlanum.

Mælt verður tí til, at flokslærarin fær eftirútbúgving at røkja flokslæraraarbeiðið, har dentur verður lagdur á m.a. relatiónskompetansu, samskifti, samstarv, sosialan felagsskap og fyriskipan.

Í frágreiðingini við tilmælum er flokslæraraleikluturin í ymsu floksstigunum sera væl lýstur.

Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum í vikuni. Hon er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.