Tíðindi/Greinar

24.11.2020

Flokslæraraleikluturin og ov høgt undirvísingartímatal

Tímar játtaðir til flokslæraravirksemið spegla ikki veruligu arbeiðsbyrðuna. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Við seinastu samráðingar máttu vit nýta nógvu orku og grundgevingar fyri at verja vunnin rættindi. Hetta eydnaðist tíbetur, samstundis sum vit fingu ymisk ynski hjá okkum ígjøgnum, so sum løn í prosentum og eina rímiliga góða viðbót til leiðarar í førleikastovunum.

Vit ynsktu eisini, til fánýtis, at flokslærarar serliga í grunddeildini fingu fleiri tímar lutaðar í virksemisætlanina fyri hvønn næming. Hetta hevði givið meira rásarúm til trivnaðararbeiði, kunning, samskifti og at taka sær enn meira av trupulleikum í flokkinum, heldur enn at undirvísa t.d. ein tíma meira um vikuna.

Á økisfundum kring landið fyri nærum tveimum árum síðan merktu vit á øllum støðum, at lærarar sum heild undirvísa fleiri tímar enn fyrr. Somuleiðis hoyra vit javnan lærarar á aðalfundum, at teir undirvísa meira enn fyrr.

Dømi eru um, at lærarar, ið eru flokslærarar, undirvísa 27-28 tímar uttan at fáa yvirtíð. Tað er sjálvandi ikki nøktandi. Orsøkin er einføld tann, at alt ov lítil tíð og tímar eru til ráðlegging, og at flokslærarar fáa ov fáar tímar lutaðar til flokslæraraleiklutin.

Eisini hevur tað týdning, at samsvar er millum tímar játtaðir til foreldrasamstarv (sum vanliga fer til foreldraviðtalur í einum ella fleiri flokkum) og veruligu orkuna hjá flokslæraranum, ið fer til fundarvirksemi og samskifti við foreldur um einstøku næmingarnar.

Tað krevst samskifti millum lærara og leiðslu, áðrenn virksemisætlanin er endalig. Leiðslur eiga at raðfesta síni starvsfólk hægst við at hava eitt prát um júst alt hetta tíðliga í mánaðarskiftinum august/septembur.

Tá ið talan er um teigin um ráðlegging, so er øgiligur munur á, um tú fyrr hevur fingið 120 tímar til ráðlegging, sum leiðslan ræður á, men nú bert fært 70 tímar. Ja, so mást tú undirvísa ein tíma meira um vikuna. So einfalt er tað roknistykkið. 

Hetta er nakað, ið leiðslur, lærarar og felagið kundu arbeitt saman um. Við fleiri tímum til ráðlegging kundu vit fingið ein skúla, har lærarar fáa rásarúm til proffessionelt samstarv. Á summum skúlum er hendan puljan á leið 100 tímar til hvønn lærara, og tað er á einum rímiliga nøktandi støði. Men á skúlum, har tímajáttanin onkursvegna ikki røkkur til meira enn 60-80 tímar til hvønn lærara, áttu leiðslur eftir mínum tykki at vent sær til Undirvísingarstýrið fyri antin at søkja um fleiri tímar til ymiskt royndarvirksemi ella heilt einfalt boða frá, at tær vilja hava ein skúla við meira tíð til samstarv og menning heldur enn at ovbyrja lærarar at undirvísa meira.

Fleiri tímar til flokslæraraleiklutin hevði somuleiðis bøtt um støðuna, tá ið talan er um ov høgt undirvísingartímatal, men tað er ein samráðingarspurningur, sum vit ivaleyst fara at arbeiða víðari við.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan