Tíðindi/Greinar

10.05.2017

Fleiri tímar til serøki

Tímarnir fækka uttan, at man fær nakrar fakliga ella pedagogiska grundgeving. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fleiri eftirútbúgvingar hava verið tey árini, ið eg havi virkað sum lærari. Hetta hevur við sær, at skúlarnir sum frá líður hava lærarar, ið hava serliga vitan innan ymisk øki. Hesi eru sum oftast ein partur av førleikastovuni, ið allir skúlar eru knýttir at, um teir ikki hava eina á skúlanum. Hetta merkir, at vit eru vorðin betri til at fáa eyga á teir næmingar, ið hava okkurt serligt fyri neyðini og at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at hesir og aðrir næmingar fáa sum mest burturúr.

Eins og undanfarin ár hava skúlarnir brúkt tíð til at ráðleggja og ráðføra og skriva til Sernám. Sóknast hevur verið eftir svari, men illa hevur gingist. So berast tíðindi, at Sernám hevur fingið nýggjan fyribilsstjóra, sum skal virka fram til summarfrítíðina. Kanska er tíðin komin, at man fer at hyggja at allari skipanini.

Eitt hugskot kundi verið, at man gav førleikastovunum nakrar av tímunum, ið liggja í Sernámi í verandi løtu. Førleikastovan hevur fingurin á pulsinum, men ikki nøktandi tímajáttan. Sami trupulleiki er í allari tímajáttani, ið kemur frá Sernámi. Serøkið er so niðurpínt, at tað fær valla verið verri. Eg ivist ikki í, at alt sær fínt út í einum rokniarki, men vit, sum skulu vera um hesar næmingar hvønn dag, vit síggja tað øðrvísi.

Saman, tað vil siga leiðsla, førleikastova, lærari og foreldur, royna vit at geva hesum næmingum eitt so gott tilboð sum gjørligt, og í nógvum førum er tað gott, men als ikki so gott, sum vit kundu hugsað okkum.  Tá vit kæra okkara neyð, so er sama svarið hvørja ferð. Tit fáa ikki fleiri tímar, tit mugu brúka teir betri, ið er tað sama sum at siga, at vit skulu vera meiri effektiv, sum um vit eru eitt virki, sum skal geva yvirskot.

Trupulleikin er samstundis, at tímarnir fækka uttan, at man fær nakrar fakliga ella pedagogiska grundgeving. Men tá tølini verða sett inn í ein langan frymil, so sigur úrslitið, at tímatalið er rætt, hetta er talið, ið vit, sum skúli, hava fyri neyðini til at fáa dagin at ganga.

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðatakið, og so er eisini á serøkinum. Tepra tímajáttanin hevur lært okkum at bróta upp úr nýggjum, tí eru eisini komnar nakrar kreativar loysnir fram í ljósmálan, sum fleiri fáa ágóðan av. Málið hjá fólkaskúlanum er, at hann skal vera øllum næmingum at frama, og tí málinum er ringt at røkka. Lætt er at skriva, at skúlin er fyri øll, men verri er at finna neyðuga fígging, og sum nú er, so sær svart út, tí mentamálaráðharrin hevur sagt, at serøki fær ikki fleiri tímar.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan